|
TAKS hevur avgjørt at skjóta bilamálið inn fyri Eystara landsrætt
18. januar 2010
TAKS grundar støðu sína á, at talan er um eitt rættliga prinsipielt mál, sum hevur týdning fyri fleiri túsund bilakeyp í tíðarskeiðnum frá 1999 til 2005.
Hóast TAKS í Føroya rætti fekk viðhald bæði í spurninginum um fyrning og spurninginum um, hvør rætti viðkomandi er at stevna (bilasølan ella TAKS), so metir TAKS ikki, at dómsúrslitið er nøktandi.
TAKS harmast um, at hava fingið so negativa umtalu í fjølmiðlunum, og TAKS vónar ikki, at málið hevur við sær, at fólk fáa ta fatan, at rættartrygd teirra er í vanda.
Tað er tó neyðugt at hava í huga, at uppgávan hjá TAKS er at krevja pening inn til landskassan, og í hesum sambandi eisini at royna møgulig ivamál í rættinum.
TAKS hevur skyldu til at viðgera øll eins og kann tí ikki síggja burtur frá galdandi fyrningarreglum. Hetta mekir eisini, at fólk framvegis mugu stevna rætta viðkomandi fyri at avbróta eina møguliga fyrning.
Viðvíkjandi spurninginum um fría rættarførslu verður víst til Ríkisumboðið.
|