|
Kunngerð nr. 21 frá 14. mars 2005
um
samdøgursfrádrátt
Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, verður ásett:
§ 1. Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og vanlukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgursfrádráttur.
Stk. 2. Treytin fyri samdøgursfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.
Stk. 3. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.
§ 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádráttur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar, fyri arbeiði annars óviðkomandi, dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.
§ 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi og fyri arbeiði í útlondum er samdøgursfrádrátturin kr. 300,-
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2005. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 39 frá 24. mars 2003 um samdøgursfrádrátt.
|
|