Skriva út

Djórainnflutningur

Summi djór kunnu undir ávísum heilsufrøðiligum treytum innflytast livandi til Føroya, onnur kunnu ikki. Gjølligari upplýsingar fáast við at venda sær til Heilsufrøðiliga starvsstovuna, sum umsitur økið.

Livandi djór eru avgjaldsskyldig eftir vanligum innflutningsreglum.

Hundur og ketta

Hundur og ketta kunnu bert innflytast av persónum, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella sum flyta higar. Tað er ikki loyvt at flyta inn hund og kettu, sum skulu verða í Føroyum í styttri enn tríggjar mánaðir, ella sum eru á gjøgnumferð (transitt) í Føroyum til annað land. Heldur ikki ber til at flyta inn hund, sum stendur á listanum yvir forboðin hundasløg. Sí meira um hetta undir snarslóðum.

Serlig innflutningskrøv

Tað er loyvt at flyta inn hund og kettu til Føroya, um djórini lúka serligu innflutningskrøvini um koppseting og viðgerð fyri sník, og um tey hava nøktandi heilsuváttan.

Meira fæst at vita um innflutning av hundi, kettu og øðrum kelidjórum á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað er umráðandi at seta seg í samband við starvsstovuna, áðrenn komið verður til Føroya við djórunum, tí tað eru heilsulig krøv og skjøl, sum skulu verða í lagi.

Tá ið hundur og ketta koma til Føroya, kannar Tolleftirlitið heilsuváttanina og sendir avrit til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Hundur og ketta eru at rokna sum vanlig vøra, hvat ið innflutningi viðvíkir, og mvg verður rindað av keypsprísinum.