19. februar 2010
Framskundaða Skattauppgerðin 2009 (bláa), Kapitalvinningsuppgerðin 2009 og Fylgibræv
Hevur tú aðrar ella fleiri upplýsingar
Hevur tú roknskaparskyldu ella uttanlandsinntøku, er freistin 3. mai 2010 kl. 24:00.
Einfaldasti hátturin at boða frá broytingum er umvegis www.eskatt.fo. Roknskaparskyldug skulu viðleggja roknskapin og ognaruppgerðina í fílu. Hevur tú aðrar viðmerkingar at fráboða í samband við broytingina, skulu tær sendast umvegis 2009@taks.fo.
Havast skal í huga, at tað ikki er møguligt at innlesa upplýsingar um uttanlandsinntøku og tilhoyrandi frádráttir á www.eskatt.fo, men ístaðin verður víst til reyða skjalið – Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna.
Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna skal sendast inn saman við Sjálvuppgávuni – hesi kunna latast inn umvegis 2009@taks.fo ella sendast við postinum.
Sjálvuppgávan 2009 finst her
ella við at ringja til TAKS á 352600 og biðja um skjølini.
Sjálvuppgávan 2009 (grøna)
Legg til merkis: Øll, sum hava fingið eina Sjálvuppgávu, skulu senda hana inn aftur við røttum upplýsingum til TAKS, í seinasta lagi 15. mars 2010 kl. 24:00. Hevur tú roknskaparskyldu og/ella uttanlandsinntøku, er freistin 3. mai 2010.
Um eftirløn
Eru ivamál, ella um feilir eru í eftirlønini og eftirlønarfrádráttinum, skalt tú venda tær til eftirlønarveitaran skjótast tilber, sum boðar TAKS frá, um broyting krevst, og tí nýtist tær ikki eisini at fráboða broyting um eftirløn til TAKS.
Um løn og frían ágóða
Tað er tín ábyrgd
Avlopsskattur



