Skriva út

Kjøtvøra

Loyvt er at flyta inn smærri nøgdir av kjøtvøru til privatnýtslu úr ES, Noregi, Íslandi, Sveis, Liktinstein og Grønlandi. Loyvt er ikki at flyta inn kjøtvøru úr øðrum londum.

Kjøtvøra úr ES-londum og Noregi

Loyvt er at flyta inn kjøtvøru beinleiðis úr ES-londum og Noregi uttan veterinerváttan, men fakturi skal fylgja við.

Kjøtvøra úr Íslandi og Nýsælandi

Loyvt er at flyta inn kjøtvøru beinleiðis úr Íslandi og Nýsælandi, treytað av:

  • at veterinerváttan fylgir við
  • at vøran er framleidd á ES-løggildum virki
  • og at innflutningurin er fráboðaður Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Kjøtvøra úr Grønlandi, Liktinstein og Sveis

Kjøtvøra beinleiðis úr Grønlandi, Liktinstein og Sveis skal til veterinert eftirlit hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Boðast skal frá frammanundan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Meira at vita?

Fleiri upplýsingar um kjøtinnflutning til privata nýtslu fáast frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.