|
|
Kunning um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu
flyta inn toll- og avgjaldsfrítt
|
5. januar 2010
Nú kunnu ferðandi bert innflyta 100 sigaretttir toll- og avgjaldsfríar.
Frá 1. Januar 2010 hava ferðandi bert loyvi til at flyta inn 100 stk sigarettir toll- og avgjaldsfrítt.
Hevur tú sum ferðandi fleiri sigarettir við enn tað, skal tú gjalda avgjald av teimum. Avgjaldið er kr. 1,90 fyri hvørja sigarett. Avgjaldið skal gjaldast til tollarnar í reyðu rásini í komuhøllini á flogvøllinum ella um tú kemur við Norrønu í reyðu rásini á Farstøðini.
Minst til at hava sigarettirnar hjá tær í tínum persónliga viðføri. Tað er ikki loyvt at hava við sær sigarettir fyri onnur.
Hevur tú við tær fleiri sigarettir enn loyvt er at flyta inn toll- og avgjaldsfrítt og tú ikki boðar frá tí til tollarnar í reyðu rásini, skal tú rokna við, umframt at skula gjalda avgjald, eisini at fáa álagt eina tollsekt. Tollsektin er vanliga 2 ferðir avgjaldið.
Kunngerð nr. 130 frá 30. september 2009 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll og avgjaldsfrítt til Føroya fæst her 
|





 |