taks logo







 
   Starvsfólk til Vinnusjúkugrunnin


Vinnusjúkugrunnurin hevur sum endamál at fíggja og rinda endurgjald fyri vinnusjúkur. Allir arbeiðsgevarar, teirra millum land, kommunur og sjálvstøðugt vinnurekandi, skulu rinda gjald til Vinnusjúkugrunnin.

Talan er um eitt fulltíðarstarv í Vinnu-sjúkugrunninum at byrja 1. mars 2010. Grunnurin verður umsitin á TAKS á Tvøroyri.

Vit leita eftir einum fólki, sum m.a. skal taka sær av arbeiðinum við innheintingini av gjaldinum, sum arbeiðsgevarar skulu gjalda til Vinnusjúkugrunnin.

Um so er, at nýggjar ella broyttar uppgávur verða álagdar eindini, skal viðkomandi vera fúsur at taka sær av teimum og skal umframt kunna tillaga seg lógarbroytingum og umstøðum annars.

Tann, sum settur verður, skal hava skrivstovuútbúgving e.l., hava rokn-skaparligan kunnleika og royndir innan bókhald, vera arbeiðssamur, fyri-komandi og duga væl at leggja
  arbeiðið til rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálv-støðugt, er vanur við at arbeiða við teldu og er førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðinum.

Vit kunnu bjóða
• Eitt spennandi og avbjóðandi starv við
  nógvum og fjølbroyttum uppgávum.
• Flextíð
• Eitt sjálvstøðugt starv í góðum ar-
  beiðsumhvørvi

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Setanarøkið er TAKS á Tvøroyri, men umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Margret Joensen, stjóra á TAKS á Tvøroyri, á telefon 352600.

Send umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og CV til TAKS í seinasta lagi 1. februar 2010.
Merkt: Umsókn Vinnusjúkugrunnurin


 

TAKS er ein stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at umsita toll- og
avgjaldsskattalóggávuna og innheintingar innan málsøkini hjá stovninum.

TAKS hevur 140 starvsfólk og er skipað við einari høvuðseind á Argjum og trimum skrivstovueindum runt landið.
 
 

Design: Stephanssons Hús