Avlopsskattur og broyting av kontonummari

Øll, sum sambært Framskundaðu Skattauppgerðini fyri 2012, hava goldið ov nógvan skatt, fáa avlopsskattin fluttan á konto fríggjakvøldið 15. mars 2013. Framskundaða Skattauppgerðin 2012 og Sjálvuppgávan 2012 verða bornar út frá mikudegnum 6. mars 2013.

Kontonummarið, har avlopsskatturin verður fluttur á, stendur á Framskundaðu Skattauppgerðini.

Tey, ið ynskja at broyta kontonummarið, skulu skrivliga boða TAKS frá í seinasta lagi 8. mars 2013.

Tey, sum ikki fáa Framskundaða Skattauppgerð, fáa eina Sjálvuppgávu, ið skal latast inn. Um ein skal lata Sjálvuppgávu inn og ynskir at broyta kontonummarið til avlopsskatt, kann hetta gerast skrivliga, samstundis sum Sjálvuppgávan verður latin inn.

So hvørt sum TAKS ger Sjálvuppgávurnar upp, verða Skattauppgerðir sendar út og møguligur avlopsskattur fluttur á konto.

Eftir 15. mars 2013 er avlopsskattur á konto síðsta arbeiðsdag í triðju viku í hvørjum mánaði.

Skrivliga fráboðanin um at broyta kontonummar, kann sendast sum teldupostur til taks@taks.fo, við telefaksi á 352601 ella sum vanligur postur til: TAKS, Postrúm 2151, FO-110 Tórshavn.


TAKS
7. januar 2013

NARKO prei 143px
Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5