Borgari

Fyritøka

Ráðgeving


Kunning um Heilsutrygdargjald

Í næstum fer TAKS at krevja gjald inn til Heilsutrygd.

Gjaldið er 245,- kr. um mánaðin og er eins fyri øll, og verður í størst møguligan mun kravt inn umvegis skattaskipanina.

Allir persónar, sum eru fyltir 18 ár hava skyldu at gjalda til Heilsutrygd.

Hesa fyrstu ferðina verður goldið fyri tveir mánaðir, bæði fyri januar og februar 2010.

Gjaldsskyldan er frá 1. Í mánaðinum eftir, at persónur er fyltur 18 ár, t.v.s. at ein persónur, sum er føddur t.d. 19. januar 1992, kemur at gjalda frá 1. februar 2010, somuleiðis persónur, ið flytir til Føroyar frá Danmark ella Grønlandi.
Persónar, ið flyta úr øðrum londum koma ikki í skipanina fyrr enn 6 vikur eftir, at teir eru fluttir. Tað hevur so við sær, at ein persónur, sum t.d. flytir úr Noreg 19. januar 2010 kemur ikki við í Heilsutrygdarskipanina fyrr enn 2. mars 2010, so hann skal gjalda frá 1. apríl 2010.

Somuleiðis persónar, ið doyggja ella flyta av landinum, skulu gjalda fyri allan tann mánaðin, deyðsdagurin ella flytidagurin er.
Tó ásetir lógin, at persónur, ið fær niðursetta pensión vegna tess at hann býr á røktarheimi ella serstovni, ikki skal gjalda til Heilsutrygd

Skipanin virkar soleiðis, at tá ein persónur fær løn ella skattafría veiting ávísta gjøgnum A-skattaskipanina, verða 245,- kr. trektar av hesari upphædd, um tað ber til at gera tað eftir at skatturin er trektur. Samlaða eftirhaldið til skatt og Heilsutrygd skal tó ikki vera meira enn 65% av upphæddini, ið verður ávíst gjøgnum skattaskipanina.
Gjaldið til Heilsutrygd er ikki við í samlaða skattinum, men er ein upphædd fyri seg á kontoavritinum frá peningastovninum, og er tíðuliga upplýst, at talan er um gjald til Heilsutrygd.

Tey, ið ikki fáa løn ella skattafría upphædd ávísta umvegis skattaskipanina, verða inngjaldskort send út, so tey kunnu gjalda umvegis peningastovn. Hetta verður fyrstu ferð sent út umleið 20. apríl við gjaldsfreist til 1. mai.

Um onkur vil gjalda limagjaldið til Heilsutrygd frammanundan og harvið sleppa undan at verða trekt í lønini ella fáa inngjaldskort, so er tað møguligt. Tó má týðuliga vera frámerkt í samband við flytingina, at talan er um gjald til Heilsutrygd.
Gerast skal vart við, at um onkur persónur rindar fyri alt húskið, skal ein flyting gerast fyri hvønn persón, við týðuligari upplýsing um navn á persóninum og at talan er um Heilsutrygd.

Nærri upplýsingar viðv. sjálvum heilsutrygdargjaldinum kunnu fáast við at venda sær til TAKS á tlf. 35 26 00 ella senda ein teldupost til taks@taks.fo.

Allir aðrir fyrispurningar skulu setest Heilsumálaráðnum á tlf. 30 40 50 ella á hmr@hmr.fo

Ll. um almenna Heilsutrygd sæst her Meira PIL

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5

Design: Stephanssons Hús