Skriva út

Barsilspengar

Við barsilspengum frá Barsilsskipanini er fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívi barnsins.

Soleiðis søkir man um barsilspengar

Man søkir um barsilspengar við at senda Barsilsskipanini eina umsókn. Umsóknarblað er at finna á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini, www.barsil.fo.

Gev gætur, at umsóknin skal vera inni í seinasta lagi 1 ár eftir barnsburð/ættleiðing.

Treytir, upphæddir og útgjaldstíð

Treytir

Fyri at fáa barsilspening, skal man:

  • hava fastan bústað í Føroyum,
  • hava fulla skattskyldu í Føroyum,
  • vera um barnið í farloyvistíðini,
  • hava havt a-inntøku seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn farloyvið byrjar.

Upphæddir

Upphæddin veldst um inntøkuna, sum man hevur havt frammanundan, men fer tó ongantíð upp um 25.000 krónur um mánaðin. Goldið verður eina ferð um mánaðin afturút, og gjaldið er vanliga á kontu fjórða gerandisdag í hvørjum mánaði. Eftirløn verður løgd aftur at útgjaldinum, og frítíðarløn verður tikin burturav.

Útgjaldstíð

Mamman hevur rætt til barsilspening, frá tí at 4 vikur eru eftir til metta føðing, ella upp í 8 vikur áðrenn, um lækni mælir til tað. Eftir føðing fæst barsilspeningur í 52  vikur. Hesa tíðina eigur mamman 14 og pápin ella sammóðirin 4 vikur, og síðan kunnu foreldrini býta 34 vikur sínámillum.

Vikurnar, sum eru til býtis, kunnu ikki nýtast fyrr enn 14 vikur eftir barnsburð. Til ber ikki at vera í barnsburðarfarloyvi í styttri enn 7 samanhangandi dagar í senn.

Barn, føtt áðrenn viku 32

Verður barnið føtt áðrenn viku 32, hækka vikurnar hjá foreldrunum við 8. Samlaða barnsburðarfarloyvið er tá 60 vikur.

Fleirburar

Er talan um fleirburar, hækka vikurnar hjá foreldrunum við 4. Samlaða barnsburðarfarloyvið er tá 56 vikur.

Ættleiðing

Foreldur, ið ættleiða barn, hava rætt til barsilspening í til samans 52 vikur eftir móttøku av barninum. Harafturat hava tey bæði rætt til barsilspening í upp til 4 vikur áðrenn móttøku av barni. Treytin er, at tey eru uttanlands eftir barninum hetta tíðarskeið.

Singul?

So hevur tú rætt til vikurnar hjá hinum foreldrinum afturat.

Um barn doyr

Barsilsfarloyvi
Doyr barn í móðurlívi hevur tú rætt til barsilsfarloyvi, um lækni váttar, at talan er um barnsburð. Doyr barnið eftir føðing, hevur tú rætt til barsilsfarloyvi.

Vikurnar eftir 14. viku kunnu tó bert nýtast av tær. Doyr barnið í hesum vikum, heldur barsilstíðin hjá pápanum ella sammóðurini uppat, um tey tá frammanundan hava brúkt sínar fýra vikur.

Verður ikki váttað, at talan er um barnsburð, hevur tú ikki rætt til barsilsfarloyvi.

Barsilspeningur
Doyr barn í móðurlívi ella í barsilstíðini er týdningarmikið at fráboða barsilsskipanini hetta beinanvegin, so tú ikki kemur í eftirstøðu við at fáa ov nógvan barsilspening útgoldnan.

Doyr barnið í móðurlívi eftir 22. viku ella í barsilstíðini skalt tú seta teg í samband við Almannaverkið um møguligt endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sambært Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, §25, stk. 5.

Við b-inntøku skal man tekna trygging fyri at fáa útgjald

B-inntøku hevur man, um man er sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakari við b-inntøku ella hevur inntøku frá FAS. Tryggingin kostar 3.000 krónur um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í eitt ár, áðrenn man fær útgjald. Tekningarblað kann heintast á heimasíðuni hjá barsilsskipanini.

Ert tú arbeiðsgevari?

Vel "Barsilspengar, arbeiðsgevari" undir snarslóðum og les meira um tíni barsilsviðurskifti.

Meira at vita um barsilspengar?

Vitja heimasíðuna hjá Barsilsskipanini, www.barsil.fo.