Borgari

Fyritøka

Ráðgeving


Tíðindaskriv

Í samband við at dómur er avsagdur í málinum um meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi av bilum sendir TAKS út soljóðandi tíðindaskriv:

Dómur er fallin í málinum um afturrindan av mvg av skrásetingargjaldi goldið í tíðarskeiðinum 1. mai 1999 fram til 28. apríl 2005. Føroya Rættur hevur avsagt dóm ímóti TAKS og bilasølunum. Niðurstøðan hjá rættinum er, at heimildin at uppkrevja mvg av skrásetingargjaldinum í áðurnevnda tíðarskeiði var ivasom. Samstundis staðfestir rætturin, at hetta er eitt mál millum bilakeyparan og bilasøluna í teimum førum, har bilurin er keyptur frá bilasølu. Dómurin viðgerð eisini spurningin um fyrning.

TAKS hevur enn ikki tikið støðu til, um dómurin hjá Føroya Rætti verður tikin til eftirtektar, ella um dómurin verður skotin inn fyri Eystara Landsrætt. TAKS tekur støðu til spurningin um, hvørt dómurin verður skotin inn fyri Eystara landsrætt fyrst í komandi ári. 


TAKS
22. desember 2009

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5

Design: Stephanssons Hús