Borgari

Fyritøka

Ráðgeving


Nyt logo2

Vit hava fingið nýtt navn og búmerki

Navnið
Navnið TAKS minnir um tað enska tax, men íblásturin er kortini ikki enskur. TAKS er eitt sjálvstøðugt heiti, runnið av at vera til taks, samstundis sum tað inniheldur forbókstavirnar i Tollur, Avgjøld, Kolvetni, Skattur. Hetta eru eisini starvsøkini hjá TAKS. Navnið hóskar væl til nýggja samleikan, bæði tí tað er rúmligt, snøgt og lætt at siga.

Navnið TAKS var veruleiki eftir innanhýsis kapping á stovninum. Frammanundan høvdu lýsingarfólk og málfrøðingar roynt at finna eitt hóskandi navn til nýggja samleikan, men illa bar til. Tá so starvsfólk skjóta TAKS navnið upp, er leyst og liðugt. Beinanvegin hómast mongu møguleikarnir í navninum, sum leiðslan eisini góðtók við brestin. 

Búmerkið

Blaðið fyriboðar nakað, sum er í vøkstri, nakað sum grør, veksur, nakað sunt og gott, sum trívist, samstundis sum tað broytist, er í rørslu, ein menning fer fram. Øll hesi orðini kunnu eisini tengjast at vælferð, einum vælferðarsamfelag.

Blaðið ger saman við stelkinum ein sirkul, ein ring. Runda skapið stendur fyri samskifti. Her kann bæði vera talan um innanhýsis samskifti í TAKS, samskifti úteftir og samskifti millum TAKS og viðskiftafólkini.

Litirnir eru stílríkir - myrkt grønt og gull. Saman lýsa hesir litir virðiligheit og ein ávísan mynduleika. Gull er litur vit nýta, tá okkurt hevur roynst væl, tá ein er dugnaligur (gullmerki). Tað er eisini ein litur vit nýta, tá okkurt hevur vart leingi (gullbrúdleyp, rundir føðingardagar, hátíðarhald). Á henda hátt er gull við til at vísa stoltleika og úthaldni.

Typografiin er alt í einum rund og blíð, men samstundis haldfør. Tað er ein typografi við nógvum persónleika.

Soleiðis umboðar alt búmerki eina fyritøku í trivnaði, sum samskiftir, sum er virðilig og hevur mynduleika, sum er fyrikomandi, sum strálar vinsemi og er til TÆNASTU.

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5

Design: Stephanssons Hús