Lurta
 

Kunning til arbeiðsgevarar um skatting av eftirlønum við inngjald

Allar eftirlønir skulu gjaldast umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS.
Frá 1. januar 2012 skulu allar eftirlønir flytast umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS, soleiðis at 40% av inngjaldinum verður afturhildið til landskassan.

Tað er sera umráðandi, at eingin arbeiðsgevari frá 1. januar 2012 flytir eftirlønir á sama hátt sum áður. Allar eftirlønir til føroyskar eftirlønarveitarar, skulu gjaldast gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS. Arbeiðsgevarar, ið ikki gera sambært lógini, ábyrgdast at gjalda eftirlønarskattin til landskassan

Løgtingið samtykti 23. desember 2011 at broyta lógina um eftirløn (Rentutryggingarlógin), soleiðis at frá 1. januar 2012 verður eftirløn skattað, tá hon verður inngoldin. Tað, sum verður inngoldið frá 1. januar 2012, verður so útgoldið aftur óskattað.

Eftirlønaruppsparingar hjá útlendskum eftirlønarveitarum
Frá 1. juli 2012 skulu eftirlønargjøldini til útlenskar skipanir eisini gjaldast gjøgnum afturhaldsskipanina. 
Hóast lógarbroytingin ikki kemur i gildi fyrr enn 1. juli 2012, fyri tær eftirlønaruppsparingar sum liggja hjá útlendskum veitarum, kunnu eftirlønaruppsparingar hjá útlendskum eftirlønar­veitarum longu frá 1. januar 2012 gjaldast gjøgnum afturhaldsskipanina. Fram til 1. juli 2012 verður øll eftirlønarupphæddin flutt óskattað víðari til uppsparingina, men hareftir verða 40% afturhildin í skatti og 60% send víðari. 

Samlikontur
Um eftirlønarmóttakarin hevur sína eftirløn í einum eftirlønargrunni (pensiónsfelagi), er eftirlønarkontan ein samlikonta. Yvirlit yvir samlikontur til eftirlønargrunnar er at finna í teiginum til høgru.
Legg til merkis, at hesar samlikontur skulu bert nýtast av arbeiðsgevarum. 

Ymisku lønarskipanirnar hjá arbeiðsgevarunum
Arbeiðsgevarar nýta ymiskar lønarskipanir. Niðanfyri er lýst, hvussu arbeiðsgevararnir skulu fyrihalda seg, í mun til ta lønarskipan teir nýta.

Lønarportalurin ella manuelt fluttar lønir
Arbeiðsgevarar, ið nýta lønarportalin í netbankanum, ella flyta lønir manuelt við at lata lønarlista inn til bankan at avgreiða, skulu framyvir gera hetta við at gera tvær flytingar samstundis: Eina vanliga lønarflyting, har A-inntøka, forvunnin upphædd og frítíðarløn verða flutt, og so eina afturat, har eftirlønargjaldið verður flutt.

Flytingin av eftirlønini verður gjørd við at seta 0 sum A-inntøku og eftirlønarupphæddina sum forvunna upphædd. Hendan seinna upphæddin verður flutt til eftirlønarkonto hjá løntakaranum. Út frá hesari konto, og út frá tí, at A-inntøkan er sett til 0, sær skipanin hjá TAKS, at talan er um eftirlønargjald, sum skal skattast eftir lógini um skatting av eftirlønum við inngjald.

Vegleiðing til eftirlønarflytingar gjøgnum Lønarportalin er at finna í teiginum til høgru.

Lønarskipanir frá Nema - Lundin
Arbeiðsgevarar, ið nýta lønarskipanir frá Nema, verða komandi dagarnar kontaktaðir um forritstillagingar og broyttar mannagongdir í samband við løn- og hópflytingar.

Formula Føroyar – Løttløn
Fyrstu viku í januar setir Formula seg í samband við kundar, ið nýta Løttløn.

Elektron
Elektron ger neyðugar broytingar í lønarskipanini og kunnar kundarnar um hesar. Elektron kunnar eisini kundarnar, um tað gerst neyðugt hjá kundunum at gera tillagingar í verandi skrásetingum.
 

NARKO prei 143px

Banner1


banner2

banner3

Banner4





Banner5