Borgari

Fyritøka

Ráðgeving


Broytingar í Rentutryggingarlógini
(Ll. nr. 51 frá 29. des. 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 181 frá 22. des. 2009).


Lógarbroytingin frá 22. des. 2009 Meira PIL                               Rentutryggingarlógin Meira PIL


Í rentutryggingarlógin, ið er frá 1971 har eru sera fáar dagføringar gjørdar fram til dagføringina, ið kom í gildið 1. januar 2010.

Henda lógarbroyting hevur sum endamál at gera nakrar sera átrokandi ábøtur á verandi rentutryggingarlóg, samstundis sum hædd verður tikin fyri at minka um frádráttarbæra hámarkið fyri inngjald til kapitaleftirlønarskipanir fyri árið 2010. Harumframt gerst tað eisini lættari at byrja ætlaðu nýggju pensjónsskipanina frá 2011.

Sambært rentutryggingarlógina kunna inngjøld á eftirlønarskipanir dragast frá í skattskyldugu inntøkuni, tá talan er um:

• kapitaleftirløn
• lutaeftirlønir og
• lívrentu

Inngjaldið til lívrentu er óbroytt, og einki hámark er fyri inngjaldi við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni.

Tá talan er um inngjald til kapital- og lutaeftirløn við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni fyri árini 2006 – 2010 eru broytingar gjørdar og verður tað útgreinað niðanfyri:

Kapitaleftirløn:
Skattligur frádráttur fyri inngjald til kapitaleftirløn hevur eitt hámark, ið árini fram til og við 2009 hevur verið ásett við støði í prístalinum.

Inngjaldið fevnir bæði um gjaldið, ið arbeiðsgevari rindar, og sum persónurin sjálvur rindar inn á eina kapitaleftirlønarskipan. Sostatt er tað tann samlaða upphæddin, ið hevur eitt hámark:

Fyri árið 2006 var upphæddin 45.200 kr.
Fyri árið 2007 var upphæddin 46.200 kr.
Fyri árið 2008 var upphæddin 47.500 kr.
Fyri árið 2009 var upphæddin 50.600 kr.
Fyri árið 2010 er upphæddin 25.000 kr

Fyri árið 2010 ynskti politiski myndugleikin at skerja frádrátt fyri inngjaldi til kapitaleftirlønargjald.

Hámarkið fevnir eisini um teir persónar, ið gjalda til útlendska eftirlønarskipan.
Í løtuni kannar TAKS inngjøld til kapitaleftirløn uttanlands, sum eisini telur við til hámarkið, á sama hátt sum inngjald til føroyska kapitaleftirløn.

Um byrjað er at gjalda út av kapitaleftirløn, ber ikki til at gjalda innaftur á somu kapitaleftirløn.

Lutaeftirløn:
Øll árini til og við 2009, hevur einki hámark verið fyri inngjaldi til lutaeftirløn við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni.

Sami politiski myndugleiki ynskti, at seta hámark til 100.000 kr. fyri árið 2010.


Hví lógarbroyting?

Lógarbroytingin er eisini grundað á íkomið mistak fyri nøkrum árum síðani:
Fyri arbeiðsgevaraskipanir hevur eftirlønareigari (løntakari) burtursíggingarrætt og merkir tað, at hann, tá ið hann ger skattskyldugu inntøku sína upp, sær burtur frá tí upphædd, sum arbeiðsgevari rindar inn á eftirløn.

Hesi seinnu árini er í nógvum førum ov nógv goldið inn á kapitaleftirlønarskipanir bæði arbeiðsgevaraskipan og egið inngjald, oftani til fleiri eftirlønarveitarar, ið ikki hava verið kunnaðir um hvønn annan. Hetta hevur havt við sær, at í fleiri førum er ov nógvur skattligur frádráttur veittur.

Teldutøk skipan, ið TAKS fekk í 2008, hevur gjørt tað møguligt at finna útav, um ov nógv er inngoldið á kapitaleftirløn. Tað er tí eingin skattligur frádráttur veittur fyri upphæddir, ið fóru upp um hámarkið, fyri árið 2008. Skipanin hevur eisini víst á, at fyri árini frammanundan 2008, er eisini veittur skattligur frádráttur upp um hámarkið. Lógarbroytingin skal bøta um part av mistakinum, ið fer longri aftur enn árið 2006. Valt er at fara aftur til og við árið 2006, tí lógarheimild er ikki fyri, at fara longur aftur.

Áðrenn hesa lógarbroyting var eingin heimild fyri útgjaldi í ótíð uttan avgjald uppá 55%. Samstundis vildu tey, ið av órøttum hava fingið skattligan frádrátt blivið umlíknað fyri árini 2006 – 2009.

Avgjaldið uppá 35% í samband við útgjald er ikki galdandi fyri upphæddir, ið eru hægri enn loyvdu inngjøldini fyri árini 2006 til 2009. Tá skulu atlit takast til nýggju ásetingarnar í lógarbroytingini.

OBS OBS: tað eru eftirlønarveitarir, ið skulu tryggja, at rætt avgjaldi verður tikið og skjalprógv skal sendast til TAKS.


Dagføring av rentutryggingarlógini galdandi frá 1. januar 2010, sum fevnir um m.a. rættingar afturvirkandi til ár 2006, útgreinaði:

Fyri árini 2006 og 2007:
Har frádráttur í skattskyldugu inntøkuni er hægri enn loyvda markið fyri inngjaldi á kapitaleftirløn verður loyvt, at ov nógv frádrigin upphæddin, beinleiðis verður sett inn á lutaeftirlønarskipan. Talan kann verða um eina verandi ella nýstovnaða lutaeftirlønarskipan.

Eftirlønareigarin avger sjálvur, hvørja lutaeftirlønarskipan og til hvønn eftirlønarveitara í Føroyum eftirlønarpeningurin skal flytast til.

Arbeiðsgevaraskipan gongur framum eina privat stovnaða eftirlønarskipan.

Váttan frá eftirlønarveitara, um ov nógv inngoldna upphæddin er flutt til lutaeftirlønarskipan, skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2010.

Um upphæddin ikki er flutt inn á eina slíka eftirlønarskipan, skal peningurin gjaldast út við 55% í avgjaldi.

Í sambandi við allar uppgerðir skal skjalprógv sendast til TAKS.


Fyri árini 2008 og 2009:
Fyri árið 2008, har frádráttur í skattskyldugu inntøkuni ikki er tikin við í skattauppgerðini, ber til at fáa peningin útaftur, uttan at rinda avgjald.

Sama er galdandi fyri árið 2009.

Útgjaldið skal vera gjørt og fráboðað TAKS fyri 1. oktober 2010.


Hámark fyri inngjaldi 2010:
Fyri 2010 er kapitaleftirlønarfrádrátturin hægst 25.000 kr.

Fyri 2010 er lutaeftirlønarfrádrátturin hægst 100.000 kr.

Ov nógv inngoldið á kapitaleftirløn og ella lutaeftirløn í 2010, sum ikki gevur rætt til skattligan frádrátt í 2010, verður útgoldið uttan avgjald.


Aldursmark fyri inngjaldi til kapitaleftirløn:
Persónar, sum gerast ella eru 70 ár ella eldri í inngjaldingarárinum, kunnu ikki rinda til privatteknaða kapitaleftirlønarskipan við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni í 2010.

Persónar, ið hava inngoldið kapitaleftirlønarupphædd, fáa peningin út aftur uttan at gjalda avgjald.
Til ber at seta pening inn á lutaeftirlønarskipan.

Útlendsk: § 6A Har einki avgjald er goldið uttanlanda verður goldið avgjald í Føroyum.


Tað er altíð eftirlønarveitarin, sum skal senda umbøn til TAKS um broyting, rætting, útgjald, flyting v.m., soleiðis at teldutøku upplýsingarnar frá eftirlønarveitara altíð samsvara við upplýsingarnar hjá TAKS.

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5

Design: Stephanssons Hús