Norðurlond
Ein dupultskattaavtala er gjørd í millum Norðurlond, so tað slepst undan dupultskatting av forvunnum peningi.
Avtalan umfatar londini: Føroyar, Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki og Finnland.
Kunna teg um skattaviðurskiftini
- í landinum, tú fert at arbeiða í
- og við TAKS
Skattaviðurskiftini eru ymisk frá landi til land og eisini ymisk alt eftir, hvaðan inntøkan stavar.
Boða TAKS frá
Forvunnin peningur uttanlands eigur at verða fyribilsskrásettur, so fyribilsskattur verður goldin samstundis sum inntøkan verður forvunnin.
Harafturat skalt tú útvega tær F54 váttan frá TAKS, sum skal latast arbeiðsgevaranum í útlandinum ella skattamyndugleikanum í arbeiðslandinum. F54 er váttan um fulla skattskyldu í Føroyum.
Fyribilsskráseting og F54 váttan tryggja tær, at skattur verður goldin til rætta landið.
Sjálvuppgávan
Uttanlandsinntøkan skal uppgevast á sjálvuppgávuna (reyða skjalið) og til ber at viðleggja dagskurs fyri hvørja útgjalding sær. Verður kursurin ikki upplýstur fyri hvørja útgjalding sær, verður miðalkursurin fyri árið nýttur sum grundarlag fyri inntøkuni.
------------------------
Skattur goldin til arbeiðslandi av órøttum
Hevur tú goldið skatt í arbeiðslandinum, sum seinni skal flytast til Føroyar, so eru reglurnar tær:
- dagskursurin verður nýttur, tá skatturin verður fluttur til Føroyar
- dagskursurin verður nýttur til útrokning fyri goldnan fyribilsskatt á skattauppgerðini
Er útsvingið á kursinum stórt í arbeiðslandinum, so kunnu avlopskattur ella írestandi skattur víkja langt frá tí, tú hevði væntað.
Er mistakið hent
Fært tú varhugan av ella ert vitandi um, at skattur møguliga skal flytast um landamørk seinni, boða so TAKS frá sum skjótast, so mistakið kann rættast beinanvegin.
Trupulleikar hava serliga verið fyri inntøkur:
- umborð á fiskiskipum
- í loftferðslu
- í fremmandum sjóøki