Skriva út

Skattauppgerð

Ein skattauppgerð, ella framskundað skattauppgerð, sum vit eisini siga, er eitt yvirlit yvir inntøkur og frádráttir, sum TAKS veit um, at tú hevur havt síðsta álmanakkaárið. Út frá hesum rokna vit skatt tín.

Fyrst í mars fáa nógvir borgarar sendandi eina skattauppgerð.

Hvat skalt tú gera við uppgerðina?

Tú skalt kanna, um hon er røtt. Er hon tað, skalt tú ikki gera meira. So er skattur tín í lagi.

Er feilur í, ella manglar okkurt, skalt tú senda TAKS eina sjálvuppgávu við rættaðum upplýsingum. Út frá henni fært tú so mánaðin eftir sendandi eina nýggja skattauppgerð.

Vel Sjálvuppgáva undir snarslóðum og síggj, hvar tú finnur hana, og hvussu tú letur inn.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 3. mai 2021

Hvør hevur ábyrgd av, at uppgerðin er røtt?

Tað hevur tú. Tølini hjá TAKS eru bert ein meting, sum er gjørd út frá teimum upplýsingum, sum TAKS hevur atgongd til, antin frá a-skattaskipanini ella frá síðst innlatnu sjálvuppgávu hjá tær.

Hvat um tú eigur skatt til góðar ella skalt rinda meira?

Eigur tú skatt til góðar, siga vit, at tú hevur avlopsskatt. Hann verður fluttur á lønarkontu tína ella á aðra kontu, sum tú hevur upplýst fyri okkum. Tað plaga at ganga fjúrtan dagar ella so.

Skalt tú rinda meira skatt, siga vit, at tú hevur írestandi skatt. Hann verður kravdur inn við rokning, sum vit senda tær.

Gev gætur, at avlopsskattur minni enn 25 kr. verður ikki útgoldin, og at írestandi skattur minni enn 100 kr. verður ikki innkravdur.

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Avlopsskatturin frá í fjør verður á kontu tann 24. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, sum vit skulu flyta hann á, kanst tú gera tað á Borgaraglugganum fram til 18. mars. Tú kanst eisini maila nýggja nummarið til okkara á taks@taks.fo, men so skal tað vera í síðsta lagi 12. mars.

Ikki roynt Borgaragluggan?

Undir snarslóðum kanst tú lesa um hann, og um hvussu tú fært atgongd.

Um tú onga skattauppgerð fært

Fært tú onga skattauppgerð, kann tað vera tí, at tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi. So fært tú eina sjálvuppgávu í staðin. Vel "Sjálvuppgáva" undir snarslóðum og les meira um hana.

Innlatingarfreist

Er skattauppgerðin skeiv, skal sjálvuppgáva latast inn í síðsta lagi 3. mai 2021.

Brúk fyri hjálp til skattauppgerðina?

Spyr kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.