Borgari

Fyritøka

Ráðgeving


Nær kemur Skattauppgerðin og Sjálvuppgávan?
11. februar 2010

Tann 18. februar 2010 verður:

 

  • Framskundaða Skattauppgerðin - bláa skjalið - 2009 send út
  • Sjálvuppgávan – grøna skjalið - 2009 send út
  • Fylgiskjalið til Sjálvuppgávuna - reyða skjalið - og Sjálvuppgávan – grøna skjalið - tøk á netinum
  • Klárt at geva upp skatt fyri 2009 á eSkatt.fo
  • Upplýsingarportalurin eSkatt.info klárur við einfaldari kunning um at geva upp skatt 2009

Tað tekur nakað av tíð at bera allar Framskundaðu Skattauppgerðirnar og Sjálvuppgávurnar út.

Tey, sum ikki hava fingið Framskundaða Skattauppgerð ella Sjálvuppgávu týsdagin 23. februar 2010, eru vælkomin at siga frá hjá TAKS á tlf. 352600 ella skriva til taks@taks.fo

Legg til merkis, at TAKS sendir post til bústaðin, sum tú hevur boðað til fólkayvirlitið í kommununi har tú býrt.

Fyri at tryggja, at tú móttekur tína Skattauppgerð ella Sjálvuppgávu rættstundis, er neyðugt:
  • At tú ert skrásett/ur við røttum bústaði hjá fólkayvirlitinum í kommununi, har tú býrt
  • Um tú hevur postboks, skalt tú eisini skráseta tína postboks hjá fólkayvirlitinum í kommununi, har tú býrt
NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5

Design: Stephanssons Hús