Løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001
um
skatting av kapitalvinningi
(Kapitalvinningsskattalógin)
Sum broytt við: ll nr. 100 frá 20.12.2002, ll nr. 109 frá 20.12.2002, ll nr. 121 frá 01.12.2003, ll nr. 23 frá 17. mai 2004, ll nr. 141 frá 15. desember 2005, ll nr. 46 frá 16. mai 2006, ll nr. 49 frá 16. mai 2006 og ll nr. 173 frá 22. desember 2009.
Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar
§ 1. Reglurnar í hesi lóg fevna um:
1) Sølu og aðra avhendan av partabrøvum, íløguprógvum og líknandi virðisbrøvum eins og umbýtiligum lánsbrøvum. Sama er galdandi fyri vinning ella tap, ið stendst av at siga frá sær ella avhenda serstøk rættindi, ið hava tilknýti til hesi virðisbrøv.
2) Innfrían, sølu og aðra avhendan enn sølu av fíggjarkrøvum herundir lánsbrøvum, pantibrøvum og skuldarbrøvum
3) Leysgeran av skuld.
4) Keyps- og sølurættindi til virðisbrøv og fíggjarkrøv fevnd av nr. 1 og nr. 2.
5) Vinningsbýti.
6) Rentuinntøkur.
7) 6) Rentuútreiðslur, jb. § 10, stk. 3
Stk. 2. 2) Fyri vinningsbýti verður roknað alt, ið felag útlutar partabrævaeigara, lutahavara o.ø.l. Útlutan av frípartabrøvum, frílutaprógvum eins og útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið, eru ikki at rokna sum vinningsbýti. 1. pkt. er ikki galdandi, tá eitt felag heldur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar
Stk. 3. 2) Útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending
Stk. 4. 2) Toll- og skattaráð Føroya kann loyva, at útlutanir í sambandi við niðurskriving av partapeningi verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending
Stk. 5. 2) Reglurnar í hesi lóg fevna ikki um tekningsrættindi ella keypsrættindi fevnd av § 28 A í skattalógini.
Stk. 6. 2) Reglurnar í hesi lóg fevna ikki um vinning ella tap av virðisbrøvum, sum eru liður í eftirlønarskipanum, sum eru fevndar av rentutryggingarlógini.
§ 2. Skattskylda eftir hesi lóg áliggur øllum teimum persónum, feløgum, stovnum, deyðsbúgvum og grunnum v.m., sum, í tí løtu tey hava ásannað vinning ella tap, fáa útlutað vinningsbýti ella hava rentuinntøku, eru undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu í Føroyum.
Kapittul 2
Vinnuligt virksemi
§ 3. Vinningur ella tap sambært § 1, sum er liður í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, verður roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini.
Stk. 2. Vinningur og tap verða gjørd upp sum munurin millum avhendingarupphædd og útveganarupphædd (realisatiónsprinsippið). Hevur partabrævaeigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, verður tað, sum fyrst er útvegað, roknað sum fyrst avhendað (FIFO- prinsippið).
Stk. 3. Hin skattskyldugi kann tó í staðin einaferð fyri alla tíð írokna ikki staðfestan vinning ella tap í ta skattskyldugu inntøkuna (lagurprinsippið).
Stk. 4. Um skattgjaldarin velur at nýta lagurprinsippið, verða vinningur ella tap fyri inntøkuárið gjørd upp sum munurin millum virðið við ársbyrjan og virðið við ársenda. Fyri útveganir í árinum verður útveganarpeningurin nýttur í staðin fyri virðið við ársbyrjan. Fyri avhendanir í árinum verður avhendingarupphæddin nýtt í staðin fyri virðið við ársenda.
Kapittul 3
Ikki vinnuligt virksemi
Partabrøv v.m.
§ 4. Vinningur ella tap sambært § 1, nr. 1 skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá vinningurin ella tapið er ásannað (realisatiónsprinsippið).
Stk. 2. Vinningur ella tap sambært § 1, nr. 1 verða gjørd upp sum munurin millum útveganarupphæddina og avhendingarupphæddina fyri avvarðandi partabrøv v.m. Hevur partabrævaeigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, verður tað, sum fyrst er útvegað, roknað sum fyrst avhendað (FIFO-prinsippið).
Stk 3. Fyri feløg og grunnar v.m., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, kann tap við avhending av teimum í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøvum bert dragast frá í uppgerð av inntøku eftir § 14 í tann mun, tapið er størri enn skattafrítt vinningsbýti av avvarðandi virðisbrøvum.
Stk. 4. Frípartabrøv, rættindi til frípartabrøv og tekningsrættindi, ið eru tillutað, verða roknað fyri útvegað fyri 0 kr., og verða roknað fyri útvegað samstundis sum móðurpartabrævið.
§ 5. Verða tey í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøv avhendað til tað felagið v.m., ið hevur givið út virðisbrævið, skal avhendingarupphæddin roknast fyri vinningsbýti. Sama er galdandi fyri umbýtilig lánsbrøv og tekningsrættindi til tey í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøv.
Stk. 2. Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at avhendingarupphæddin ikki verður viðgjørd eftir stk. 1.
Stk. 3. Fer avhending nevnd í stk. 1. fram í tí kalendaraári, tá felagið, ið hevur givið virðisbrævið út, er endaliga avtikið, er stk. 1 ikki galdandi
Stk 4. Í teim í stk 2 og stk. 3 nevndu førum verða vinningur ella tap viðgjørd eftir somu reglum sum vinningur ella tap við avhendan av partabrøvum v.m. til onnur enn tey í stk. 1 nevndu feløg v.m., jbr § 4.
Fíggjarkrøv og skuld
§ 6. Vinningur ella tap sambært § 1, nr. 2 og 3 skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá vinningurin ella tapið eru ásannað (realisatiónsprinsippið).
Stk. 2. Vinningur ella tap av krøvum verða gjørd upp sum munurin millum úveganarupphædd og avhendingarupphædd.
Stk. 3. Vinningur ella tap av skuld verða gjørd upp sum munurin millum virðið á skuldini, tá skuldin varð stovnað og virðið, tá skuldin verður innloyst ella frígivin. Verður skuldin innloyst við avdráttum, verður íroknaður skattskyldugu inntøkuna so stórur partur, sum svarar til lutfallið millum innloysingarvirðið við frádrátti av útveganarvirðinum og innloysingarvirðið.
Stk. 4.6) Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv skal vinningur bert roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, um vinningurin er meir enn 1.000 kr. samanlagt um árið. Tap kann bert dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 av lánsbrøvum, skuldarbrøvum og pantibrøvum, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaði.
Stk. 5. Tap av skuldarum og tap av viðurlagsvinnu verða viðgjørd eftir reglunum í skattalógini.
Stk. 6. 6) Valutakursvinningur ella -tap av fíggjarkrøvum og skuld, ið hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, verða tikin við í skattskyldugu inntøkuna eftir skattalógini. Vinningurin ella tapið verða tikin við í skattskyldugu inntøkuna tað árið, vinningurin er staðfestur, og tapið er goldið.
§ 7. Vinningur ella tap við eftirgeving, fyrning, samanrenning, fyrilokan av skuld og orsakað av neyðskuldarsemju og sjálvbodnari skuldarsemju verða roknað við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 í tann mun, skuldin verður niðurskrivað niður um kursvirðið á kravinum fyri kravánaranum, tá skuldin varð eftirgivin v.m.
Stk. 2. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi, um talan er um gávu, arvaforskot ella arv frá einum av teimum í skattalógini § 29, nr. 3 nevndu persónum.
Keyps- og sølurættindi
§ 8. Vinningur ella tap av keyps- og sølurættindum, ið eru fevnd av § 1, nr. 4 skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 tað árið, vinningurin ella tapið eru ásannað (realisasjónsprinsippið).
Stk. 2. Vinningur ella tap verða gjørd upp sum munurin millum útveganarupphædd og avhendingarupphædd.
Vinningsbýti
§ 9. 6) Vinningsbýti verður roknað við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14. Feløg og grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum. Skattur skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv/innskotsprógv, sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur.
Stk. 2.5)6) Strikað
Rentuinntøkur
§ 10. 6) Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv verða rentuinntøkur roknaðar upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14. Fyri feløg og grunnar v.m. verður rentuinntøkan roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
Stk. 2. Samsýning fyri viðhangandi ella góðskrivaða rentu í sambandi við avhending ella útvegan av rentuberandi krøvum verður tikin við í uppgerðina av rentuinntøku tað árið, tá avhendingin ella útveganin av kravinum fer fram. Samsýning, sum verður goldin peningastovni í sambandi við, at peningur verður tikin út (dekort), verður tikin við í uppgerðina av rentuinntøku tað árið, samsýningin verður skuldskrivað.
Stk. 3. Rentur, sum stava frá lántøku hjá likamligum persónum í peningastovnum o.ø., ið er tikið í sambandi við keyp av virðisbrøvum, kunna mótroknast í kapitalvinningi.
Stk. 4. Niðanfyristandandi rentuinntøkur verða ikki skattaðar:
1) Rentur, sum verða góðskrivaðar kontuni fyri eina eftirlønarskipan við innskoti í peningastovni v.m., so leingi tær ikki verða útgoldnar.
2) Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum.
3) Rentutilskriving av innilæstum dýrtíðarviðbótum, sambært Lov nr. 7 af 9. januar 1980 om Lønmodtagernes Dyrtidsfond med senere ændringer.
Kapittul 4
Aðrar ásetingar
§ 11. Latan og móttøka av gávu ella arvaforskoti verða roknað sum avhending og útvegan. Avhendingarupphæddin og útveganarupphæddin verða roknað sum virðið í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Stk. 2. Endurgjald og tryggingarpeningur verða í hesi lóg javnsett við avhendingarupphædd.
§ 12. Tá vinningur ella tap í sambandi við útlutan av teimum í § 1 nevndu ognum úr einum deyðsbúgvi til hjúnafelaga, arvingar og legatarar verða uppgjørd, verða ásannaður vinningur og ásannað tap ikki roknað upp í skattskyldugu inntøkuna hjá búgvinum.
Stk. 2. Tá virðisbrøv verða útlutað úr einum deyðsbúgvi, kemur móttakarin av útlutingini í skattligu støðuna hjá tí deyða.
Stk. 3. Við teimum avmarkingum, sum tilskilaðar eru í stk. 1 og 2, verða reglurnar í samtíðarskattalógini um skattseting í samband við deyða at nýta í sambandi við sølu av ognum, sum eru fevndar av hesi lóg.
§ 13. Við avhendan í livandi lívi av teimum í §1, nr. 1 nevndu virðisbrøvum kunna partarnir við avhendanina nýta reglurnar í stk. 6 - 8 undir fylgjandi treytum:
1) Avhendanin er til børn, barnabørn, systkin, børn hjá systkjum ella barnabørn hjá systkjum,
2) avhendarin er høvuðsparteigari, jbr. stk. 2 - 4, og
3) hvør avhendan av partabrøvum er í minsta lagi 10% av atkvøðuvirðinum.
Stk. 2. Viðurskifti viðvíkjandi ættleiddum børnum, stjúkbørnum og fosturbørnum í stk. 1 eru javnsett natúrligum ættarbondum.
Stk. 3. Høvuðsparteigari er tann, sum eigur 25% ella meira av partapeninginum, ella sum ræður yvir meira enn 50 % av atkvøðuvirðinum. Tá partapeningurin verður gjørdur upp í einum felag, verður sæð burtur frá felagsins egnu partabrøvum.
Stk. 4. Tá avgerast skal, um tann skattskyldugi eigur í minsta lagi 25 % av partapeninginum í einum felag ella ræður yvir meira enn 50 % av tí samlaða atkvøðuvirðinum, verða partabrøv, sum um somu tíð eru ogn hjá hjúnafelaga, foreldrum, ommum og abbum, børnum og barnabørnum hjá skattskylduga, og hjúnafeløgum teirra ella deyðsbúgv eftir nevndu persónum, íroknað. Viðurskifti viðvíkjandi ættleiddum børnum, stjúkbørnum og fosturbørnum eru javnsett natúrligum ættarbondum. Harumframt skulu íroknast partabrøv, sum eru ogn hjá feløgum, grunnum v.m., har nevndu persónar orsakað av ognarhaldi, viðtøkuavgerð, avtalu ella felags leiðslu hava avgerandi ávirkan.
Stk. 5. Umbýtilig lánsbrøv skulu ikki íroknast, tá avgerast skal, um avhendarin eftir stk. 3 og 4 eigur 25 % ella meira av partapeninginum ella ræður yvir meira enn 50 % av atkvøðuvirðinum av partapeninginum.
Stk. 6. Vinningur ella tap við avhendan skattast ikki hjá avhendaranum. Útvegarin kemur skattliga í avhendarans stað við avhendanina. Tá útvegarans vinningur ella tap við avhendan skal gerast upp, roknast partabrøvini sum útvegað fyri ta útveganarupphædd, tey vóru fingin til vega av avhendaranum.
Stk. 7. 2) Ásetingarnar í stk. 6 eru ikki galdandi, um útvegarin ikki er fult skattskyldugur í Føroyum, ella útvegarin, sambært ásetingunum í einum tvískattasáttmála, ikki er heimahoyrandi í Føroyum.
Stk. 8. Útvegarin kann ikki í vinningi av virðisbrøvum eftir hesi grein draga frá hall, sum stavar frá tíðini áðrenn útveganina av hesum virðisbrøvum.
Stk. 9. Avgerðin um, at útvegarin kemur í avhendarans skattliga stað, skal fráboðast í seinasta lagi, tá avhendarin letur inn sjálvuppgávu.
Kapittul 5
Almennar ásetingar
Uppgerð v.m.
§ 14.6)Ein uppgerð verður gjørd, har vinningur og tap eftir §§ 4, 6, 7, 8, 9 og 10 verða løgd saman.
Stk. 2.5)6) Vísir uppgerðin ein vinning, verður latin skattur upp á 35 %. Feløg og grunnar v.m. lata skatt upp á 18 %. Vísir inntøkuuppgerðin eftir skattalógini hall, kunnu feløg og grunnar o.o. taka vinning eftir hesi grein við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Hetta er tó bert galdandi fyri so stóran part av vinninginum, sum dekkar hall, harundir hall frá eldri inntøkuárum, sum felagið kann føra fram til frádrátt í seinni inntøkuárum
Stk. 3.4) Vísir skattauppgerðin hall, kann hetta verða drigið frá í uppgerðini eftir hesi grein fylgjandi árini. Hall kann bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, í tann mun tað ikki er rúm fyri tí í møguligum nettovinningi eitt fyrri ár.
Stk. 4.6) Er ongin kapitalvinningur at mótrokna rentuútreiðslur við, kunnu rentuútreiðslur verða fluttar fram til mótrokning í kapitalvinningi næstu 5 árini. Í hesum tíðarskeiði kann tapið einans flytast til frádrátt fyri eitt seinni inntøkuár treytað av, at tað ikki rúmast innan fyri ein møguligan nettovinning í einnum inntøkuári frammanundan.
§ 15.5)6) Feløg og grunnar o.o., sum útluta vinningsbýti til likamligar persónar, skulu halda 35% aftur í skatti. Tá ið útlutað verður til feløg og grunnar v.m., sum ikki eru fevnd av § 9, stk. 1, 2. pkt., skal haldast aftur ein skattur á 18%. Skattur skal eisini haldast aftur í sambandi við, at felag keypir egin partabrøv o.a., fevnd av § 5 í hesi lóg. Skattur skal ikki haldast aftur av vinningsbýti til partabrøv o.a., sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta reglur um, at skattur ikki skal haldast aftur, ella at skattur skal haldast aftur við einum lægri satsi, enn ásett í stk. 1.
Stk. 3. Í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð um at útluta vinningsbýti skal felagið, grunnurin o.o. rinda Toll- og Skattstovu Føroya peningin og leggja við eina vinningsbýtisuppgerð, sum vísir, hvussu skatturin er roknaður, hvørjir persónar og feløg fáa útlutað vinningsbýti, um tey eru kend, og hvørji feløg og grunnar o.o. ikki skulu rinda skatt, jbr. § 9, stk. 1. Skatturin áliggur tó móttakaranum.
Stk. 4. Hevur felagið ikki goldið afturhildnan skatt, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka felagsins verður gjørd upp eftir skattalógini.“
§ 16. Renta, sum føroyskir peningastovnar og postgiro geva likamligum persónum og deyðsbúgvum av innistandandi peningi, herav ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum, er fevnd av hesi grein. Skatturin áliggur kontuhavaranum, men verður av peningastovni ella postgiro, kontuhavarans vegna, rindaður við 35% burtur av tí tilskrivaðu rentuni.
Stk. 2. Peningastovnar og postgiro skulu í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentustilskriving avrokna rentuskattin av innistandandi peningi, herundir ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum, til Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 3. 3)7) Er skatturin eftir stk. 2 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 4. Renta kann ikki dragast frá skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
§ 17. 6) Strikað
§ 18. 6) Tað áliggur skattskylduga at geva upp skattskyldugu upphæddina sambært § 14 á oyðublaði, sum Toll- og Skattstova Føroya letur gera.Oyðublaðið skal latast Toll- og Skattstovu Føroya samstundis, sum sjálvuppgávan eigur at verða latin inn sambært reglunum í skattalógini. Persónar, feløg og grunnar o.o., sum hava fingið forprentað oyðublað, skulu tó ikki lata inn oyðublað, um so er, at forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar
Stk. 2. 6) Er skatturin eftir § 14 hægri enn fyribilsskattur, goldin sambært § 15 og/ella § 16, verður hann nevndur írestandi skattur. Er írestandi skatturin 500 kr. ella minni, verður hann ikki kravdur inn. Er skatturin eftir § 14 lægri enn fyribilsskattur, goldin sambært § 15 og/ella § 16, verður hann nevndur avlopsskattur. Er avlopsskatturin minni enn 50 kr., verður hann ikki útgoldin
Stk. 3. 6)Tað áliggur tí skattskylduga at rinda tann í stk. 1 nevnda skatt til Toll- og Skattstovu Føroya. Skatturin fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at uppgerð er skrivað út við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.
Stk. 4. 3)6)7) Er skatturin eftir stk. 3 ikki goldin, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka verður gjørd upp eftir skattalógini.
Stk. 5.6) Skatturin eftir hesi lóg fer í landskassan.
Stk. 6.6) Inntøka hjá feløgum og grunnum v.m., sum skal roknast við í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini, skal gevast upp og rindast eftir reglunum í skattalógini.
Skattur goldin í øðrum landi
§ 19. Skattur, sum er goldin øðrum landi av inntøku haðani, har tvískattasáttmáli ikki er gjørdur, annaðhvørt skatturin er beinleiðis álíknaður ella afturhildin, kann verða drigin frá í tí skatti, sum latin skal verða í Føroyum av hesari inntøku. Frádrigin kann tó ikki verða meira enn tann skattur, sum lutfalsliga fellur á ta í øðrum landi skattaðu inntøkuna, sum eisini er skattað í Føroyum.
Kæra
§ 20. Avgerðir eftir hesi lóg verða tiknar av økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. 1)6) Avgerðir tiknar sambært kap. 1-4 og 7 í hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 3. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Eftirlit
§ 21. Øll, ið eru fevnd av hesi lóg, hava skyldu at leggja fyri Toll- og Skattstovu Føroya, tá hetta verður kravt, øll skjøl, ið kunnu verða til sannan av álíkningini.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið, fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum hon heldur eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.
Pantiheimild
§ 22. Skattur og sekt, sum stava frá inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi lóg, og eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting sambært stk. 1 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
Revsing
§ 23. 6) Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt av inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi lóg, greiðir rangt frá, ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar, ella letur vera við at lata inn oyðublað, sambært § 18, stk. 1, hóast forprentaðu upplýsingarnar ikki eru rættar og fullfíggjaðar, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.
Stk. 2. Er misbrotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt.
Stk. 3. Er lógarbrotið eftir hesi grein framt av einum partafelag, smápartafelag ella tílíkum, kann sektaraábyrgd verða áløgd felagnum sum so.
§ 24. Við sekt verður tann persónur revsaður, sum við vilja ella av stórum gáloysni
1) letur vera við at halda aftur ella avrokna skatt av vinningsbýti eftir § 15
2) letur vera við at avrokna skatt av rentuinntøku eftir § 16.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum móttekur vinningsbýti ella rentuinntøkur vitandi um, at skattur ikki er hildin aftur, sum álagt.
Stk. 3. Er lógarbrotið eftir hesi grein framt av einum partafelag, smápartafelag ella tílíkum, kann sektaraábyrgd verða áløgd felagnum sum so.
§ 25. Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Toll- og Skattstova Føroya kunna viðkomandi um, at málið kann verða avgjørt uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg til reiðar innan fyri eina ásetta freist at gjalda eina sekt.
Stk. 2. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti í løgreglumálum brúktar.
Stk. 3. Verður sektin goldin rættstundis, fellur víðari rættarsókn burtur.
Stk. 4. Tá sakarmál um lógarbrot, nevnd í § 23 og § 24, verða løgd fyri rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál. Rættarráðini í kap. 72 og 73 í rættargangslógini kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 26. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri vinning og tap, sum eru staðfest, fyri rentuinntøkur, sum eru tilskrivaðar, og fyri vinningsbýti, ið er útlutað 16. november 2001 ella seinni.
Stk 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fara úr gildi løgtingslóg nr 40 frá 17. apríl 1986 um skatt av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum og løgtingslóg nr. 87 frá 5. juni 1992 um rentuskatt.
Kapittul 7
Skiftisreglur
§ 27. 6) Hóast ásetingarnar í § 4 í hesi lóg, skal vinningur ella tap sambært § 1, nr. 1 ikki roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá virðisbrøvini eru útvegað fyri 16. november 2001, og vinningurin ella tapið er ásannað fyri 1. januar 2007.
§ 28. 6)Virðisbrøv, nevnd í § 1, nr. 1, ið eru útvegað fyri 16. november 2001, og sum ikki eru avhendað fyri 1. januar 2007, verða eftir hesi lóg roknað sum útvegað fyri eitt mett handilsvirði, sum verður ásett við støði í innara virðinum í felagnum við endan á roknskaparskeiðinum, sum endar í 2006. Skattliga útveganarvirðið verður ásett til eitt mett handilsvirði og sett í eina skattauppgerð fyri seg, sum grannskoðari váttar til sannan.
Stk. 2. Landsstýrismanninum við fíggjarmálum verður við kunngerð heimilað at áseta nærri reglur um at áseta, hvussu virðið skal gerast upp, freistir fyri at senda inn uppgerðina, og um møguleiki skal vera at víkja frá hesum. Uppgerðin skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya. Toll- og Skattstova Føroya kann eftirkanna og gera broytingar í virðisásetingini av ogn og skuld.
Stk. 3. Hóast stk. 1, verða tey virðisbrøv, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, roknað fyri útvegað fyri skrásetta kursvirðið við dagsenda 31. desember 2006.
Stk. 4. Partabrævaeigarar kunnu í staðin fyri virðið eftir stk. 1 og 3 velja at nýta veruliga útveganarvirðið sum skattligt útveganarvirði eftir hesi lóg. Velur partabrævaeigari at nýta veruliga útveganarvirðið, skal hetta verða fráboðað Toll og Skattstovu Føroya innan 1. oktober 2007. Verður hetta ikki gjørt, verður skattliga útveganarvirðið ásett eftir stk. 1 og 3.
Stk. 5. Allar ásetingarnar í hesi lóg um eitt nú uppgerð, frádrátt fyri tap, avmarkingar fyri frádrátt av tapi v.m. eru galdandi fyri virðisbrøv fevnd av kapittul 7. Tó kann frádráttarbæra tapið ongantíð gerast meira enn tað tapið, sum uppruna útveganarvirðið av virðisbrøvunum hevði givið, um selt varð til sama prís.
§ 29. 6)8) Í tíðarskeiðinum 2010 – 2013 verður 35%-skatturin, ið er nevndur í §§ 14, stk. 2, 15, stk. 1 og 16, stk. 1 broyttur soleiðis, at hann í 2010 er 39%, í 2011 er skatturin 38%, í 2012 er skatturin 37% og í 2013 er skatturin 36%.
§ 30. 6) Strikað
§ 31. 6) Strikað
Lógarbroytingar og ígildiskomur:
1) Broytt við ll. nr. 100 frá 20.12.2002
2) Broytt við ll nr. 109 frá 20.12.2002 við gildi frá 01.01.2003
3) Broytt við ll. nr. 121 frá 01.12.2003, har § 9 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.
4) Broytt við ll. nr. 23 frá 17.mai 2004, har § 4 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó so at § 1, nr. 2, § 2 og § 3 hava virknað fyri hall, staðfest í 2002 og seinni.
5) Broytt við ll nr. 141 frá 15. desember 2005, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri inntøkuárið 2006 og frameftir.
6) Broytt við ll. nr. 46 frá 16. mai 2006, har § 2 og § 3 eru soljóðandi: § 2, Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hava broytingarnar í nr. 1, 3, 6, 8 og 13 virknað fyri inntøkuárið 2006, meðan broyting nr. 2 og 19 eru galdandi frá inntøkuárinum 2007. Broytingin í nr. 5 er galdandi frá 1. januar 2007.§ 3, Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya loyva fólki at koma í skattligu støðuna hjá foreldrum o.ø. eftir reglunum um successión í § 12 afturvirkandi til 16. november 2001
7) Broytt við ll nr. 49 frá 16. mai 2006, har § 11 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (Útg.: 19.05.2006).
8) Broytt við ll. nr. 173 frá 22. desember 2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(útg. 30. des. 2009)