Borgari

Fyritøka

Ráðgeving


Kunning um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
26. mars 2010

Síðani 1. juli 2007 hava persónar, ið hava bygt ella umvælt egnan bústað, havt rætt til stuðul fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn. Stuðulsupphæddin er avmarkað til kr. 150.000 pr. matr. nr.
Í desember 2009 samtykti Løgtingið, at frá 1. juli 2010 lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er:

1. frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011 kr. 100.000
2. frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 kr. 50.000
3. frá 1. januar 2012 kr. 0


Eftirverandi stuðulskvotan er lægra talið av:

a) hægstu stuðulsupphædd í tíðarskeiðnum ella
b) kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er útgoldin eftir lógini um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði.


Dømi 1: Stuðul í tíðarskeiðnum 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011

Brúktur stuðul uppá ein matrikkul innan 1. juli 2010 er kr. 30.000.
Hægsta stuðulsupphædd í tíðarskeiðnum er kr. 100.000.
Eftirverandi stuðulskvota í tíðarskeiðnum er:

a) kr. 100.000 ella
b) (150.000 – 30.000) = kr. 120.000

Matrikkulin hevur sostatt rætt til stuðul á kr. 100.000, sum er lægra talið av a) og b) í tíðarskeiðnum 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011.


Dømi 2: Stuðul í tíðarskeiðnum 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011

Brúktur stuðul uppá ein matrikkul innan 1. juli 2010 er kr. 60.000.
Hægsta stuðulupphædd í tíðarskeiðnum er kr. 100.000.
Eftirverandi stuðulskvota í tíðarskeiðnum er:

a) kr. 100.000 ella
b) (150.000 – 60.000) = kr. 90.000

Matrikkulin hevur sostatt rætt til stuðul á kr. 90.000, sum er lægra talið av a) og b) í tíðarskeiðnum 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011.


Dømi 3: Stuðul í tíðarskeiðnum 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011

Brúktur stuðul uppá ein matrikkul innan 1. juli 2011 er kr. 70.000.
Hægsta stuðulupphædd í tíðarskeiðnum er kr. 50.000.
Eftirverandi stuðulskvota í tíðarskeiðnum er:

a) kr. 50.000 ella
b) (150.000 – 70.000) = kr. 80.000

Matrikkulin hevur sostatt rætt til stuðul á kr. 50.000, sum er lægra talið av a) og b) í tíðarskeiðnum 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011.


Legg til merkis:

Fyri at koma undir hægru stuðulskvotuna á t.d. kr. 150.000, skal arbeiðið vera gjørt, rokningarnar skulu vera dagf. og goldnar áðrenn 1. juli 2010. Somuleiðis skal TAKS hava móttikið umsóknina um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði innan 1. juli 2010.

Er umsóknin fyri stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði móttikin aftaná 30. juni 2010 ella aftaná 30. juni 2011, er hægsta stuðulsupphæddin ávikavist kr. 100.000 og kr. 50.000.

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5