Skriva út

Sjálvuppgáva

Ein sjálvuppgáva er eitt yvirlit, sum tú letur TAKS um inntøkur og frádráttir tínar, so at roknast kann út, hvussu nógv tú skalt rinda í skatti. Øll, sum hava fastan bústað í Føroyum, og sum hava inntøku og/ella frádrátt her ella uttanlands, skulu lata inn sjálvuppgávu.

Talan er um tveir bólkar: vanligar skattgjaldarar og sjálvstøðugt vinnurekandi.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 3. mai 2021

Vanligir skattgjaldarar

Vanligir skattgjaldarar eru meginparturin av fólkinum. Tað eru borgarar, ið fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara gjøgnum sjálvvirkandi skattaskipanina. Ofta hevur TAKS allar upplýsingar um hesar borgarar, eitt nú lønarinntøku, frádrátt og barnatal.

Vanligir skattgjaldarar plaga tí ikki at skula lata inn sjálvuppgávu

Teir fáa í staðin sendandi eina skattauppgerð, ið er eitt yvirlit yvir inntøkur og frádráttir,  sum TAKS veit um, at teir hava havt síðsta álmanakkaárið. Vel "Skattauppgerð" undir snarslóðum og les meira um hana.

Sjálvstøðugt vinnurekandi

Sjálvstøðugt vinnurekandi eru eitt nú einstaklingsvirkir og útleigarar, ið geva upp við roknskapi. Í mun til feløg, t.e. partafeløg o.tíl., so fylgir skatturin hjá sjálvstøðugt vinnurekandi ikki einum v-tali men einum p-tali. Úrslitið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi verður tí skattað sum vanlig inntøka og ávirkar skattaprosentið á eini møguligari a-inntøku.

Sjálvstøðugt vinnurekandi skulu altíð lata inn sjálvuppgávu

Hon skal latast inn á Borgaraglugganum saman við roknskapinum, ið sjálvstøðugt vinnurekandi somuleiðis altíð skulu lata inn. Vel "Roknskapur" undir snarslóðum og les meira um hann.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 3. mai 2021

Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki rættstundis innlatin, kann TAKS áleggja bót. Bótin er í minsta lagi 1.000 kr. Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um skattin og sendir tær eitt hoyringsskriv. Hetta er vanliga í september. Letur tú ikki við teg koma, verður skatturin settur sambært hoyringsskrivinum. Hetta verður gjørt áðrenn 1. oktober.

Áløgd bót skal altíð rindast.

At søkja um longda innlatingarfreist

Søkjast kann um longda innlatingarfreist, um serlig orsøk er til tess, t.d. sjúka. Send tá skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo. Freistin verður ikki longd út um 15. august.

Gev gætur, at hvør umsókn kann bert galda ein persón. Tað er krav, at sjálvuppgávur, kapitalvinningssjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir frá eldri árum eru innlatin. Umsóknarfreistin er 30. apríl.

Soleiðis letur tú sjálvuppgávuna inn

Sjálvuppgávan kann latast inn á Borgaraglugganum ella á pappíri.

Á Borgaraglugganum

Rita inn, vel Sjálvuppgáva 2020 > Fyll út sjálvuppgávu.
Undir snarslóðum kanst tú lesa meira um Borgaragluggan, og hvussu tú fært atgongd.

Á pappíri

Heinta sjálvuppgávuna undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til TAKS á Mínboks.

Gev tó gætur, at skalt tú lata inn roknskap, skulu bæði roknskapur og sjálvuppgáva latast inn á Borgaraglugganum.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni.

Ger tað beinleiðis á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir, ella heinta fulltrúina undir oyðubløðum her á síðuni og lat inn á pappíri.

Freistin er mánadagin, 19. apríl 2021

Hevur tú ikki Borgaragluggan?

Hann er títt TAKS 24/7. Les um hann á www.taks.fo/borgaragluggin.

Brúk fyri hjálp til sjálvuppgávuna?

Undir snarslóðum finnur tú “Vegleiðing til at geva upp skatt 2020”. Har er eisini "VLS 2015", sum gevur tær eina gjølligari lýsing av ymiskum skattaviðurskiftum.

Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.