Skriva út

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Ein kapitalvinningssjálvuppgáva er eitt yvirlit, sum tú letur TAKS um vinning av ognum tínum. So rokna vit út, hvussu nógv tú skalt rinda í kapitalvinningsskatti.

Ofta hevur kapitalvinningur við virðisbrøv at gera. Um tað kanst tú lesa meira um niðanfyri.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 3. mai 2021

Kapitalvinningssjálvuppgávan og virðisbrøv

Tap av virðisbrøvum

Tap av virðisbrøvum bert kann dragast frá kapitalvinningsskatti, ikki frá persónsskatti. Hevur tú tap av virðisbrøvum, so hevur tú ongan kapitalvinningsskatt at draga tapið frá. Tú kanst tó uttan tíðaravmarking flyta hall fram til komandi ár, til alt hallið er uppbrúkt.

Tap av virðisbrøvum kann standast av niðurskrivingum, ella av at tú selur tey fyri minni, enn tú keypti tey fyri. Til ber at hava ymisk tap av virðisbrøvunum, alt eftir nær tú hevur keypt, og um tú hevur keypt í fleiri umførum. Minnist tú ikki prísin, sum tú keypti virðisbrøvini fyri, kanst tú fáa hann at vita frá staðnum, har tú keypti tey.

Tá ið tú tekur lán til virðisbrøv

Hevur tú fíggjað øll ella ein part av virðisbrøvum tínum við láni, tikið áðrenn 1. januar 2017, kanst tú draga renturnar av láninum frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Tú kanst eisini flyta tap av slíkum rentuútreiðslum fram til komandi ár, tó í mesta lagi fimm ár fram.

Hevur tú virðisbrøv í útlendskum peningastovni?

Á TAKS fáa vit upplýsingar um virðisbrævaeigarar frá føroyskum peningastovnum og senda eina kapitalvinningssjálvuppgávu til øll, sum í árinum hava selt av sínum virðisbrøvum. Vit fáa ikki upplýsingar um goymslur í útlendskum peningastovnum. Hevur tú havt slík virðisbrøv og hevur selt tey, hevur tú skyldu at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu við upplýsingum um vinning ella tap.

Tú kanst gera broytingar trý ár aftur

Vilt tú broyta kapitalvinningssjálvuppgávuna, skalt tú innan trý ár eftir, at inntøkuárið er lokið, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva broytingina. Hevur tú t.d. tap av partabrøvum í ár, skulu hesar upplýsingar latast inn til TAKS í seinasta lagi 31. desember um trý ár. Sama er við rentuútreiðslum. Hevur tú t.d. havt rentuútreiðslur av at keypa partabrøv trý tey síðstu árini, og eru hesar ikki skrásettar hjá okkum, dettur frádráttarrætturin fyri tað fyrsta árið burtur 31. desember í ár.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 3. mai 2021

Verður kapitalvinningssjálvuppgávan ikki rættstundis innlatin, hevur TAKS heimild til áleggja sekt upp til 5.000 kr. Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um kapitalvinningsskattin og sendir tær eitt hoyringsskriv, har tú kanst siga tína hugsan um metingina.

Sektin, sum áløgd er, skal altíð rindast.

Soleiðis letur tú kapitalvinningssjálvuppgávuna inn

Kapitalvinningssjálvuppgávan kann latast inn á Borgaraglugganum ella á pappíri.

Á Borgaraglugganum

Rita inn, vel Sjálvuppgáva 2020 > Kapitalvinningsuppgerðir. Fyll út og send.
Undir snarslóðum kanst tú lesa meira um Borgaragluggan, og hvussu tú fært atgongd.

Á pappíri

Heinta kapitalvinningssjálvuppgávuna undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til TAKS á Mínboks.

Minst tó til, at skalt tú eisini lata inn roknskap, skalt tú nýta Borgaragluggan.

Skal onkur orðna kapitalvinningssjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni.

Ger tað beinleiðis á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir, ella heinta fulltrúina undir oyðubløðum her á síðuni og lat inn á pappíri.

Freistin er mánadagin, 19. apríl 2021

Hevur tú ikki Borgaragluggan?

Hann er títt TAKS 24/7. Les um hann á www.taks.fo/borgaragluggin.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningssjálvuppgávuna?

Undir snarslóðum finnur tú “Vegleiðing til at geva upp skatt 2020” og "Vegleiðing um at geva upp tap av partabrøvum". Har er eisini "VLS 2015", sum gevur tær eina gjølligari lýsing av ymiskum skattaviðurskiftum.

Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.