Skriva út

Hvat er frádráttur?

Frádráttur er upphædd, sum verður drigin frá inntøkuni, so at man rindar minni í skatti. Niðanfyri er ymiskur frádráttur lýstur í stuttum. Undir snarslóðum kanst tú lesa meira um frádráttin og um treytirnar fyri at fáa hann.

Ymiskur frádráttur lýstur í stuttum

Barnafrádráttur

Upphædd, sum foreldur at børnum undir 18 ár kunnu draga frá í skattauppgerð síni, um tey lúka ávísar treytir.

Eftirlønarfrádráttur

Hevur tú rindað skatt og síðan goldið til eftirløn, sum verður skattað við inngjald? So kanst tú draga inngjaldið frá í skattinum. Hetta kalla vit eftirlønarfrádrátt.

Føroyafrádráttur

Upphædd, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu draga frá, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

Hjúnafrádráttur

Hjúnafrádráttur loyvir hjúnum at flyta botnfrádrátt upp til kr. 30.000 sínámillum, um annað hjúnið tjenar minni enn hetta.

Ítróttafrádráttur

Upphædd, sum hjálparfólk í ítróttafeløgum kunnu draga frá í inntøku síni.

Lærlingafrádráttur

Upphædd á í mesta lagi 50.000 kr. um árið, sum verður drigin frá inntøkuni hjá lærlingum, áðrenn skatturin verður roknaður.

Pensjonistafrádráttur

Árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar.

Samdøgursfrádráttur

Kompensatión, ið verður latin aftur fyri meirútreiðslur, sum standast av at skula arbeiða uttanlands.

Útróðrarfrádráttur

Frádráttur, ið tú sum útróðrarmaður kanst draga frá samlaðu hýruni upp til 470.000 kr, áðrenn skatturin verður roknaður.