Nevndir og ráð
TAKS-ráðið
Uppgávurnar hjá TAKS-ráðnum eru m.a. at fastleggja tey stevnumið, sum TAKS skal arbeiða eftir á toll-, avgjalds- og skattaøkinum og at góðkenna tær vegleiðingar, sum TAKS arbeiðir eftir. Høvuðseindin er sekretariat hjá TAKS-ráðnum.
|
| |
Skatta- og avgjaldskærunevndin
Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger toll- og skatta- og avgjaldskærur.
Kærandi kann sjálvur senda inn kæruna. Kæra um skattseting kann ikki skjótast inn fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina, um kærandi ikki í rættari tíð hevur sent kæru til kommunalu skattakærunevndina. Hetta er tó ikki galdandi, um kærandi heldur fast um, at hann ikki er skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina. Kæra skal vera send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at kærandi fekk boð um avgerðina.
|
| |
Kommunalu Skattakærunevndirnar
Landið verður býtt upp í sjey skattakæruøkir, sum velja hvør sína skattakærunevnd.
Kommunurnar í skattakæruøkinum velja limirnar í skattakærunevndina. Talið á nevndarlimum skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvørjar av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu verða innkallaðir, um tí fasta liminum berst frá.
|
| |
|





 |