|
Írestandi skattur 2009 uttan eykagjald á 4%
- seinasta freist at gjalda er 31. januar 2010
7. januar 2010
Øll, sum skulu gjalda írestandi skatt 2009, sleppa undan eykagjaldinum á 4%, um goldið verður innan 31. januar 2010.
Um tú ynskir at vita, um tú skalt gjalda írestandi skatt, ber til at brúka útrokningarforritið RAIS, sum finst á heimsíðuni hjá TAKS.
Einasta, sum krevst er, at tú hevur tølini klár - allar inntøkur og frádráttir.
Minst til, tá tú flytir peningin, at viðmerkja: írestandi skattur 2009 og títt P-tal
Peningurin skal flytast til eina av niðanfyristandandi peningastovnskontum:
| Peningastovnur |
Reg. nr. |
Kontu. nr. |
BIC/SWIFT |
IBAN |
| Eik Banki |
9181 |
185.012.3 |
EIKB FO TF |
FO89 9181 0001 8501 23 |
| Føroya Banki |
6460 |
260.005.8 |
FIFBFOTX |
FO31 6460 0002 6000 58 |
| Norðoya Sparikassi |
9865 |
185.016.9 |
DABADKKK |
DK83 3000 3613 0081 28 |
| Suðuroyar Sparikassi |
9870 |
100.090.0 |
USPFOT1 |
FO18 9870 0001 0009 00 |
Øll sum gjalda írestandi skatt innan 31. januar 2010, fáa sendandi Sjálvuppgávu 2009. Henda sjálvuppgáva skal sendast innaftur, tí tá er inntøka v.m. at fráboða, sum ikki er skattað í fyribilsárinum. |





 |