|
Framskunda Skattauppgerð 2009 - freistin er t. 31. januar 2010 Øll, ið eiga avlopsskatt á Framskundaðu Skattauppgerðini 2009 (bláa skjalið), fáa peningin fluttan á konto 19. februar 2010. Seinasta freist at broyta kontonr. til avlopsskatt á Framskundaðu Skattauppgerðini 2009 er 31. januar 2010. Fráboðan um at broyta kontonr. til avlopsskatt, skal latast skrivliga til TAKS. Oyðiblað fæst her Skattauppgerð 2009 Tey, sum ikki fáa Framskundaða Skattauppgerð 2009 - men Sjálvuppgávu 2009 (grøna skjalið) fáa sendandi Skattauppgerð 2009, so hvørt sum sjálvuppgávan er útroknað. Aftaná 19. februar er avlopsskatturin á konto síðsta arbeiðsdag í triðju viku í hvørjum mánað. Fráboðan um at broyta kontonr. til avlopsskatt 2009, skal tá latast skrivliga til TAKS samstundis sum sjálvuppgávan verður innlatin. Oyðiblað fæst her Skrivliga fráboðanin um at broyta kontonr. kann sendast sum teldupostur til taks@taks.fo, við telefaksi á 352601 ella sum vanligur postur til: TAKS, Postrúm 2151, FO- 165 Argir |
![]() ![]() ![]() ![]() ![]() ![]() |












