Skriva út

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni.

Ger tað beinleiðis á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir, ella heinta fulltrúina undir oyðubløðum her á síðuni og lat inn á pappíri.

Freistin er mánadagin, 19. apríl 2021

Vel, um fulltrúin skal galda eitt, tvey ella trý ár

Velur tú fleiri ár, sleppur tú undan at skula endurnýggja fulltrúina á hvørjum ári.

Ikki roynt Borgaragluggan?

Undir snarslóðum kanst tú lesa um fyrimunirnar, og um hvussu tú fært atgongd.