Kommunalu skattakærunevndirnar

Landið verður býtt upp í sjey skattakæruøkir, sum velja hvør sína skattakærunevnd.

Skattakæruøkini eru:
1. Norðoya Øki
2. Eysturoyar Øki
3. Vága Øki
4. Tórshavnar Øki
5. Norður Streymoyar Øki
6. Sandoyar Øki
7. Suðuroyar Øki

Kommunurnar í skattakæruøkinum velja limirnar í skattakærunevndina. Talið á nevndarlimum skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvørjar av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu verða innkallaðir, um tí fasta liminum berst frá.

Skattakærunevndin skipar seg við formanni og næstformanni, og er hon viðtøkufør, tá ið minsta lagi helmingurin av limunum er á fundi, ella tiltakslimir teirra. Allar avgerðir skulu fyri at hava gildið verða samtyktar av minst helminginum av teimum, ið eru á fundi.
Tær kommunalu skattakærunevndirnar viðgera kærur um álíkningina frá borgarunum í tí øki, tær umfata.
Skattakærunevndin kann biðja um allar upplýsingar til skattakærunevndina um eitt mál, ið kært verður um. Nevndin kann eisini krevja TAKS eftir ummæli í málinum og skal annars royna at fáa til vega teir upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum.

Skattakærunevndin ger úrskurð um innkomnu kærurnar, og skal støðutakanin hjá nevndini verða grundgivin.

Úrskurður hjá skattakærunevndini kann kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina innan 4 vikur eru farnar frá tí kærarin fekk kunnleika til úrskurð skattakærunevndarinnar. TAKS kann eisini kæra úrskurð hjá skattakærunevndini til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Hetta kann tó bert gerast við samtykki frá TAKS-ráðnum.
Kæra til skattakærunevndina um álíkningina hjá TAKS verður send Skattakærunevndini í økinum, sum sendir kæruna við møguligari frágreiðing um málið, ið kært verður um, til TAKS í økinum, og krevur hana eftir áliti í málinum. Kæran til skattakærunevndina skal verða send skrivliga og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Hon skal verða latin inn áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí at skattakravið er fingið frá TAKS.

Skattakærunevndin hevur heimild til at taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.

Eru meira enn 3 mánaðir lidnir síðani kæran varð latin inn til skattakærunevndina, kann kæra verða latin Skatta- og avgjaldskærunevndini, sjálvt um skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð.

Skattakærunevndin kann eftir áheitan frá kærara taka eitt mál uppaftur, um nevndin fær upplýsingar, sum hon ikki áður hevur havt undir viðgerðini av kæruni, og um mett verður, at hesir upplýsingar vildu ført til heilt annan úrskurð frá nevndini, um upplýsingarnir vóru tøkir, tá nevndin gjørdi sín úrskurð.



Kommunalu skattakærunevndirnar

Kommunala skattakærunevndin
Kristian M. Petersen, formaður fyri Eysturoyar Øki
Postboks 98
FO-600 Saltangará

Kommunala skattakærunevndin fyri Norðstreymoyar Øki
Karl Simonsen, formaður
Postboks 91
FO-350 Vestmanna

Kommunala skattakærunevndin fyri Tórshavnar Øki
Elin H. Joensen, formaður
Sverrisgøta 5, 2 th.
Postboks 36
FO-110 Tórshavn

Kommunala skattakærunevndini fyri Sandoyar Øki
Tunguvegur 17
FO-240 Skopun

Kommunala skattakærunevndin fyri Vága Øki
c/o Johan F. á Ørg, formaður
Sørvágs Kommuna
FO 380 Sørvágur

Kommunala skattakærunevndin fyri Norðoya Øki
Markus Tummas Jacobsen, formaður
Postboks 2
FO 700 Klaksvík

Kommunala skattakærunevndin fyri Suðuroyar Øki
Froðbiarvegur 103
FO 825 Froðba

 
 
Føroya Kærustovnur

Føroya Kærustovnur
Skatta- og avgjaldskærunevndin
Undir Hornabakka
Postboks 45
FO-110 Tórshavn

 

Borgari

Fyritøka

Ráðgeving

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4

Banner5