Deyðsbúgv og arvur 

Tá persónur doyr, hava hjástødd skyldu til at boða frá hjá sýslumanni ella skiftirætti.

Skiftirætturin kunnar síðani fólkayvirlitið og TAKS um andlátið, og TAKS skrásetur skattskylduna hjá tí deyða at verða endað andlátsdagin.

Saman við arvingum tekur skiftirætturin síðani avgerð um hvussu búgvið eftir tann deyða skal skiftast. Í hesum sambandi eru í høvuðsheitinum fýra møguleikar:

1)   Eftirsitandi hjúnafelagi kann sita í óskiftum búgvi
2)   Búgvið kann verða skift sum eitt privat skifti
3)   Búgvið kann verða skift sum eitt alment skifti
4)   Ongin búviðgerð fer fram – peningurin í búnum verður útlagdur til jarðarferðaútreiðslurnar

Tá ið avgerð um skiftishátt er tikin, sendir skiftirætturin fráboðan um hetta til TAKS. Skattliga viðgerðin er hereftir ymisk alt eftir hvør skiftisháttur er valdur.
 
 
Alment um skatt og arvaavgjald
Allur arvur er skattafríur í Føroyum uttan mun til hvør ið móttakarin er, og uttan mun til um talan er um arv í sambandi við deyða ella um forskots arv.

Tá ið arvur verður útlutaðar í sambandi við deyða, skal arvaavgjald latast skiftirættinum. Avgjaldið kann verða millum 1% og 12% av arvinum alt eftir hvør ið móttakarin er, og hvussu nógv ið verður móttikið í arvi. Skiftirætturin sendir rokning fyri arvagjaldið til arvingarnar.
 
 
Óskift búgv
Óskift búgv merkir, at eftirsitandi hjúnafelagi situr eftir við felagsognini hjá báðum hjúnum. Eingin arvur verður útlutaður, og skal tí heldur ikki rindast arvaavgjald. Ein uppgerð verður gjørd yvir felagsognina við andlátsdagin og latin skiftirættinum. Skiftirætturin sendir avrit av uppgerðini til TAKS. Oyðublað til uppgerðina fæst frá skiftirættinum.

Deyði persónurin verður skattaður á vanligan hátt av inntøkum fram til andlátsdagin. Um skattauppgerðin hjá tí deyða fyri andlátsárið vísir avlopsskatt, verður hesin útgoldin hjúnafelaganum, og um skattauppgerðin vísir írestandi skatt, hevur hjúnafelagin skyldu at rinda skattin.
 
 
Privat skifti
Tá ið avgerð er tikin um privat skifti, velja arvingarnir ein ábyrgdarpersón at standa fyri búnum. Ofta er hetta ein av arvingunum, men kann hetta eisini verða ein uttanfyristandandi persónur, t.d. ein advokatur. Skiftirætturin kunnar TAKS um, hvør persónur er valdur sum ábyrgdarpersónur. Hereftir skal alt samskifti við TAKS fara umvegis árbyrgdarpersónin.

Tá ið deyðsbúgv verða skift sum privat skifti, taka arvingarnir við allari skuld hjá tí deyða, herundir eisini møguligari skattaskuld.

Innan 6 mánaðar frá andlátinum, ella í seinasta lagi 2 mánaðir eftir valið av skiftishátti, um val av skiftishátti er farið fram meira enn 4 mánaðir eftir andlátið, skal búgvið senda TAKS eina uppgerð yvir ogn og skuld á andlátsdegnum, og eina uppgerð yvir inntøkur hjá tí deyða frá 1. januar til andlátsdagin. Búgvið skal somuleiðis lata avrit av hesi uppgerð til skiftirættin. Oyðubløð til hesar uppgerðir kunnu fáast frá TAKS ella skiftirættinum.

Grundað á móttiknu uppgerðina ger TAKS eina meting av, um endalig álíkning skal gerast av inntøkuni hjá tí deyða í andlátsárinum. Endalig álíkning verður bert gjørd, um henda vísir ein írestandi skatt upp á minst 5.000 kr., ella ein avlopsskatt upp á minst 100 kr. Írestandi skattur omanfyri 5.000 kr. kann verða kravdur frá búnum, meðan avlopsskattur omanfyri 100 kr. kann verða útgoldin búnum.

Um írestandi skattur ella avlopsskattur er minni enn hesar upphæddir, verður eingin álíkning gjørd. Goldin fyribilsskattur verður tá standandi hjá TAKS.

TAKS sendir í hesum sambandi kunning til búgvið og skiftirættin. Í hesum sambandi váttar TAKS eisini, um uppgerðin yvir ogn og skuld á andlátsdegnum er røtt.

Í sambandi við at búgvið eftirfylgjandi verður endaliga uppgjørt, skulu arvingarnir senda eina endaliga búsuppgerð til skiftirættin. Skiftirætturin sendir avrit av hesi uppgerð til TAKS. Oyðublað til hesa uppgerð kann fáast frá TAKS ella skiftirættinum.

TAKS eftirkannar uppgerðina og sendir váttan til arvingarnar og skiftirættin. Eftirfylgjandi fáa arvingarnir rokning uppá arvaavgjaldið frá skiftirættinum.

Í privatum skiftum, har ið viðurskiftini eru einføld, verða omanfyrinevndu uppgerðir sum oftast gjørdar undir einum og sendar TAKS og skiftirættinum saman.
 
 
Alment skifti
Verður avgerð tikin um alment skifti, heitir skiftirætturin á ein advokat um at standa fyri búsviðgerðini. Alt samskifti við TAKS fer hereftir fram umvegis henda persónin.

Skattligu reglurnar – og mannagongdir í hesum sambandi - eru hereftir stórt sæð tær somu sum fyri privat skifti, sí omanfyri.

Í alment skiftum búgvum hava arvingarnir møguleika at velja ikki at taka við skuld, herundir eisini møguligari skattaskuld. Um arvingarnir ikki taka við møguligari skattaskuld, kann TAKS í staðin senda kravið til búgvið, soleiðis at øll skuld verður afturgoldin áðrenn arvur kann útlutast til arvingarnar.
 
 
Ongin búsviðgerð
Um skiftirætturin metir, at ognirnar eftir tann deyða hava so lítið virði, at hesar ikki kunnu rinda fyri eina búsviðgerð, kann avgerð verða tikin um at enda búgvið uttan skifti. Skiftirætturin sendir fráboðan um hetta til TAKS. Tá ið TAKS fær tílíka fráboðan, verður ikki meira gjørt við málið. 
 
 
NARKO prei 143px
Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5