|
Missjón/Visjón

Missjón
Vit tryggja landskassanum skatta- og avgjaldsinntøkur.
Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta.
Visjón
Rættartrygd
Rættartrygdin hjá tí einstaka er avgerandi í øllum okkara virksemi. Viðskiftafólkini hava ta fatan, at øll verða viðgjørd eins og rættvíst.
Virkni
Arbeiðsuppgávurnar verða loystar soleiðis, at atlit verður tikið til virkni (effektivitet).
Tænasta
Vit taka støði í tørvinum hjá okkara viðskiftafólkum.
Góðska
Okkara arbeiði er gjørt við høgari góðsku.
Gjøgnumskygni
Okkara virksemi er eyðkent við opinleika, soleiðis at tilber hjá øðrum at síggja og skilja tað, vit gera.
Áhugavert starvsstað
Við at skapa eitt virkið arbeiðsstað við høgari góðsku og høgum tænastustøði verður arbeiðsumhvørvið fakliga avbjóðandi og úrslitini og trivnaðurin hareftir.
|





 |