Skriva út

Garantisendingar

Garantisendingar eru vørur, sum orsakað av umbýting, umvæling e.tíl. verða innfluttar í garantitíðini.

Toll- og avgjaldsfríar garantisendingar

Vøra, sum verður innflutt sum umbýtisvøra, og vøra, ið verður innflutt undir garantii, kann flytast inn toll- og avgjaldsfrítt í garantitíðini. Garantitíðin í hesum sambandi er tann tíðin, ið garantiið er fyri. Sama er galdandi fyri umbýtislutir, eykalutir og umvælingar av vørum, sum eru undir garantii.

Vøra, ið kemur til landið toll- og avgjaldsfrítt sum ferðagóðs, og sum síðan verður send aftur til seljaran uttanlands til umbýtingar e.tíl., skal gjalda toll- og avgjøld, tá ið hon kemur aftur til Føroya. Hetta, hóast hon av fyrstan tíð kom toll- og avgjaldsfrítt til landið.

Treytir til faktura fyri frítøku av tolli og avgjaldi

Fyri at fáa toll- og avgjaldsfrítøku skal skilliga síggjast á fakturanum ella proformafakturanum frá seljara, at talan er um umbýtisvøru undir garantii, ella at talan er um garantiumvæling.

Skal keyparin gjalda fyri vøruna ella umvælingina og verður faktureraður fyri hana, kann vøran ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollavgreiðast eftir avgjaldsskyldiga virðinum. Virðisásetingin skal grundast á vanligar søluprísir fyri vøruna ella vanligan kostnað fyri umvælingina.

Skjalprógv fyri garanti

TAKS kann krevja skjalprógv fyri, at vøran er undir garanti, t.d. keypssáttmála. TAKS kann eisini krevja upprunafaktura fyri vøruna.