Sjálvgreiðsla

Vinnugluggin

 

Ikon_vinnugluggin Portalurin hjá vinnuni Pil_gron
Við Vinnuglugganum kunnu virkir og feløg avgreiða fleiri av sínum viðurskiftum við TAKS umvegis telduna. Mvg, tollingaráheitanir og tollrokningar kunnu avgreiðast í Vinnuglugganum. Í glugganum síggja brúkarar eisini grundupplýsingar um egið virki, kontoavrit, kontoyvirlit og lønaryvirlit. Øll, sum hava eitt v-tal, kunnu fáa atgongd til Vinnugluggan. TAKS mennir støðugt Vinnugluggan, og fær gluggin alsamt fleiri funkur.
 
 
Ikon_grann

Serligar atgongdir til bókhaldarar og grannskoðarar Pil_gron
Bókhaldarar og grannskoðarar kunnu nú fáa beinleiðis atgongd til Vinnugluggan hjá teimum virkjum, teir arbeiða fyri. Harvið er ikki neyðugt hjá bókhaldarunum at venda sær til TAKS fyri at fáa fatur á teimum upplýsingum, sum annars eru í Vinnuglugganum.
 
 
Ikon_eskatt

eSkatt Pil_gron
Við eSkatt kunnu borgarar lata sína Sjálvuppgávu inn umvegis telduna. eSkatt er bert virkin í tí tíðarskeiðinum, tá ið Sjálvuppgávan verður latin inn.
 
 
Ikon_Skattaútrokning

Skattaútrokning Pil_gron
Við skattaútrokningarskipanini kunnu skattgjaldarar sjálvir rokna sín skatt út. Skipanin er bygt upp sum eSkatt, har ein tøppar sínar upplýsingar inn og út frá upplýsingunum roknar skipanin síðani út, hvussu nógv ein kemur gjalda í skatti. Hendan skipanin er bert til útrokningar og ikki at lata inn við.
 
 


Banner1

banner2

banner3

Banner4

Banner5