Skriva út

Kunngerð nr. 11 frá 19. januar 2016

um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin

Sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28.05.2017, kunngerð nr. 161 frá 06.12.2018, kunngerð nr. 92 frá 01.07.2019, kunngerð nr. 24 frá 24. mars 2021 og kunngerð nr. 93 frá 17. mai 2022.

3) Við heimild í § 120 q, stk. 1, 3, 5 og 6, og §§ 126 og 143 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014, verður ásett:

Kapittul 1
Allýsingar

§ 1. Máliskur við stórum byrjunarbókstavi í hesi kunngerð, skulu hava tann týdning, tær hava sambært
hesum kapitli.
Stk. 2. 3) Eitt og hvørt hugtak, sum ikki er nágreinað í hesi kunngerð, men sum er nágreinað í standardinum hjá OECD, Standard for Automatic Exchange of Financial Account Information in Tax Matters, sum eisini fevnir um viðmerkingarnar til standardin, skal tulkast og nýtast í samsvari við standardin.

§ 2. 3) Máliskan: Fráboðandi fíggjarligur stovnur, merkir ein Fíggjarligur stovnur í Føroyum, sum ikki er ein ikki-fráboðandi fíggjarligur stovnur.
Stk. 2. Máliskan: Fíggjarligur stovnur í Føroyum, merkir

1) ein Fíggjarligur stovnur, sum er heimahoyrandi í Føroyum, tó undantikið deildir uttanlands hjá viðkomandi Fíggjarligum stovni, og
2) ein deild í Føroyum hjá einum Fíggjarligum stovni uttanlands.

Stk. 3. 3) Máliskan: Fíggjarligur stovnur í einum luttakandi rættardømi merkir:

1) ein Fíggjarligur stovnur, sum er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, tó undantikið ein deild hjá einum Fíggjarligum stovni, sum liggur uttan eitt Luttakandi rættardømi, og
2) ein deild hjá einum Fíggjarligum stovni, sum ikki er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, um deildin liggur í einum Luttakandi rættardømi.

§ 3. Ein Fíggjarligur stovnur er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, herundir Føroyum, um hann er undir lóggávuni í hesum Luttakandi rættardømi, sum merkir, at tað Luttakandi rættardømið kann handhevja fráboðanarskylduna hjá Fíggjarliga stovninum. Vanliga er ein Fíggjarligur stovnur, sum hevur skattligan heimstað í einum Luttakandi rættardømi, fevndur av lóggávuni har, og harvið er talan um ein Fíggjarligan stovn í einum Luttakandi rættardømi.
Stk. 2. Ein trustur, sum er ein Fíggjarligur stovnur, uttan mun til um hann hevur skattligan heimstað í einum Luttakandi rættardømi, verður mettur at vera fevndur av lóggávuni í einum Luttakandi rættardømi, um ein ella fleiri av hansara umsitarum eru heimahoyrandi í hesum Luttakandi rættardømi, uttan so at trusturin letur allar tær upplýsingar, sum skulu fráboðast sambært kapittul 9, hvat viðvíkur Fráboðanarskyldugum kontum, sum verða bókaðar av trustinum,
til eitt annað Luttakandi rættardømi, tí hann hevur skattligan heimstað í hesum Luttakandi rættardømi.
Stk. 3. Um ein Fíggjarligur stovnur, burtursæð frá einum trusti, ikki hevur skattligan heimstað, t.d. tí hann skattliga verður mettur glærur ella liggur í einum rættardømi, sum ikki hevur nakran inntøkuskatt, verður hann mettur at vera fevndur av lóggávuni í einum Luttakandi rættardømi, og hann verður sostatt mettur at vera ein Fíggjarligur stovnur í einum Luttakandi rættardømi, um

  1. hann er skrásettur sambært lóggávuni í tí Luttakandi rættardøminum,
  2. leiðslan, undir hesum tann veruliga leiðslan, hevur heimstað í tí Luttakandi rættardøminum, ella
  3. hann er undir umsjón í einum Luttakndi rættardømi.

Stk. 4. Tá ein Fíggjarligur stovnur, burtursæð frá einum trusti, er heimahoyrandi í tveimum ella fleiri Luttakandi rættardømum, er tann Fíggjarligi stovnurin fevndur av teimum skyldum um fráboðan og nærlagni, sum eru galdandi í tí Luttakandi rættardømi, har hann bókar Fíggjarligu kontuna ella konturnar.

§ 4. Ein konta verður mett at verða bókað av einum Fíggjarligum stovni á hendan hátt:

  1. Um tann Fíggjarliga kontan er ein Fyrisitingarkonta: av Fíggjarliga stovninum, sum hevur aktivini á kontuni í varðveitslu, undir hesum ein Fíggjarligur stovnur, sum goymir aktivir í navni stovnsins vegna ein Kontueigara í einum slíkum stovni.
  2. Um Fíggjarliga kontan er ein Innskotskonta: av Fíggjarliga stovninum, sum hevur skyldu til at fremja gjaldingar viðvíkjandi kontuni, undantikið ein fulltrúi fyri ein Fíggjarligan stovn,uttan mun til um fulltrúin er ein Fíggjarligur stovnur.
  3. Um Fíggjarliga kontan er partur í eginogn ella skuld í Fíggjarliga stovninum, sum ger ein Fíggjarliga konta: av hesum Fíggjarliga stovni.
  4. Um tann Fíggjarliga kontan er ein Tryggingaravtala við kontantvirði ella ein Annuitetsavtala:av tí Fíggjarliga stovninum, sum er skyldugur at fremja gjaldingar viðvíkjandi avtaluni.

Stk. 2. Við atliti at virðisbrøvum skrásett í einari danskari virðisbrævaskrásetingarstovu sum skilgreinað í kapittul 21 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v., sum er ogn hjá einum Fíggjarligur stovni ella umvegis ein ella fleiri aðrar Fíggjarligar stovnar, skulu viðkomandi Fíggjarligu kontur viðgerast sum um tær eru ogn hjá hesum Fíggjarligu stovnum, og hesir Fíggjarligum stovnar ábyrgjast fyri einhvørja frágreiðing, sum er neyðug við atliti at slíkum Fíggjarligum kontum. Hetta forðar tó ikki fyri, at viðkomandi virðisbrævaskrásetingarstova kann lata inn upplýsingar vegna slíkar Fíggjarligar stovnar.
Stk. 3. Um ein partur í einari Íløguueind er ogn hjá ella umvegis Persónar, sum tað ikki skal gevast frágreiðing um, skal Íløgueindin ikki geva frágreiðing um partin. Er parturin latin í varðveitslu á eini Fyrisitingarkontu í einum Fyrisitingarstovni, skal Fyrisitingarstovnurin viðgera partin sum eina Fíggjarliga ogn við atliti til hesa kunngerð.

§ 5. Máliskan: Fíggjarligur stovnur, merkir

  1. ein Fyrisitingarstovnur,
  2. ein Innskotsstovnur,
  3. ein Íløgueind ella
  4. eitt Specificerað tryggingarfelag.

§ 6. Máliskan: Fyrisitingarstovnur, Custodial Institution, merkir ein Eind, sum í stóran mun hevur Fíggjarligar ognir í varðveitslu upp á rokning hjá øðrum.
Stk. 2. Ein Eind hevur í stóran mun Fíggjarligar ognir upp á rokning hjá øðrum, tá bruttoinntøkan hjá Eindini, sum kann førast til varðveitslu av Fíggjarligum ognum og hartil hoyrandi fíggjarligar tænastuveitingar, svarar til ella fer uppum 20 prosent av bruttoinnitøkuni hjá Eindini í tí stytsta av fylgjandi tveimum tíðarskeiðum:

  1. tað trý ára tíðarskeiðið, sum endar tann 31.desember, ella síðsta dag í einum roknskaparskeiði, sum ikki fylgjur álmanakkaárinum, frammanundan tí ári, har ásetingin fer fram, ella
  2. tíðarskeiðnum, Eindin hevur verið til.

§ 7. Máliskan: Innskotsstovnur, Depository Institution, merkir ein Eind, sum tekur ímóti innskotum sum ein vanligur liður í bankavirksemi ella líknandi handilsrakstrarvirksemi.

§ 8. Máliskan: Íløgueind, Investment Entity, merkir ein eind,

  1. ið sum liður í handilsrakstrarviðurskiftum í høvuðsheitum fremur eina ella fleiri av fylgjandi virksemum ella tilltøkum fyri ella vegna ein kunda:
    a) handil við pengamarknaðarløgskjølum, t.v.s. kekkum, vekslum, innskotsprógvum, avleiðslum o.ø., gjaldoyraveksling, keypskálaskjølum, rentuskjølum og indeksskjølum, umsetiligum virðisbrøvum ella rávøruterminsavtalum,
    b) einstaklinga og samognar skuldabrævaumsiting,ella
    c) annað slag av íløgu, umsiting ella fyrisiting av Fíggjarligum ognum ella peningi vegna aðrar persónar ella
  2. um bruttoinntøkan í høvuðsheitum kemur frá íløgu, enduríløgu ella handli við Fíggjarligum ognum, um Eindin verður fyrisitin av einari aðrari Eind, sum er ein Innskotsstovnur, ein Fyrisitingarstovnur ella eitt Specificerað tryggingarfelag ella Íløgueind sum lýst í nr. 1.

Stk. 2. Ein Eind verður mett sum sum liður í handilsrakstrarvirksemi sínum í høvuðsheitum at fremja eina ella fleiri av teimum virksemum, sum eru lýst í stk. 1, nr. 1, ella ein Einds bruttoinntøka kann í høvuðsheitum roknast at koma frá íløgu, enduríløgu ella handli við Fíggjarligum aktivum til tey endamál, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 2, tá bruttoinntøkan hjá Eindini, sum kann heimførast til viðkomandi virksemi, svarar til ella fer uppum 50 prosent av bruttoinntøkuni hjá Eindini í tí stytsta av fylgjandi tveimum tíðarskeiðum:

  1. tað tríára tíðarskeið, sum endar tann 31. desember í árinum frammanundan árinum, har ásetingin verður gjørd, ella
  2. Tíðarskeiðið, Eindin hevur verið til.

Stk. 3. Máliskan: Íløgueind, fevnir ikki um eina Eind, sum er eitt Aktivt NFE, tí viðkomandi Eind lýkur eina ella fleiri av treytunum í § 47, nr. 4-7.
Stk. 4. Stk. 1-3 skulu tulkast í samsvari við orðaljóðið í allýsingini av Fíggjarligur stovnur í tilráðingini frá Tí Fíggjarligu Atgerðarbólkinum, Financial Action Task Force.

§ 9. Máliskan: Fíggjarlig ogn, fevnir um fylgjandi:

  1. Virðisbrøv, sum t.d. ognarpartar í einum partafelagi, partar ella ognaráhugamál í einum íognarfelagi ella trusti, sum hevur víðkaðan ognarskara ella er børsskrásettur, lánsbrøv, lánsprógv, skuldarbrøv ella líknandi skuldarprógv.
  2. Partar í íognarfelagi, goymslu, swaps, sum t.d. rentuswaps, gjaldoyraswaps, basisswaps, rentuloftum, rentugólvum, rávøruswaps, partabrævaswaps, partabrævaindeksswaps og líknandi avtalur.
  3. Tryggingaravtalur og Annuitetsavtalur.
  4. Partar, herundir ein futuresavtala, ein terminsavtala ella ein optión, í virðisbrøv, íognarfeløg, vørur, swaps, Trygginaravtalur ella Annuitetsavtalur.

Stk. 2. Máliskan: Fíggjarlig ogn, fevnir ikki um ein ikki-skuldargrundaðan, beinleiðis part í fastari ogn.

§ 10. Máliskan: Specificerað tryggingarfelag, Specified Insurance Company, merkir ein Eind, sum er eitt tryggingarfelag, ella holdingfelag hjá einum tryggingarfelagi, ið gevur út, ella er skyldug til at gjalda við atliti at, einari Tryggingaravtalu við kontantvirði, Cash Value Insurance Contract, ella einari Annuitetsavtalu.

Ikki-fráboðandi fíggjarligur stovnur

§ 11. Máliskan: Ikki-fráboðandi fíggjarligur stovnur, merkir ein Fíggjarligur stovnur, sum er:

  1. ein Almen eind, ein Altjóða felagsskapur ella ein Meginbanki, undantikið við atliti at gjaldi, sum er avleitt av eini skyldu í sambandi við eitt handilsligt fíggjarligt virksemi av tí slagi, sum verður útint av einum Specificeraðum tryggingarfelagi, einum Fyrisitingarstovni ella einum Innskotsstovni,
  2. ein Eftirlønarkassi við breiðari luttøku, ein Eftirlønarkassi við avmarkaðari luttøku, ein Eftirlønarkassi, sum er ogn hjá einari Almennari eind, einum Altjóða felagsskapi ella einum Meginbanka ella einum Kvalifceraðum kreditkortveitara,
  3. ávísir aðrar eftirlønarkassar o.a.,
  4. 5) ein Frítikin stovnur fyri felags íløgu, ella
  5. ein trustur, í tann mun umsitarin av trustinum er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur og fráboðar allar upplýsingar, sum verða kravdir fráboðaðir sambært kapittul 9 við atliti at øllum trustsins Fráboðanarskyldugum kontum.

§ 12. Máliskan: Almen eind, merkir ein stjórn í einum rættardømi, eitt politiskt sundurbýti av einum rættardømi, sum fevnir um ríki, landspart, øki ella kommunu, ella ein myndugleiki ella annar stovnur, sum eitt rættardømi ella ein ella fleiri av omanfyri nevndu Almennu eindum eigur sum heild. Hesin bólkur er samansettur av óloysandi pørtum, eindir og politiskar sundurbýtingar av einum rættardømi.
Stk. 2. Ein samansettur partur av einum rættardømi merkir ein persónur, ein fyriskipan, ein myndugleiki, ein skrivstova, ein grunnur, ein stovnur ella ein annar stovnur, uttan mun til heiti, sum er ein stýrandi myndugleiki í einum rættardømi. Nettoinntøkan hjá stýrandi myndugleikanum skal góðskrivast kontu tess ella øðrum kontum, sum hoyra til hetta rættardømið, uttan at nakar partur kemur privatpersóni til góða. Ein samansettur partur fevnir ikki um ein likamligan persón, sum er stjórnarumboð, embætismaður ella umboðsmaður, sum virkar í privatum ella persónligum eginleika.
Stk. 3. Ein eftirlitsstýrd eind merkir ein Eind, sum í sínum líki er skyld frá einum rættardømi, ella sum á annan hátt er ein serlig løgfrøðilig eind, treytað av:

  1. Eindin í fullan mun er ogn hjá og er undir beinleiðis ræði av einum ella fleiri almennum Eindum ella gjøgnum eina ella fleiri eftirlitsstýrdar eindir,
  2. Eindarinnar nottoinntøka verður góðskrivað tess kontu ella kontum, sum hoyra til eina ella fleiri Almennar eindir, uttan at nakar partur av inntøkuni verður tilroknaður einum privatpersóni, og
  3. Ognirnar hjá Eindini við avtøku fella til eina ella fleiri Almennar eindir.

Stk. 4. Inntøkan kemur ikki privatpersónum tilgóða, um hesir persónar eru ætlaðu móttakararnir av eini almennari skrá, og aktivitirnir hjá skránni verða gjørdir yvir fyri tí almenna í áhuga hjá almenninginum og víðvíkja fyrisitingini av einum almennum átaki. Uttan mun til áðurnevnda verður inntøka kortini mett at koma privatpersónum til góða, um inntøkan stavar frá nýtsluni av eini Almennari eind til at fremja eitt vinnuligt virksemi, sum t.d. handilsligtbankavirksemi, sum letur fíggjarligar tænastuveitingar til privatpersónar.

§ 13. Máliskan: Altjóða felagsskapur, merkir ein altjóða felagsskapur ella ein myndugleiki ella stovnur, sum fult út er ogn hjá hesum. Hesin bólkur fevnir um einhvønn millumtjóða felagsskap, íroknað ein yvirríkis felagsskapur:

  1. sum í høvuðsheitum er samansettur av stjórnum,
  2. vanliga hevur eina heimstaðsavtalu ella ein samsvarandi avtalu við Føroyar, og
  3. har inntøkan ikki gerst áogn hjá privatpersónum.

§ 14. 1) Máliskan Meginbanki merkir ein stovnur í einum Rættardømi, sum sambært lóg ella almennari góðkenning er evsti myndugleiki eftir sjálva stjórnina, og sum gevur út løgskjøl, sum verða sett í umfar sum gjaldoyra. Hesin bankin kann vera ein stovnur, sum er sundurskildur frá stjórnini, uttan mun til um rættardømið heilt ella lutvíst eigur hann.

§ 15. Máliskan: Eftirlønarkassi við breiðari luttøku, merkir ein grunnur, sum er stovnaður fyri at fáa til vega eftirlønargjøld, avlamisgjøld og útgjaldingar við deyða, ella ein blanding av hesum, til móttakarar, sum eru núverandi ella fyrrverandi arbeiðstakarar, ella persónar, sum eru tilnevndir av slíkum arbeiðstakarum, hjá einum ella fleiri arbeiðsgevarum, sum mótveiting fyri tey latnu gjøldini, treytað av at eftirlønarkassin

  1. ikki hevur nakran móttakara, sum hevur rætt til meira enn 5 prosent av ognunum í eftirlønarkassanum,
  2. er undir almennari umsjón og letur upplýsingar til skattamyndugleikarnar,
  3. lýkur minst eitt av hesum krøvum:
    a) eftirlønarkassin er sum heild frítikin fyri skatt av íløguinntøkum, ella skattingin av hesum er útsett, ella tær verða skattaðar við einum niðursettum satsi grundað á støðuna sum eftirlønarskipan,
    b) eftirlønarkassin móttekur í minsta lagi 50 prosent av sínum samlaðu gjøldum, burtursæð frá flytingum av ognum frá øðrum skipanum sum eru umrøddar í hesi grein og §§ 16 og 17, ella frá eftirlønarkontum sum lýstar í § 33, frá teimum fíggjandi arbeiðsgevarunum,
    c) útlutanir og útgjaldingar frá eftirlønarkassanum er bert loyvd, tá serligar hendingar viðvíkjandi eftirløn, avlamni ella deyða fara fram, undantikið flytingar av útlutanum til aðrar eftirlønarkassar sum lýst í hesi grein og §§ 16 og 17 ella eftirlønarkontum sum lýstar eru í § 33, annars verða útlutanirnar ella útgjaldingarnar raktar av tiltøkum, sum fara fram áðrenn hesar serligu hendingar, ella
    d) arbeiðstakarans gjald, undantikið ávís loyvd ískoytisgjøld, til eftirlønarkassan er avmarkað við atliti at arbeiðstakarans arbeiðsinntøku ella má ikki árliga fara uppum kr. 341.000, við nýtslu av reglunum, sum eru umrøddar í §§ 98-101, um samanlegging av kontum og gjaldoyraumrokning.

§ 16. Máliskan: Eftirlønarkassi við avmarkaðari luttøku, merkir ein grunnur, sum er stovnaður fyri at fáa til vega eftirlønargjøld, avlamisgjøld ella útgjøld við deyða til móttakarar, sum eru núverandi ella fyrrverandi arbeiðstakarar, ella persónar, sum eru útnevndir av sovorðnum arbeiðstakarum hjá einum ella fleiri arbeiðsgevarum, sum viðurlag fyri latnar veitingar, treytað av at

  1. eftirlønarkassin hevur færri enn 50 luttakarar,
  2. eftirlønarkassin verður fíggjaður av einum ella fleiri arbeiðsgevarum, sum ikki eru Íløgueindir ella Passivir NFEarar,
  3. arbeiðstakarans og arbeiðsgevarans gjald til eftirlønarkassan burtursæð frá flytingum av ognum frá eftirlønarkontum sum nevndar í § 33 er avmarkaðar eftir ávikavist arbeiðstakarans arbeiðsinntøku og samsýning,
  4. luttakarar, sum ikki eru heimahoyrandi í tí rættardømi, har eftirlønarkassin er stovnaður, ikki hava rætt til meira enn 20 prosent av ognum eftirlønarkassans, og
  5. eftirlønarkassin er undir almennari umsjón og lata upplýsingar til skattamyndugleikarnar.

§ 17. Máliskan: Eftirlønarkassi, sum hoyrir til eina Almenna eind, Altjóða felagsskap ella Meginbanka, merkir ein grunnur, sum er stovnaður av einari Almennari eind, einum Altjóða felagsskapi ella einum Meginbanka fyri at fáa til vega eftirlønargjøld, avlamisgjøld ella útgjøld við deyða til móttarar ella luttakarar, sum eru núverandi ella fyrrverandi arbeiðstakarar, ella persónar, sum eru tilnevndir av slíkum arbeiðstakarum, ella sum hvørki eru núverandi ella fyrrverandi arbeiðstakarar, um veitingarnar til móttakararnar ella luttakararnar eru fingnar til vega sum viðurlag fyri persónligar tænastuveitingar greiddar úr hondum fyri Almennu eindina, Altjóða fyriskipanina ella Meginbankan.

§ 18. Máliskan: Skikkaður kredittkortútflýggjari, merkir ein Fíggjarligur stovnur, sum lýkur hesi krøv:

  1. Tann Fíggjarligi stovnurin er bara ein Fíggjarligur stovnur, tí hann er ein kredittkortútflýggjari, sum bert góðtekur innskot, tá ein kundi fremur eina gjalding, sum fer uppum eina skuldarsaldo á kortinum, og tað sum fer uppum ikki beinanvegin verður afturgoldið kundanum,og
  2. Fíggjarligi stovnurin fremur í seinasta lagi samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi politikkar og arbeiðshættir, sum antin hava til endamáls at forða, at ein kundi rindar meira enn kr. 341.000, ella tryggja, at einhvør rindan frá kundanum, sum fer uppum hesa upphædd, verður afturgoldin kundanum innan 60 dagar, í báðum førum við at nýta reglurnar, sum eru umrøddar í §§ 98-101, um samanlegging av kontum og umrokning av gjaldoyra. Í hesum sambandi vísir yvirgjald kundans ikki til ognarsaldur hvat viðvíkur umstríddum gjøldum, men fevnir um ognarsaldur, sum stava frá vørum, ið eru sendar aftur.

§ 19. 2) Við ávísar aðrar eftirlønarkassar o.a. er at skilja eindir í tann mun tær ikki eru fevndar av §§ 16-18:

  1. Tvørgangandi eftirlønarkassar, sbrt. § 182 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, við sjálvstøðugum vinnurekand limum.
  2. Lívstryggingarfeløg tengd at arbeiðsmarknaðinum, løgtingslóg um trygggingarvirksemi § 189.
  3. Lívstryggingarfeløg, sum uppfylla treytirnar í løgtingslóg um trygggingarvirksemi § 189.
  4. Lívstryggingarfeløg, sum í fullan mun antin beinleiðis ella óbeinleiðis eru ogn hjá fakligu yrkisfelagum tryggingartakaranna saman við tvørgangandi eftirlønarkassum fevndir av § 182 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, og sum bert hevur arbeiðsmarknaðareftirlønarskipanir.

Stk. 2. 1) Strikað.

§ 20. Máliskan: Frítikin stovnur fyri felags íløgu, merkir ein Íløgueind, sum er skipað sum ein stovnur fyri felags íløgu, treytað av at allir partar í íløgustovninum eru ogn hjá ella umvegis likamligar persónar ella Eindir, sum ikki eru Persónar, sum tað skal gevast fráboðan um, undantikið eitt Passivt NFE við Persónum við ræði, sum eru persónar, sum fráboðan skal gevast um.
Stk. 2. Ein Íløgueind, sum er skipað sum ein stovnur fyri felag íløgu, lýkur eisini krøvini í stk. 1, sum ein Frítikin stovnur fyri felags íløgu, sjálvt um íløgustovnurin hevur givið út handhavapartabrøv, treytað av at

  1. Íløgustovnurin ikki hevur givið út ella ikki gevur út natúrlig handhavapartabrøv aftaná tann 31. desember 2015,
  2. íløgustovnurin kallar inn øll slík partabrøv við afturkeypi,
  3. íløgustovnurin fremur mannagongdir fyri hóskandi nærlagni, sum eru umrøddar í kapitlunum 3-8, og fráboðar tær upplýsingar, sum skulu fráboðast við atliti at slíkum partabrøvum, tá hesi partabrøv verða víst fram til innloysing ella aðra avrokning, og
  4. íløgustovnurin hevur sett í verk politikkar og arbeiðshættir, sum skulu tryggja, at hesi partabrøv verða loyst út ella gjørd óumsetilig skjótast gjørligt og undir øllum umstøðum áðrenn 1. januar 2018.'

Fíggjarlig konta

§ 21. Máliskan: Fíggjarlig konta, merkir ein konta, sum verður førd av einum Fíggjarligum stovni, herundir hesar:

  1. Ein Innskotskonta.
  2. Ein Fyrisitingarkonta.
  3. Við atliti at eini Íløgueind, ein og hvør partur av eginogn og skuld í Fíggjarliga stovninum. Uttan mun til áðurnevnda fevnir hugtakið Fíggjarlig konta ikki um nakran lut í eginogn ella skuld í eini Eind, sum er ein Íløgueind, bert orsakað av at hon veitir íløguráðgeving til og handlar vegna, ella umsitur virðisbrævaognir fyri ella handlar vegna ein kunda við atliti at íløgu, umsiting ella umsjón av Fíggjarligum ognum, sum eru sett á goymslu í navni kundans í einum øðrum Fíggjarligum stovni enn hesi Eind.
  4. Við atliti at einum Fíggjarligum stovni, sum ikki er lýstur í nr. 1, ein og hvør partur av eginogn ella skuld í tí Fíggjarliga stovninum, um hetta slag av parti er stovnað fyri at sleppa undan fráboðan í samsvari við kapittul 9.
  5. Ein og hvør Tryggingaravtala við kontantvirði og ein og hvør Annuitetsavtala, sum er givin út ella verður førd av einum Fíggjarligum stovni, undantikið ein ikki-íløgdutengd, óumsetilig beinleiðis lívrenta, sum er givin út til ein likamligan persón og gevur eitt búskaparligt virði til eftirlønar- ella avlamisveitingina, sum verður veitt eini kontu, sum er ein Undantikin konta

Stk. 2. Máliskan: Fíggjarlig konta, fevnir ikki umeina kontu, sum er ein Undantikin konta.

§ 22. Máliskan: Innskotskonta, fevnir um eina og hvørja handilskontu, lønarkontu, samansparingarkontu, avtalukontu ella eina kontu, sum er skjalprógvað við einum innskotsprógvi, uppsparingsprógvi, íløguprógvi, skuldarprógvi ella øðrum líknandi løgskjali, sum verður ført av einum Fíggjarligum stovni sum ein vanligur liður av bankavirksemi ella samsvarandi handilsvirksemi.
Stk. 2. Ein Innskotskonta fevnir eisini um eina upphædd, sum er í varðveitslu hjá einum tryggingarfelagi sambært eini tryggjaðum íløgusáttmála ella eini samsvarandi avtalu um at gjalda ella góðskriva rentur av upphæddini.

§ 23. Máliskan: Fyrisitingarkonta, merkir ein konta, burtursæð frá eini Tryggingaravtalu ella Annuitetsavtalu, sum inniheldur eina ella fleiri Fíggjarligar ognir til fyrimun fyri ein annan persón.

§ 24. Máliskan: Partur av eginogn, merkir við atliti at íognarfelagi, sum er ein Fíggjarligur stovnur, antin partin av fæi ella partin av yvirskoti í íognarfelagi.
Stk. 2. Við atliti at trusti, sum er ein Fíggjarligur stovnur, verður ein Partur av eginognini mett at vera ogn hjá einum persóni sum verður viðgjørdur sum stovnari ella hevur rætt til í øllum ella parti av trustinum, ella annan likamligan persón, sum fremur endaligt og virkið eftirlit við trustinum. Ein Persónur, sum tað skal fráboðast um, verður viðgjørdur sum heimilaður í einum trusti, um ein slíkur Persónur, sum tað skal fráboðast um, hevur rætt til beinleiðis ella óbeinleiðis at taka ímóti, t.d. umvegis ein umsitara, eina skyldubundnari útlutan ella beinleiðis ella óbeinleiðis kann taka ímóti eina útlutan frá trustinum eftir ætli.

§ 25. Máliskan: Tryggingaravtala, merkir ein avtala, burtursæð frá eini Annuitetsavtalu, sum ásetir at váttanargevin góðtekur at gjalda eina upphædd, tá ein nærri ásett hending fer fram, sum fevnir um deyðaváða, sjúkdómsváða, ólukkuváða, ábyrgdarváða ella ognarváða.

§ 26. Máliskan Annuitetsavtala merkir ein avtala, sum ásetir at váttanargevin góðtekur at fremja útgjøld í einum tíðarskeiði, sum heilt ella lutvíst verður grundað á væntaðu livitíðina hjá einum ella fleiri likamligum persónum.
Stk. 2. Máliskan fevnir eisini um eina avtalu, sum verður mett sum ein Annuitetsavtala sambært lóg, fyriskipan ella venju í tí rættardømi, hvar avtalan er givin út og sum ásetir at váttanargevin góðtekur at fremja útgjøld í eitt áramál.

§ 27. Máliskan: Tryggingaravtala við kontantvirði, merkir ein Tryggingaravtala, burtursæð frá eini endurtryggingaravtalu fyri aftursóknarkrøv millum tvey tryggingarfeløg, sum hava eitt kontantvirði.

§ 28. Máliskan: Kontantvirði, merkir tann størra av fylgjandi tveimum upphæddum:

  1. tann upphædd, sum tryggingartakarin hevur rætt til at móttaka við uppsøgn ella tá avtalan gongur út, ásett uttan niðurskurð fyri eitt møguligt gjald í sambandi við uppsøgn ella tryggingarskjalslán ella
  2. tann upphædd, sum tryggingartakarin kann læna sambært ella orsakað av avtaluni.

Stk. 2. Uttan mun til áðurnevnda fevnir máliskan Kontantvirði ikki um eina upphædd, sum skal gjaldast sambært eini Tryggingaravtalu

  1. eina orsakað av, at ein persónur, sum er tryggaður sambært eini lívstrygggingaravtalu, er deyður,
  2. við persónskaðaveiting ella sjúkuveiting ella aðra veiting, sum er endurgjald fyri eitt fíggjarligt tap orsakað av eini hending, sum er fevnd av tryggingini,
  3. við afturgjalding av áður goldnum tryggingargjaldi frádrigið útreiðslum til tryggingingarkostnað, uttan mun til um tey eru uppkravd ella ikki, sambært eini Tryggingaravtalu, burtursæð frá einu íløgutengdari lívstryggingaravtalu ella annuitetsavtalu, orsakað av afturtøku ella orsakað av, at avtalan gongur út, lækking av váðalýsing í avtalunnar gildistíð, ella orsakað av at bókingarvillu ella aðrari villu viðvíkjandi avtalunnar tryggingargjaldi,
  4. sum ein útlutan til tryggingartakara, undantikið í sambandi, at avtalan gongur út, um útlutanin viðvíkur eini Tryggingaravtalu, sum ásetir, at veitingar, sum er lýstar í nr. 2, skulu útgjaldast, ella
  5. við afturgjalding av einum frammanundangoldnum gjaldi ella eini gjaldstrygd fyri eina Tryggingaravtalu, har tryggingargjaldið skal rindast minst eina fer árliga, um upphæddin fyri frammanundan goldna tryggingargjaldinum ella tryggingargjaldstrygdina ikki fer uppum næsta árliga tryggingargjaldið, sum skal rindast sambært avtaluni.

§ 29. Máliskan: Konta sum longu er til, merkir

  1. Fíggjarlig konta, sum verður førd av einum Fráboðandi fíggjarligum stovni tann 31.desember 2015.
  2. Ein Fíggjarlig konta, sum hoyrir til ein Kontueigara, uttan mun til nær ein slík Fíggjarlig konta varð stovnað, um
    a) kontueigarin eisini hevur eina Fíggjarliga kontu, sum er ein Konta sum longu er til sambært nr. 1, í tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum, ella í eini Tilknýttari eind í Føroyum,
    b) tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin og møguliga tann Tilknýtta eindin í Føroyum viðgera bæði tær omanfyri nevndu Fíggjarligu kontur og Kontueigarans møguligu aðrar Fíggjarligu kontur, sum verða roknast sum Kontur sum longu eru til sambært hesum nummari, sum eina Fíggjarligakontu við atliti at uppfylling av teimum fyrisettu málum fyri krøv til vitan, sum eru nevnd í § 94 og við atliti at útrokning av saldu ella virði av teimum Fíggjarligu kontunum, tá ræðismarkið á kontunum verður nýtt.
    c) tann fráboðandi fíggjarligi stovnurin við atliti at eini Fígggarligari kontu, sum er fevnd av AML/KYC-mannagongdum, hevur rætt til at uppfylla slíkar AML/- KYC-mannagongdir fyri ta fíggjarligu kontuna við at nýta tær AML/KYC mannagongdir, sum eru gjøgnumførdar fyri ta Kontuna sum longu er til lýst í nr.1, og
    d) stovnsetanin av tí Fíggjarligu kontuni ikki krevur, at Kontueigarin leggur fram nýggjar, ískoytandi ella broytandi kundaupplýsingar, undantikið orsakað av hesi fyriskipan.

§ 30. Máliskan: Nýggj konta, merkir ein Fíggjarlig konta, sum verður førd av einum fráboðandi fíggjarligum stovni og er stovnað tann 1. januar 2016 ella seinni, uttan so at hon verður tulkað sum ein Konta sum longu er til sambært § 29, nr. 2.

§ 31. Máliskan: Persónskonta sum longu er til, merkir ein Konta sum longu er til, sum er ogn hjá einum ella fleiri likamligum persónum.
Stk. 2. Máliskan: Nýggj persónskonta, merkir ein Nýggj konta, sum er ogn hjá einum ella fleiri likamligum persónum.
Stk. 3. Máliskan: Eindarkonta sum longu er til, merkir ein Konta sum longu er til, sum er ogn hjá einari ella fleiri Eindum.
Stk. 4. Máliskan: Lágvirðiskonta, merkir ein Persónskonta sum longu er til við eini samlaðari saldu ella virði tann 31. desember 2015, sum ikki fer upp um 6,83 mió. kr.
Stk. 5. Máliskan: Hávirðiskonta, merkir ein Persónskonta sum longu er til við einari samlaðari saldu ella virði 31. desember 2015 ella 31. desember í einhvørjum ári eftir hetta, sum er omanfyri 6,83 mió. kr.
Stk. 6. Máliskan: Nýggj eindarkonta, merkir ein Nýggj konta, sum er ogn hjá einum ella fleiri eindum.

§ 32. Máliskan: Konta, sum er undantikin, merkir ein av teimum kontum, sum eru nevndar í §§ 33-39.

§ 33. Ein eftirlønarkonta, sum lýkur fylgjandi krøv, er ein Konta, sum er undantikin:

  1. Kontan er lagað til sum ein persónlig eftirlønarkonta, sum er partur av eini skrásettari ella skipaðari eftirlønarskipan fyri útgjaldan av eftirlønargjøldum, herundir avlamisgjøldum ella gjøldum við deyða.
  2. Kontan hevur skattafyrimunir við sær, sum merkir, at inngjøld á kontuna, sum annars høvdu verið skattskyldug, eru frádráttarbar ella verða frádrigin bruttuinntøku Kontoeigarans ella verða skattað við niðursettum satsi, ella skatting av íløguinntøkuni frá kontuni verður útsett ella verður skattað við niðursettum satsi.
  3. Kontuupplýsingar skulu fráboðast skattamyndugleikunum.
  4. Útgjaldingar eru treytaðar av, at ávísur aldur er rokkin, avlamni ella deyða, í øðrum førum verður útgjøld møtt við revsitiltøkum, sum fara fram áðrenn hesar sermerktu hendingar.
  5. Antin
    a) tey árligu inngjøldini eru avmarkað til kr. 341.000 ella minni, ella
    b) at lívslanga inngjaldið á kontuna er avmarkað til 6,83 mió. kr. ella minni, í báðum førum við nýtslu av teimum reglum, sum eru umrøddar í §§ 98-101, um samanlegging av kontum og gjaldoyraumrokning.

Stk. 2. Ein Fíggjarlig konta, sum annars lýkur krøvini í stk. 1, nr. 5, lýkur eisini hesi krøv, sjálvt um ein slík Fíggjarlig konta tekur ímóti ognum og fæi, sum eru flutt frá einari ella fleiri Fíggjarligum kontum, sum lúka krøvini í hesi grein ella § 34, ella frá einum ella fleiri eftirlønarkassum, sum lúka eitt av krøvunum í §§ 15-17.

§ 34. Ein konta, sum lýkur fylgjandi krøv, er ein Konta, sum er undantikin:

  1. Kontan er skipað sum eitt íløguløgskjal til onnur endamál enn eftirløn og verða handlaði regluliga á einum viðurkendum virðisbrævamarknaði, ella kontan er skipað sum eitt samansparingarløgskjal til onnur endamál enn eftirløn.
  2. Kontan hevur skattafyrimun, sum merkir, at inngjøld á kontuna, sum annars høvdu verið skattskyldug, eru frádráttarbar ella verða frádrigin bruttuinntøku Kontueigarans ella verða skattað við niðursettum satsi, ella skatting av íløguinntøkuni frá kontuni verður útsett ella skattað við niðursettum satsi.
  3. Útgjaldingar eru treytaðar av, at ávísar umstøður viðvíkjandi endamálinum við íløgukontuni ella samansparingarkontuni verða nádd, sum t.d. útgjalding av útbúgvingarveiting ella sjúkratryggingarveiting, í øðrum førum verður útgjøld møtt við revsitiltøkum, sum fara fram áðrenn hesar sermerktu hendingar, og
  4. Tey árligu inngjøldini eru avmarkaði til kr. 341.000 ella minni við nýtslu av teimum reglum, sum eru umrøddar í §§ 98-101, um samanlegging av kontum og gjaldoyraumrokning.

Stk. 2. Ein Fíggjarlig konta, sum annars lýkur treytirnar í stk. 1, nr. 4, lýkur eisini krøvini, sjálvt um ein slík Fíggjarlig konta tekur ímóti ognum og fæi, sum eru flutt frá einari ella fleiri Fíggjarligum kontum, sum lúka krøvini í hesi grein ella § 33, ella frá einum ella fleiri eftirlønarkassum, sum lúka eitt av krøvunum í §§ 15-17.

§ 35. Ein lívstryggingaravtala við einari skiftistíð, sum gongur út, áðrenn tann tryggjaði persónurin verður 90 ár, er ein Konta, sum er undantikin, treytað av, at avtalan lýkur fylgjandi krøv:

  1. Stigvís tryggingargjøld, sum ikki minka yvir tíð, verða goldin minst eina ferð um árið í tí tíðarskeiði, avtalan er galdandi, ella til tryggjaði verður 90 ár, alt eftir hvat fyri tíðarskeið er stytst.
  2. Avtalan hevur einki avtaluvirði, sum ein persónur kann fáa atgongd til, við útgjald, lán ella á annan hátt, uttan at avtalan fellur burtur.
  3. Tann upphædd, burtursæð frá útgjaldi við deyða, sum skal gjaldast við afturtøku av avtaluni ella orsakað av, at avtalan gongur út, kann ikki fara uppum tey samlaðu inngjøldini eftir avtaluni, frádrigið tær samlaðuútreiðslurnar í sambandi við deyða ella sjúku, uttan mun til um tær vórðu álagdar ella ikki, fyri ta ella tey tíðarskeið, avtalan hevur verið í gildi, og møguligar upphæddir, sum eru goldin áðrenn afturtøku av avtaluni ella áðrenn avtalan gekk út.
  4. Avtalan ikki er ogn hjá einum ognara móti gjaldi.

§ 36. Ein konta, sum einans er ogn hjá einum búgvi, er ein Konta sum er undantikin, um skjølini fyri eina slíka kontu goymir eitt avrit av testamentinum hjá tí deyða ella deyðsváttan.

§ 37. 5) Ein konta, sum er stovnað í sambandi við eitt av fylgjandi viðurskiftum, er ein Konta sum er undantikin:

  1. Rættarúskuður ella dómur.
  2. Søla, gerðabýti ella leasing av fastari ogn ella persónligari ogn, treytað av at kontan lýkur fylgjandi krøv:
    a) Kontan er einans fíggjað við einum útgjaldi, einum forskoti ella einum depositum við eini hóskandi upphædd fyri at tryggja eina skyldu, sum hevur beinleiðis samband við handilin, ella eina líknandi gjalding ella fíggjað við einari Fíggjarligari ogn, sum er latin í varðveitslu á kontuna í sambandi við sølu, gerðabýti ella leasing av ognini ella ognarlutunum.
    b) Kontan er stovnað og verður einans nýtt til at tryggja skyldur keyparans til at rinda keypsprísin fyri ognina, skyldur seljarans til at rinda allar møguligar skyldur ella leasinggeva ella leasingtakara skyldur til at rinda fyri møguligar skaðar, sum rakar leasaðu ognina ella leasaðu ognarlutirnar sum er avtalað í sambandi við leasingina.
    c) Kontunnar ognir, herundir vinningur hennara, verður útgoldin ella á annan háttbýtt til keypara, seljara, leasinggeva ella leasingtakara, herundir fyri at lúka skyldurnar hjá hesum persóni, tá ognin ella ognarlutirnir verða seldir, gerðabýttir ella avhendaðir, ella leigumálið heldur uppat.
    d) Kontan er ikki ein margenkonta ella líknandi konta stovnað í sambandi við sølu ella umbýti av einari Fíggjarligari ogn.
    e) Kontan ikki er tengd at eini kontu, sum er lýst í § 38.
  3. Skyldurnar hjá einum Fíggjarligum stovni til, tá hann veitur eitt lán við trygd í fastari ogn, at seta av ein part av gjaldinum einans við tí endamáli at gera tað gjørligt at rinda skattir ella tryggingar í sambandi við tað føstu ognina seinni.
  4. Skyldurnar hjá einum Fíggjarligum stovni til einans at lætta um gjaldingarnar av skattum seinni.

§ 38. Innskotskonta, sum lýkur fylgjandi krøv, er ein Konta, sum er undantikin:

  1. Kontan er bert til orsakað av, at ein kundi rindar eitt gjald út yvir eina debitsaldu á einum kredittkorti ella øðrum revolverandi ognarmøguleikum, og yvirgjaldið ikki verður goldið aftur til kundan beinanvegin.
  2. Fíggjarligi stovnurin í seinasta lagi samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi setir í verk politikkar og arbeiðshættir, sum antin hava til endamáls at forða fyri, at ein kundi fremur eina yvirrindan, sum fer uppum kr. 341.000, ella at tryggja, at ein og hvør yvirrindan frá kundanum út yvir hesa upphædd verður endurrindað kundanum innanfyri 60 dagar, í báðum førum við nýtslu av teimum reglum, sum eru umrøddar í §§ 98-101, um gjaldoyraumrokning. Í hesum sambandi vísir yvirrindan frá kundanum ikki til áognarsaldur við atliti at umstríddum gjøldum, men fevnir um óognarsaldur, sum stava frá aftursending av vørum.

§ 39. Eftirlønarskipanir fevndar av eftirlønarlógini verður roknaðar sum Kontur, sum eru undantiknar.
Stk. 2. 1) Strikað

Fráboðanarskyldug konta

§ 40. Máliskan: Fráboðanarskyldug konta, merkir ein Fíggjarlig konta, sum verður førd av einum Fráboðandi fíggjarligum stovni, og sum er ogn hjá einum ella fleiri Persónum, sum tað skal fráboðast um, ella av einum Passivum NFE við einum ella fleiri Persónum við ræði, sum eru persónar, sum fráboðan skal gevast um treytað av, at hon er blivin eyðmerkt sum slík sambært teimum mannagondum fyri hóskandi nærlagni, sum verða lýstar í kapittul 3-8.
Stk. 2. Máliskan: Konta við tilknýti til útlandið, Danmark ella Grønland, merkir ein Fíggjarlig konta, sum verður førd av einum Fráboðandi fíggjarligum stovni, og sum er ogn hjá einum ella fleiri Persónum uttanlands, í Danmark ella í Grønlandi, ella av einum Passivum NFE við einum ella fleiri Persónum við ræði, sum eru Persónar uttanlands, í Danmark ella í Grønlandi treytað av, at hon er blivin eyðmerkt sum slík sambært teimum mannagongdum fyri hóskandi nærlagni, sum verða lýstar í kapittul 3-8.

§ 41. Máliskan: Persónur, sum tað skal gevast fráboðan um, merkir ein Persónur í einum Luttakandi rættardømi, sum ikki er:

  1. eitt felag, hvørs partabrøv regluliga verða handlaði á einum ella fleiri viðurkendum virðisbrævmarknaðum,
  2. eitt felag, sum er ein Tilknýtt eind hjá einum felagi, sum er lýst í nr. 1
  3. ein Almen eind,
  4. ein Altjóða felagsskapur,
  5. ein Meginbanki ella
  6. ein Fíggjarligur stovnur.

§ 42. Máliskan: Persónur í einum luttakandi rættardømi, merkir ein likamligur persónur ella ein Eind, sum er heimahoyrandi í einum øðrum Luttakandi rættardømi sambært skattalóggávuni í hesum rættardømi, ella eitt búgv eftir ein deyðan persón, sum var heimahoyrandi í einum øðrum Luttakandi rættardømi.
Stk. 2. Máliskan: Persónur í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, merkir við atliti at hvørjum rættardømi ein likamligur persónur ella ein Eind, sum er heimahoyrandi uttanlands, í Danmark ella Grønlandi sambært skattalóggávuna í viðkomandi rættardømi, ella eitt búgv eftir ein deyðan persón, sum var heimahoyrandi uttanlands, í Danmark ella Grønlandi.
Stk. 3. Tá stk. 1 og 2 verða nýtt skal ein Eind sum t.d. eitt íognarfelag, eitt samløgufelag ella líknandi løgfrøðilig skipan, sum ikki hevur nakran skattligan heimstað, verða roknað sum heimahoyrandi í tí rættardømi, har leiðslunnar veruliga sæti er.
Stk. 4. Við nýtslu av stk. 3 verður ein løgfrøðiligur persónur ella ein løgfrøðilig skipan roknað sum ein líknandi løgfrøðilig skipan, um hon ikki verður mett at vera ein skattskyldug Eind í einum Luttakandi rættardømi sambært lóggávuni í viðkomandi rættardømi. Ein trustur, sum er eitt passivt NFE, verður, fyri at umganga tvífalda fráboðan, ikki mettur at vera ein líknandi løgfrøðilig skipan.

§ 43. Máliskan Luttakandi rættardømi merkir eitt rættardømi,

  1. sum hevur gjørt avtalu við Føroyar um, at hetta rættardømið útvegar tær upplýsingar, sum eru nevndar í kapittul 9, og
  2. sum er sett í skjal 1 til hesa kunngerð.

§ 44. 2) 3) Máliskan: Likamligur persónur við ræði, merkir likamligur persónur við ræði á eini Eind.
Stk. 2. Við atliti at trustum merkir máliskan stovnari ella stovnarar, umsitari ella umsitarar, møguligur verndari ella verndarar, njótingartilskilað ella njótingartilskilaði, ella bólkur ella bólkar av njótingartilskilaðum og ein ella fleiri aðrir likamligir persónar, sum í síðsta enda hava veruligt ræði yvir trustinum, og við atliti at aðrari skipan enn einum trusti merkir máliskan persónar í samsvarandi ella líknandi støðu.
Stk. 3. 3) Máliskan: Likamligur persónur við ræði, skal tulkast á ein hátt, sum er í samsvari við máliskuna veruligur eigari í § 2, stk. 9 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og á ein hátt, sum samsvarar við tilmælini frá Financial Action Task Force.

§ 45. Máliskan: NFE, ikki-fíggjarlig eind, Non Financial Entity, merkir ein Eind, sum ikki er ein Fíggjarligur stovnur.

§ 46. Máliskan: Passivt NFE, merkir

  1. eitt NFE, sum ikki er eitt aktivt NFE, ella
  2. ein Íløgueind lýst í § 8, stk. 1, nr. 2, sum ikki er ein Fíggjarligar stovnur í einum Luttakandi rættardømi.

§ 47. Máliskan: Aktivt NFE, merkir eitt NFE, sum lýkur eina av hesum treytum:

1) Minni enn 50 prosent av bruttuinntøkuni hjá NFEnum fyri álmanakkaárið frammanundan ella annað viðkomandi fráboðanarskeið er passiv inntøka, og minni enn 50 prosent av aktivunum, sum vóru ogn hjá NFEnum álmanakkaárið frammanundan ella annað viðkomandi fráboðanarskeið, eru aktiv, sum skapar ella er ogn fyri at skapa passiva inntøku.
2) Aktivini í NFEnum verða regluliga handlaði á einum viðurkendum virðisbrævamarknaði, ella NFEið er Tilknýtt at eini Eind, hvørs aktiv regluliga verða handlaði á einum viðurkendum virðisbrævamarknaði.
3) NFEið er ein Almenn eind, ein Altjóða felagsskapur, ein Meginbanki ella ein Eind, sum í fullan mun er ogn hjá einum ella fleiri av omanfyri standandi.
4) So at siga alt virksemið í NFEnum fevnir um at eiga, heilt ella lutvíst, partabrøvini, sum eru givin út í, ella veita fígging ella tænastuveitingar til, eitt ella fleiri dótturfeløg, sum reka annan handil ella handilsvirksemi enn virksemi sum Fíggjarligur stovnur, burtursæð frá, at ein Eind ikki lýkur krøvini til henda status, um Eindin virkar sum ella látast sum ein íløgugrunnur, sum t.d. ein private equity-grunnur, venturekapitalgrunnur, leveraged buyout-grunnur ella eitt íløguløgskjal, sum hevur til endamáls at keypa ella fíggja feløg og síðani eiga partabrævaognir í hesum feløgum sum stovnsogn til íløguendamál.
5) NFEið rekur ikki enn handilsvirksemi og hevur onga rakstrarsøgu, men setir kapital í ognir við tí endamáli at reka annað handilsvirksemi enn virksemi sum Fíggjarligur stovnur, treytað av at NFEið ikki hevur rætt til hetta undantak eftir dagin, sum liggur 24 mánaðir eftir dagin fyri ta upprunaligu stovnanina av NFEnum.
6) NFEið ikki hevur verið ein Fíggjarligur stovnur seinastu fimm árini og er í fer við at selja sínar ognir ella er í fer við at umskipa seg við tí endamáli at halda áfram ella taka upp aftur raksturin av øðrum handilsvirksemi enn virksemi sum Fíggjarligur stovnur.
7) NFEið tekst í høvuðsheitum við fígging av hedginghandilstiltøk við ella fyri Tilknýttar eindir, sum ikki eru Fíggjarligir stovnar, og veitir ikki fígging ella hedgingavrik fyri nakra Eind, sum ikki er ein Tilknýtt eind, treytað av at hesin bólkur av slíkum Tilknýttum eindum í høvuðsheitum rekur annað handilsvirksemi enn virksemi sum Fíggjarligur stovnur.
8) NFEið lýkur øll hesi krøv:

a) Tað er stovnað og verður rikið í einum rættardømi, har tað er heimahoyrandi, einans við átrúnaðarligum, vælgerandi, vísindarligum, listarligum, mentanarligum, ítróttarligum ella útbúgvingarligum endamáli, ella tað er stovnað og verður rikið í einum rættardømi, har tað er heimahoyrandi, og er ein faklig fyriskipan, eitt vinnusamtak, eitt handilskamar, eittarbeiðsyrkisfelag, eitt landbúnaðaryrkisfelag ella garðyrkisfelag, eitt brúkarafelag ella eitt felag, sum einans verður rikið til frama fyri sosiala vælferð,
b) tað er undantikið skattskyldu í tí rættardømi, har tað er heimahoyrandi,
c) tað hevur ongar partaeigarar ella limir, sum hava ognarrætt ella ein løggildan part av inntøkum ella ogn tess,
d) galdandi rætt í rættardøminum, har NFEið er heimahoyrandi, ella stovningarskjøl NFEsins ikki loyva, at nakar partur av inntøkum ella ognum hjá NFEnum verða útlutað til, ella nýtt til frama fyri, ein privatpersón ella ikki-vælgerandi Eind, burtursæð frá, hvat stendst av fremjanini av NFEsins vælgerandi tiltøkum, ella sum gjald av einari rímiligari samsýning fyri latnar tænastuveitingar, ella sum gjald, sum er rímiligt marknaðarvirði av ogn ella ognarlutum, sum NFEið hevur keypt, og
e) galdandi rættur í tí rættardømi, har NFEið er heimahoyrandi, ella stovningarskjøl NFEsins krevja, at allar ognir NFEsins við eindarinnar avtøka ella upploysing skulu útlutast til eina Almenna eind ella annan non-profit felagsskap ella falla til stjórnina í tí rættardømi, har NFEið er heimahoyrandi, ella eina politiska undirdeild hjá henni.

Stk. 2. 3) Passiv inntøka fevnir um hesar partar av bruttoinntøkuni:
1) Vinningsbýti.
2) Rentur.
3) Inntøkur, sum svara til rentur.
4) Leiga og nýtslugjald, burtursæð frá leigu og nýtslugjaldi, sum er vunnið sum partur av aktivum rakstri av eini fyritøku, sum í minsta lagi lutvíst verður rikin av starvsfólki í einum NFE.
5) Javngjaldsveitingar.
6) Nettovinningur við sølu ella umbýti av fíggjarognum, sum er atvold til ta áðurnevndu passivu inntøkuna.
7) Netttovinningur frá tiltøkum undir hesum futures, forwarders, optionum og líknandi tiltøkum.
8) Nettovinningur av valuta.
9) Nettovinningur av swaps.
10) Upphæddir frá Tryggingaravtalum við kontantvirði.
Stk. 3. 3) Tá talan er um eitt NFE, sum regluliga handlar fíggjarognir, fevnir passiv inntøka, uttan mun til stk. 2, ikki um inntøku í vanligum handli í virksemi, har viðkomandi virkar sum seljari.

Ymiskt

§ 48. Máliskan: Kontueigari, merkir ein persónur, sum tann Fíggjarligi stovnurin, sum bókar kontuna, hevur skrásett ella eyðmerkt sum ognara av eini Fíggjarligari kontu.
Stk. 2. Ein persónur, sum ikki er ein Fíggjarligur stovnur, og sum eigur eina Fíggjarliga kontu, sum er til fyrimuns fyri ella rokning hjá einum øðrum persóni sum fulltrúi, vørslumaður, umsitari, undirskriftaheimilaður, íløguráðgevi ella millummaður, verður ikki mettur sum eigari av kontuni, og hin persónurin verður mettur sum eigari av kontuni.
Stk. 3. Vit atliti at eini Tryggingaravtalu við kontantvirði ella eina Annuitetsavtalu er Kontueigarin ein og hvør persónur, sum hevur rætt til at fáa Kontantvirði ella til at broyta njótingarskilaða sambært avtaluni. Um eingin persónur kann fáa Kontantvirði ella kann broyta tann njótingartilskilaða, er Kontueigarin ein og hvør persónur sum er nevndur sum eigari í avtaluni, og ein og hvør persónur við einum persónligum rætt til gjaldingar sambært avtalutreytunum. Tá útgjalding sambært eini Tryggingaravtalu við kontantvirði ella eini Annuitetsavtalu byrjar, skal ein og hvør persónur, sum hevur rætt til gjald sambært avtaluni, roknast sum Kontueigari.

§ 49. Máliskan: AML/KYC-mannagongdir, fevnir um mannagongdirnar hjá einum Fráboðandi fíggjarligum stovni fyri hóskandi umhugsni í mun til kundar sambært anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme hvítvaskingslógini ella samsvarandi krøv, sum hesin Fráboðandi fíggjarligi stovnurin er fevndur av.

§ 50. Máliskan: Eind, merkir ein løgfrøðiligur persónur ella ein løgfrøðilig skipan so sum eitt felag, eitt íognarfelag, ein trustur ella ein grunnur.

§ 51. Ein Eind er ein Tilknýtt eind til eina aðra Eind, um

  1. ein av Eindunum hevur ræði á hinari Eindini,
  2. báðar Eindirnar eru undir felags ræði, ella
  3. báðar Eindirnar eru Íløgueindir sum lýst í § 8, stk. 1, nr. 2, eru undir felags umsiting, og henda umsiting lýkur treytinar fyri hóskandi umhugsni fyri slík Íløgufeløg.

Stk. 2. Tá stk. 1 verður nýtt fevnir ræði um beinleiðis ella óbeinleiðis ognarrætt av meira enn 50 prosentum av atkvøðunum og virðinum í eini Eind.

§ 52. Máliskan: Skattgjaldaranummar, merkir eyðmerkingarnummar ella tað, sum svarar til tað, um Skattgjaldaranum vantar.

§ 53. Máliskan: Próvskjal, fevnir um eitt ella fleiri av hesum:

  1. Ein heimlandsváttan frá einum heimilaðum myndugleika, sum t.d. einum ríkismyndugleika, einum øðrum almennum myndugleika ella eini kommunu, í rættardøminum, gjaldsmóttakarin sigur seg vera heimahoyrandi.
  2. Við atliti at einum likamligum persóni: Eitt og hvørt galdandi skjal frá einum heimilaðum myndugleika, sum t.d. einum ríkismyndugleika, einum øðrum almennum myndugleika ella einari kommunu, sum hevur navnið á persóninum, og sum vanliga verður nýtt til eyðmerkingarendamál.
  3. Við atliti at eini Eind: Eitt og hvørt galdandi skjal frá einum heimilaðum myndugleika, sum t.d. einum ríkismyndugleika, einum øðrum almennum myndugleika ella einari kommunu, hevur navnið á Eindini og antin bústaðin hjá høvuðsskrivstovu hennara í tí rættardømi, har hon sigur seg vera heimahoyrandi, ella tí rættardømi, har Eindin varð skrásett ella stovnað.
  4. Ein grannskoðaður ársroknskapur, ein ognarfrágreiðing frá triðjamanni, ein áheitan um trotabúsviðgerð ella ein frágreiðing frá einum virðisbrævatilsjónsmyndugleika.

Stk. 2. Bústaðurin hjá Eindarinnar høvuðsskrivstovu er vanliga staðið, har veruliga leiðslan er. Bústaðurin hjá einum Fíggjarligum stovni, har Eindin bókar eina kontu, ein postboks ella ein adressa, sum einans verður nýtt til postsendingar, er ikki bústaðurin hjá Eindarinnar høvuðsskrivstovu, uttan so at slíkur bústaður er tann einasti bústaðurin, sum Eindin nýtir og gongur fram av Eindarinnar stovningarskjølum sum Eindarinnar skrásetti bústaður. Harumframt er ein bústaður, sum er fráboðaður við boðum um at varðveita allan post til viðkomandi bústað, ikki bústaðurin hjá høvuðsskrivstovu Eindarinnar.
Stk. 3. Við atliti at eini Kontu sum longur er til kann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin sum Próvskjal nýta eina og hvørja flokking í skjalagoymsluni hjá tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum uppá Kontueigaran, sum er ásett við grundarligi í einari javngjørdari vinnugreinakotuskipan, sum er skrásett av tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum í samsvari við tess vanligu handilsvenju við atliti at AML/KYCmannagongdunum og øðrum stýringsendamálum, burtursæð frá skattligum endamálum, og sum eru framd av tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum innan tann dag, har tann fíggjarliga kontan er flokkað sum ein Konta sum longu er til, treytað av at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki veit ella ikki hevur orsøk til at vita, at ein slík flokking er skeiv og óálítandi.
Stk. 4. Máliskan: Javngjørd vinnugreinakotuskipan, merkir ein kotuskipan, sum verður nýtt til at flokka fyritøkur eftir virkishátti til onnur endamál enn skattlig endamál.

Kapittul 2
Skráseting

§ 54. 1) Fráboðandi fíggjarligir stovnar skulu í seinasta lagi 8 dagar eftir at verða blivnir Fráboðandi fíggjarligir stovnar boða TAKS frá hesum, uttan so at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin:

  1. einans bókar Kontur, sum eru undantiknar,
  2. er eitt dótturfelag, sum ein sovorðin Fráboðandi fíggjarligur stovnur eigur einsamallur, og sum ikki bókar aðrar Fíggjarligar kontur enn ognarlutirnar hjá hesum stovni, ella
  3. er ein Íløgueind, har øll eginogn og skuld er fevnd av § 21, stk. 1, nr. 3, 2. pkt.

.
Stk. 2. Fráboðanin kann antin gerast á einum serligum oyðublaði, sum kann umbiðjast hjá TAKS, ella talgilt, sum nærri ásett av TAKS.
Stk. 3. Ivamál um, hvørt ein fyritøka er fevnd av einum Fráboðandi fíggjarligum stovni, frítekur ikki fyri fráboðan. Fráboðanin skal í hesum førum hjáleggja eina frágreiðing um virksemið hjá fráboðanarskylduga, og síðan tekur TAKS avgerð um skráseting.
Stk. 4. Við fráboðan skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin upplýsa um

  1. Navn, bústað og heimstaðarkommunu,
  2. v-tal, ella um tað ikki hevur eitt v-tal, skrásetingarnummar í vinnuskránni hjá TAKS,
  3. dagfesting fyri nær felagið gjørdist ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur og
  4. slag av fráboðanarskyldu.

Stk. 5. Um tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hvørki er skrásettur við v-tali ella skrásetingarnummari í vinnuskránni hjá TAKS, verður Fráboðandi fíggjarligi stovnurin skrásettur í einari av hesum skráum.
Stk. 6. Eftir at skráseting er farin fram sendir TAKS tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum eitt skrásetingarprógv við teimum skrásettu upplýsingunum.
Stk. 7. Fara broytingar fram í fráboðaðu upplýsingunum, eftir at skráseting er farin fram, herundir broyting í støðu sum Fráboðandi fíggjarligur stovnur, ella verða feilir staðfestir í skrásettu upplýsingunum, skal fráboðanarskyldugi skrivliga kunna TAKS um hetta innan 8 dagar eftir, at broytingin er farin fram, ella feilurin er staðfestur. TAKS sendir eftir hetta eitt nýtt skrásetingarprógv, og tá fráboðanarskyldan heldur uppat, verður tað boðað frá, at hetta er skrásett.

Kapittul 3
Almenn krøv viðvíkjandi hóskandi umhugsni

§ 55. Ein konta verður viðgjørd sum ein Fráboðanarskyldug konta frá og við tí degi, hon er eyðmerkt sum ein slík sambært mannagongdunum fyri hóskandi umhugsni í kapittul 3-8, og upplýsingar viðvíkjandi einari Fráboðanarskyldugari kontu skulu, um ikki annað er ásett, fráboðast árliga í álmanakkaárinum eftir tað ár, sum uppplýsingarnar viðvíkja.

§ 56. Ein fráboðandi fíggjarligur stovnur, sum sambært mannagongdunum í kapittul 3-8 eyðmerkir eina Kontu sum eina fráboðanarskylduga Kontu við tilknýti til útlandið, Danmark ella Grønland, sum ikki er ein Fráboðanarskyldug konta, tá mannagondirnar verða framdar, kann nýta úrslitini av slíkum mannagongdum við atliti at framtíðar skyldum til at fráboða.

§ 57. Saldan ella virði á eini kontu verður ásett við støði í síðsta degi í álmanakkanum.

§ 58. Tá eitt saldumark ella virðismark skal ásetast tann síðsta dagin í einum álmanakkaári, skal viðkomandi salda ella virði ásetast tann síðsta dagin í tí fráboðanarskeiði, sum gongur út viðkomandi álmanakkaár.

§ 59. 5) Fráboðandi fíggjarligir stovnar kunnu nýta tær mannagongdir fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Nýggjar kontur, upp á Kontur sum longu eru til, og tær mannagongdir fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Hávirðiskontur, upp á Lágvirðiskontur. Uttan mun til um ein fíggjarligur stovnur nýtir mannagongdirnar fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Nýggjar kontur, uppá Kontur sum longu er til, galda tær reglur, sum annars galda fyri Kontur sum longu eru til, framvegis.
Stk. 2. 3) Fráboðandi fíggjarligir stovnar kunnu velja at gera sáttmála við tænastuveitarar til tess at lúka treytirnar fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri slíkar Fráboðandi fíggjarligar stovnar sambært hesi kunngerð, men hesar skildur verða verandi ábyrgdin hjá teimum Fráboðandi fíggjarligu stovnunum.

§ 60. Ein broyting í umstøðunum fevnir um eina og hvørja broyting, sum ber í sær nýggjar upplýsingar um støðuna hjá einum persóni, ella á annan hátt er í stríð við støðuna hjá persóninum. Ein broyting í umstøðunum fevnir harumframt um eina og hvørja broyting ella ískoyti av upplýsingum til kontu Kontueigarans, eisini ískoyti, útskifting ella aðrar broytingar við atliti at Kontoeigaranum, ella eina og hvørja broyting ella ískoyti av upplýsingum til eina konto við tilknýti til eina slíka kontu við nýtslu av reglunum um kontusamanlegging, sbr. §§ 98-100, um ein slík broyting ella eitt slíkt ískoyti av upplýsingum ávirkar støðu Kontueigarans.
Stk. 2. Um ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur hevur nýtt bústaðaradressutestin, sum lýstur er í § 62, og broyting er farin fram í umstøðunum, sum ber í sær, at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin fær at vita ella orsøk til at halda, at tað upprunaliga Próvskjalið ella annað líknandi skjalprógv er skeivt ella óálítandi, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin í seinasta lagi tann síðsta dagin í viðkomandi álmanakkaári ella 90 álmanakkadagar eftir fráboðanina ella uppdagingina av eini slíkari broyting í umstøðunum fáa til vega eina eginváttan og eitt nýtt Próvskjal, sum kann staðfesta Kontoeigarans skattliga heimstað ella heimstaðir.
Stk. 3. Um tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki kann fáa til vega eginváttanina og tað nýggja Próvskjalið innan ta dagfesting, sum er ásett í stk. 2, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin nýta mannagondina fyri leiting í ravtøkniligum aktivum sum lýst er í §§ 63-67.

§ 60a. 4) Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skal føra yvirlit yvir:

1) tey stig, sum eru tikin fyri at halda ásetingarnar í hesi kunngerð, og
2) tær upplýsingar, sum eru innsavnaðar fyri at kunna eyðmerkja viðurskifti, sum eru nevnd í kapitlunum 3-8.

Stk. 2. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skal varðveita tey yvirlit, sum eru kravd eftir stk. 1 í:

1) 5 ár við atliti at eini Fráboðanarskyldugari kontu at rokna frá endanum av tí ári, kontan síðstu ferð varð tikin við í eina frágreiðing sambært skattalóggávuni, ella
2) 5) 5 ár við atliti at eini ikki-fráboðanarskyldugari kontu at rokna frá endanum av árinum eftir hvørt ár, ið tann fráboðandi stovnurin viðger kontuna, sbrt. mannagongdunum um hóskandi nærlagni, sum eina ikki-fráboðanarskylduga kontu.

Kapittul 4
Hóskandi umhugsni fyri persónskontur sum longu eru til

Alment

§ 61. Mannagongdir í hesum kapitli verða nýttar við atliti at Persónskontum sum longu eru til.

Lágvirðiskontur

§ 62. Um tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hevur arkivført eina núverandi bústaðaradressu fyri tann einstaka Kontoeigaran orsakað av Próvskjalinum, kann tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera tann einstaka kontueigaran sum ein persón, sum er skattliga heimahoyrandi í tí rættardømi, har adressan er, fyri at gera av, um ein slíkur einstakur Kontueigari er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um.

§ 63. Um tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki grundar seg á núverandi bústaðaradressu fyri tann einstaka Kontoeigaran orsakað av Próvskjali sum ásett í § 62, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin kanna tær raveindar leitiligu dátur, sum eru í varðveitslu hjá tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum við atliti at hesum ábendingum við brúk av §§ 64-67:

  1. Eyðmerking av Kontoeigara sum heimahoyrandi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi.
  2. Núverandi postadressu ella bústaðaradressa, herundir ein postboksadressa, í útlandinum, Danmark ella Grønlandi.
  3. Eitt ella fleiri telefonnummur í útlandinum, Danmark ella Grønlandi og einki telefonnummar í Føroyum.
  4. Føst boð, undantikið við atliti til eina Innskotskontu, um at flyta pening til eina kontu í útlandinum, Danmark ella Grønlandi.
  5. Galdandi fulltrú ella undirskrivingarrættur latin einum persóni við adressu í útlandinum, Danmark ella Grønlandi.
  6. Eini goymsluboð ella c/o-adressa í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, um tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki hevur skrásett nakra aðra adressu hjá Kontueigaranum.

§ 64. Um eingin av teimum ábendingum, sum eru nevndar í § 63, verður funnin við raveindarleiting, er eingin skylda at gera meira, inntil broyting fer fram í umstøðunum, sum ber í sær, at ein ella fleiri ábendingar verða settar í samband við kontuna, ella kontan gerst ein Hávirðiskonta.

§ 65. Um nakrar av teimum ábendingum, sum er nevndar í § 63, nr. 1-5 verða funnar við raveindarleiting, ella tað fer fram ein broyting í umstøðunum, sum ber í sær, at ein ella fleiri ábendingar verða settar í samband við kontuna, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera Kontueigaran sum skattliga heimahoyrandi í hvørjum av teimum rættardømum í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har ein ábending er eyðmerkt, uttan so at hann velur at nýta § 67, og eitt av undantøkunum í nevnda parti er galdandi fyri kontuna.

§ 66. Um eini goymsluboð ella c/o-adressa verður funnin við raveindarleiting og eingin onnur adressa og eingin onnur ábending, sum er nevnd í § 63, nr. 1-5, er eyðmerkt fyri Kontueigaran, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin í tí best hóskandi raðfylgju í mun til støðuna

  1. 5) leita í pappírsgoymslum, sum nærri lýst í § 69, stk. 2, og
  2. biðja um eginváttan ella eitt Próvskjal frá Kontueigaranum, sum kann staðfesta tann ella teir skattligu heimstaðirnar fyri hendan Kontueigaran.

Stk. 2. Um leitingin í pappírsgoymslum ikki gevur eina ábending, ella royndin at biðja um eina eginvátttan ella Próvskjal ikki gevur úrslit, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin boða TAKS frá kontuni sum ein ikki-skjalprógvað konta.

§ 67. 5) Uttan mun til, um ábendingar eftir § 63 verða staðfestar, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur ikki skyldugur til at viðgera ein Kontueigara sum heimahoyrandi í einum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, um:

1) Kontueigaraupplýsingarnar rúma einari núverandi postadressu ella bústaðaradressu í viðkomandi rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, eitt ella fleiri telefonnummur í viðkomandi rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og einki telefonnummar í Føroyum, ella standandi boð við atliti at  fíggjarligum kontum burtursæð frá Innskotskontum um at flyta pening til eina kontu í einum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin útvegar ella áður hevur kannað og arkivført skjalprógv so sum:

a) eina eginváttan frá Kontueigaranum um tað ella tey rættardømir í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har Kontueigarin er heimahoyrandi, sum ikki fevnir um viðkomandi rættardømi,og
b) eitt Próvskjal, sum staðfestir, at Kontueigarin ikki er skattliga heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi.

2) Kontueigaraupplýsingarnar rúma eina galdandi fulltrú ella undirskrivingarrætt, sum er tillutaður einum persóni við eini adressu í hesum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin útvegar ella áður hevur kannað og arkivført próvskjal so sum:

a) eina eginváttan frá Kontueigaranum um tað ella tey rættardømir í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har Kontueigarin er heimahoyrandi, sum ikki fevnir um viðkomandi rættardømi, ella
b) eitt Próvskjal, sum staðfestir, at Kontueigarin ikki er skattliga heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi.

Víðkaðar mannagondir fyri kanningar av Hávirðiskontur

§ 68. Tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin skal við atliti at Hávirðiskontum kanna tær raveindar leitiligu dátur undir varðveitslu hjá tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum fyri hvørja av teimum ábendingum, sum eru nevndar í § 63.

§ 69. 5) Hevur fráboðandi fíggjarstovnurin elektroniskt leitbarar dátugrunnar, sum innihalda felt fyri og skráseta allar upplýsingar, sum nevndar eru § 70, er tað eingin skylda eisini at leita eftir teimum í pappírarkivunum.
Stk. 2. Um elektronisk leitbarir dátagrunnarnir ikki lofta øllum hesum upplýsingum, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin við atliti at Hávirðiskontum eisini kanna tey núverandi kundamálsskjøl og, í tann mun tey ikki eru partur av núverandi kundamálsskjølum, hesi skjøl við tilknýti til kontuna, sum tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hevur innheitað innanfyri tey síðstu fimm árini, fyri hvørja av teimum ábendingum, sum eru nevndar í § 63:
1) Tað seinasta Próvskjal, sum er innheintað við atliti at kontuni,
2) tann seinasta kontustovningaravtalan ella kontoskjalið,
3) tey seinastu próvskjøl, sum eru innheintað av Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambært mannagongdunum til AML/KYCmannagongdir ella onnur stýringsendamál,
4) eina og hvørja galdandi fulltrú og undirskrivingarrætt, og
5) eini og hvørji galdandi boð, tó ikki við atliti til eina Innskotskontu, um at flyta pening.

§ 70. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur er ikki skyldugur til at kanna pappírsarkiv, sum nevnt í § 69, stk. 2, í tann mun raveindar leitiligu upplýsingarnar hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum rúma hesum:

  1. Kontueigarans bústaðarstøðu,
  2. Kontueigarans bústaðaradressu og postadressu, sum um tað mundið er skrásett hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum,
  3. møguligt telefonnummar ella telefonnummur hjá kontueigaranum, sum um tað mundið eru skrásett hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum,
  4. við atliti at Fíggjarligum kontum, burtursæð frá Innskotskontum, um tað eru standandi boð um at flyta pening frá kontuni til eina aðra kontu, herundir eina kontu í einari aðrari deild hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum ella einum øðrum Fíggjarligum stovni,
  5. um tað er ein aktuel c/o-adressa ella goymsluboð fyri Kontueigaran, og
  6. um tað er ein fulltrú ella undirskrivingarrættur knýttur at kontuni.

§ 71. 3) Umframt leitingina í raveindararkivum og pappírsarkivum sum nevnt í §§ 68 og 69, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera allar Hávirðiskontur tillutaðum einum kundaábyrgdara, herundir eina og hvørja Fíggjarliga kontu sum er løgd saman við hesi Hávirðiskontu, sum eina fráboðanarskylduga kontu, um kundaábyrgdarin veit, at Kontueigarin er ein Persónur, sum tað verður fráboðað um.

§ 72. Um eingin av ábendingum, sum eru nevndar í § 63, eru staðfestar í sambandi við ta víðkaðu kanningina av Hávirðiskontum, sum nevndar eru í §§ 68-71, og kontan ikki er eyðmerkt sum ogn hjá Persóni í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, eftir § 71, er eingin skylda til at gera meira, inntil broyting fer fram í umstøðunum, sum ber í sær, at ein ella fleiri ábendingar verða settar í samband við kontuna.
Stk. 2. Um nøkur ábending, sum er nevnd í § 63, nr. 1-5 verður staðfest í sambandi við ta víðkaðu kanningina av Hávirðiskontum, sum nevnd í §§ 68- 71, ella um umstøðurnar seinni broytast við tí úrsliti, at ein ella fleiri av ábendingunum verða settar í samband við kontuna, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera Kontueigaran sum skattliga heimahoyrandi í einum og hvørjum rættardømi í útlandinum,Danmark ella Grønlandi, har ein ábending er staðfest, uttan so at hann velur at nýta § 67, og ein av kanningunum í nevnda parti er galdandi fyri hesa kontu.
Stk. 3. Um eini goymsluboð ella c/o-adressa verður staðfest í sambandi við víðkaðu kanningina av Hávirðiskontum, sum er nevnd í §§ 68-71, og eingin onnur adressa og eingin av hinum ábendingunum, sum eru nevndar í § 63, nr. 1-5, er staðfest fyri Kontueigaran, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin biðja um eina eginváttan ella eitt Próvskjal fyri henda Kontueigaran, sum kann sanna skattliga ella skattligu heimstaðir Kontueigarans. Um tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki fær hesa eginváttanina ella hetta Próvskjalið, skal hann boða TAKS frá kontuni, sum ein ikkiskjalprógvað konta.

§ 73. Um ein Persónskonta sum longu er til ikki er ein Hávirðiskonta pr. 31. desember 2015, men gerst ein Hávirðiskonta pr. síðsta dag í einum eftirfylgjandi álmanakkaári, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin fremja tær víðkaðu kanningarmannagondir, sum eru nevndar í §§ 68-71 við atliti at eini slíkari kontu álmanakkaárið eftir árið, har kontan gjørdist ein Hávirðiskonta.
Stk. 2. Um ein slík konta grundað á hesa kanning, verður eyðmerkt sum ein fráboðanarskyldug konta, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin fráboða tær kravdu upplýsingarnar um viðkomandi kontu við atliti at tí ári, har hon varð eyðmerkt sum ein Fráboðanarskyldug konta, og árini eftir hetta árliga, uttan so at Kontueigarin ikki longur er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um.

§ 74. Tá ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur nýtir tær víðkaðu kanningarmannagondirnar, sum eru nevndar í §§ 68-71, til eina Hávirðiskontu, er tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki skyldugur til at nýta slíkar mannagongdir aftur, burtursæð frá í sambandi við ein fyrispurning til kundaábyrgdarin sum nevnt í § 71 við atliti at tí somu Hávirðiskontu eitt seinni ár , uttan so at kontan er ein ikki-skjalprógvað konta, í hvørjum sambandi tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin aftur eigur at nýta tær árliga, til henda konta ikki longur er ein ikki-skjalprógvað konta.

§ 75. Um broyting fer fram í umstøðunum við atliti til eina Hávirðiskontu, sum ber í sær, at ein ella fleiri ábendingar sum nevndar í § 63 verða settar í samband við kontuna, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera Kontueigaran sum skattliga heimahoyrandi í einum og hvørjum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har ið ein ábending er eyðmerkt, uttan so at hann velur at nýta § 67, og eitt av undantøkunum, sum eru nevnd í hesum parti, galda fyri hesa kontu.

§ 76. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skal seta í verk mannagondir, sum tryggja, at ein kundaábyrgdari eyðmerkir eina og hvørja broyting við atliti at umstøðunum við einari kontu. Um ein kundaábyrgdari til dømis verður kunnaður um, at Kontueigarin hevur eina nýggja postadressu í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, er tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin skyldugur til viðgera ta nýggju adressuna sum eina broyting í umstøðunum, og um hann velur at nýta § 67, er hann skyldugur at biðja Kontueigaran um viðkomandi skjalprógv. Felags reglur fyri persónskontur sum longu eru til

§ 77. Kanningin av Hávirðiskontum sum longu eru til skal vera liðug í seinasta lagi 31. desember 2016. Kanningin av Lágvirðiskontum sum longu eru til skal vera liðug í seinasta lagi 31. desember 2017.

§ 78. Ein og hvør Persónskonta sum longu er til, sum er blivin eyðmerkt sum ein Konta við tilknýti til útlandið, Danmark ella Grønland sambært hesi deild, skal viðgerast sum ein Konta við tilknýti til útlandið, Danmark ella Grønland øll eftirfylgjandi ár, uttan so at Kontueigarin ikki longur er ein Persónur í útlandinum, Danmark ella Grønlandi.
Stk. 2. Er kontan harumframt eyðmerkt sum ein fráboðanarskyldug konta, skal hon viðgerast sum ein Fráboðanarskyldug konta øll eftirfylgjandi ár, uttan so at Kontueigarin ikki longur er ein Persónur, sum tað fráboðast um.

Kapittul 5
Hóskandi umhugsni við atliti at nýggjum kontum

§ 79. Við atliti at Nýggjum persónskontum skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin, tá kontan verður stovnað, biðja um eina eginváttan, sum kann vera ein partur av kontustovningarskjalpróvnum, og sum ger tað møguligt hjá tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum at staðfesta Kontueigarans skattliga heimstað ella heimstaðir og vátta líkindini av eini slíkari eginváttan grundað á upplýsingar, sum eru innheintaðar av Fráboðandi fíggjarliga stovninum í sambandi við stovnanina av kontuni, herundir møgulig próvskjøl innheintaði sambært AML/KYC-mannagongdir.

§ 80. Um eginváttanin staðfestir, at Kontueigarin er skattliga heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera kontuna sum eina Fráboðanarskylduga kontu, og eginváttanin skal eisini fevna um Kontueigarans Skattgjaldaranummar í hesum Luttakandi rættardømi, við fyrivarni av § 104, umframt føðidag.

§ 81. Um broyting fer fram í umstøðunum við atliti at eini Nýggjari persónskontu, sum ber í sær, at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin fær kunnleika til ella orsøk til at halda, at tann upprunaliga eginváttanin var skeiv ella óálítandi, kann tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki grundað seg á upprunaligu eginváttanina,sum staðfestir Kontueigarans skattliga heimstað ella heimstaðir.

Kapittul 6
Hóskandi umhugsni við atliti at eindarkontum sum longu eru til

§ 82. Um Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ikki velur annað antin við atliti at Eindarkontum sum longu eru til ella serstakliga við atliti at klárt eyðmerktum bólkum av slíkum kontum, er tað ikki skyldugt at kanna, eyðmerkja ella fráboða eina Eindarkontu sum longu er til við eini samanlaðari kontusaldu ella virði sum tann 31. desember 2015 ikki fer uppum 1,71 mió. kr., sum eina Fráboðanarskylduga kontu, inntil tann samlaða kontusaldan ella virði fer uppum hesa upphædd tann síðsta dag í einum eftirfylgjandi álmanakkaári.

§ 83. Ein Eindarkonta sum longu er til, sum hevur eina samlaða kontusaldu ella virði, sum tann 31. desember 2015 fer upp um 1,71 mió. kr., og ein Eindarkonta sum longu er til, sum tann 31. desember 2015 ikki fer upp um hesa upphædd, men har tann samlaða kontusaldan ella virði fer upp um hesa upphædd síðsta dagin í einum eftirfylgjandi álmanakkaári, skal kannast eftir mannagongdunum, sum eru umrøddar í §§ 85-87.

§ 84. 3) Við atliti at Eindarkontum sum longu eru til nevndar í § 83, skulu bert kontur, sum eru ogn hjá einari ella fleiri Eindum, sum eru Persónar í útlandinum, Danmark ella Grønlandi ella hjá einum Passivum NFE við einum ella fleiri Persónum við ræði, sum eru persónar í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, viðgerast sum Kontur við tilknýti til útlandið, Danmark ella Grønland.
Stk. 2. Við atliti til Eindarkontur sum longu eru til nevndar í § 83, skulu bert kontur, sum eru ogn hjá einari ella fleiri Eindum, sum eru Persónar, sum tað skal fráboðast um, ella hjá einum NFE við einum ella fleiri Persónum við ræði, sum eru Persónar, sum tað skal fráboðast um, viðgerast sum Fráboðanarskyldugar kontur.

§ 85. Við atliti til Eindarkontur sum longu eru til nevndar í § 83 skal ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur nýta tær í §§ 86 og 87 umrøddu kanningarmannagongdir.

§ 86. Tá tað skal avgerast, hvar Eindin skattliga er heimahoyrandi, skulu hesar kanningar gerast:

  1. Kanning av upplýsingum, sum verða varðveittar grundað á stýringsendamál ella kundaendamál, herundir upplýsing, sum verður innheintað í samsvari við AML/KYC-mannagongdir, fyri at kunna gera av, hvar Kontueigarin er heimahoyrandi. Í hesum sambandi skulu upplýsingar, sum geva ábendingar, hvar Kontueigarin er heimahoyrandi fevna um skrásetingarstað ella samskipanarstað ella eina adressu í útlandinum, Danmark ella Grønlandi.
  2. Um upplýsingar benda á, at Kontueigarin er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera kontuna sum eina Fráboðanarskylduga kontu, uttan so at hann innheintar eina eginváttan frá Kontueigaranum, ella tað eru líkindi til at gera av, at Kontueigarin ikki er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um, grundað á upplýsingar, hann hevur í varðveitslu, ella sum eru alment atkomiligar.

§ 87. Við atliti til Kontueigara av eini Eindarkontu sum longu er til, herundir eini Eind, sum er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um ella ein Persónur í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin gera av, um kontueigarin er eitt Passivt NFE við einum ella fleiri Persónum við ræði, og gera av hvar slíkir Persónar við ræði eru heimahoyrandi. Um nakar av Persónunum við ræði í einum Passivum NFE er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um, skal kontan viðgerast sum ein Fráboðanarskyldug konta.
Stk. 2. Tá avgerð skal takast eftir stk. 1, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin gera hesar kanningar í tí best hóskandi raðfylgju í mun til støðuna:

  1. Fyri at kunna gera av, um Kontueigarin er eitt Passivt NFE, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin biðja um eina eginváttan frá Kontueigaranum fyri at kunna staðfesta støðu hansara, uttan so at hann hevur upplýsingar, ella alment atkomiligir upplýsingar eru tøkir, sum gera tað sannlíkt, at Kontueigarin er eitt Aktivt NFE ella ein annar Fíggjarligur stovnur enn ein Íløgueind sum nevnd í § 8, stk. 1, nr. 2, sum ikki er ein Fíggjarligur stovnur í einum Luttakandi rættardømi.
  2. Fyri at kunna staðfesta, hvørjir Kontueigarans Persónar við ræði eru, kann ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur byggja á upplýsingar, sum eru innsavnaðir og varðveittir sambært AML/KYC-mannagongdunum.
  3. Fyri at kunna gera av, hvar ein Persónur við ræði í einum Passivum NFE er heimahoyrandi, kann ein Fráboðandi fíggjarligur stovnum byggja á:
    a) Upplýsingar, sum eru innsavnaðir og varðveittir sambært AML/KYC-mannagongdum, hvat viðvíkur einari Eindarkontu sum longu er til, sum er ogn hjá einum ella fleiri NFEum við eini samlaðari kontusaldu, sum ikki fer upp um 6,83 mió. kr., ella
    b) Eina eginváttan frá Kontueigaranum ella einum Persóni við ræði um tað rættardømi ella tey rættardømir, Persónurin við ræði er skattliga heimahoyrandi í.

§ 88. Kanning av Eindarkontum sum longu eru til við einari samlaðari kontusaldu ella virði, sum tann 31. desember 2015 fer upp um 1,71 mió. kr., skal vera liðug í seinasta lagi tann 31. desember 2017.

§ 89. Kanning av Eindarkontum sum longu eru til við einari samlaðari kontusaldu ella virði, sum tann 31. desember 2015 ikki fer upp um 1,71 mió. kr., men tann 31. desember í einum eftirfylgjandi ári ferupp um hesa upphædd, skal vera liðug innanfyri álmanakkaárið eftir tað ár, samlaða kontusaldan ella virði fer upp um hesa upphædd.

§ 90. Um broyting fer fram í umstøðunum við atliti at einari Eindarkontu sum longu er til, sum ber í sær, at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin fær at vita ella orsøk til at halda, at eginváttanin ella annað skjalprógv knýtt at eini kontu er skeivt ella óálítandi, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin broyta kontunnar støðu sambært mannagongdunum, sum eru umrøddar í §§ 85-87.

Kapittul 7
Hóskandi umhugsni fyri nýggjar eindarkontur

§ 91. Við atliti at Nýggjum eindarkontum skal ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur nýta kanningarmannagondirnar í §§ 92 og 93.

§ 92. Fyri at kunna gera av, um Eindin er ein Persónur, sum fráboðan skal gevast um, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin gera hesar kanningar:

  1. Biðja um eina eginváttan, sum kann vera ein partur av kontustovningarskjalpróvnum, og sum ger Fráboðandi fíggjarliga stovnin føran fyri at staðfesta skattliga heimstað ella heimstaðir og vátta líkindini av einari slíkari eginváttan grundað á upplýsingar, sum Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hevur biðið um í sambandi við stovnanina av kontuni, herundir møgulig skjalprógv umbiðin sambært AML/KYCmannagongdinum. Um Eindin ber fram, at hon ikki hevur ein skattliga heimstað, kann tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin byggja á adressuna hjá Eindarinnar høvuðsskrivstovu fyri at staðfesta heimstað Kontueigarans.
  2. 4) Um eginváttan gevur ábendingar um, at Kontueigarin er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin viðgera kontuna sum eina Fráboðanarskylduga kontu uttan so, at tað eru sannlíkindi fyri, at Kontueigarin ikki er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um í mun til hetta Luttakandi rættardømið, grundað á upplýsingar, hann liggur inni við ella sum eru alment atkomiligir.

§ 93. Við atliti til ein eigara av eini nýggjari eindarkontu, herundir ein Eind, sum er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um ella ein Persónur í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin gera av, um Kontueigarin er eitt Passivt NFE við einum ella fleiri Persónum við ræði, og gera av, hvar hesir Persónar við ræði eru heimahoyrandi. Um nakar av Persónunum við ræði í einum Passivum NFE er ein persónur, sum tað skal fráboðast um, skal kontan viðgerast sum ein Fráboðanarskyldug konta. Tá avgerð verður tikin um hetta, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin gera hesar kanningar í tí best hóskandi raðfylgju í mun til støðuna:

  1. Fyri at kunna staðfesta, um Kontueigarin er eitt Passivt NFE, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin byggja á eina eginváttan frá Kontueigaranum fyri at staðfesta støðu hansara, uttan so hann liggur inni við upplýsingum, ella alment atkomuligur upplýsingar eru tøkir, sum gera tað sannlíkt, at Kontueigarin er eitt Aktivt NFE ella ein annar Fíggjarligur stovnur enn ein Íløgueind sum umrøtt í § 8, stk. 1, nr. 2, sum ikki er ein Fíggjarligur stovnur í einum Luttakandi rættardømi.
  2. Fyri at kunna staðfesta hvørjir Kontueigarans Persónar við ræði eru, kann ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur byggja á upplýsingar, sum eru innsavnaðir og varðveittir sambært ALM/KYC-mannagondunum.
  3. Fyri at kunna staðfesta, hvar ein Persónur við ræði í einum Passivum NFE er heimahoyrandi, skal Fráboðandi fíggjarligi stovnurin byggja á eina eginváttan frá Kontueigaranum ella hesum Persóni við ræði.

Stk. 2. Um nakar av Persónunum við ræði í einum Passivum NFE er ein persónur, sum tað skal fráboðast um, skal kontan viðgerast sum ein Fráboðanarskyldug konta.

Kapittul 8
Serligar reglur fyri hóskandi umhugsni

§ 94. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur kann ikki byggja á eina eginváttan ella annað Próvskjal, um Fráboðandi fíggjarligi stovnurin veit ella hevur orsøk til at halda, at eginváttanin ella Próvskjalið er skeivt ella óálítandi.

§ 95. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur kann nýta tær alternativu mannagongdirnar í §§ 96 og 97 fyri Fíggjarligar kontur, sum likamligir persónar eiga, sum eru njótunartilskilaðir í einari Tryggingaravtalu við kontantvirði ella einari Annuitetsavtalu, og fyri eina Bólkatryggingaravtalu við kontantvirði ella eina Bólkaannuitetsavtalu.

§ 96. 3) Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur kann ganga út frá, at ein likamligur persónur, burtursæð frá eigaranum, sum er njótunartilskilaður í eini Tryggingaravtalu við kontantvirði ella eini Annuitetsavtalu, og sum fær eitt útgjald við deyða, ikki er ein Persónur, sum tað verður fráboðað um, og kann viðgera eina slíka Fíggjarliga kontu sum eina ikki-fráboðanarskylduga kontu, uttan so at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hevur eina aktuella vitan um, ella orsøk til at halda, at tann njótunartilskilaði er ein Persónur, sum tað verður fráboðað um.
Stk. 2. 3) Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur hevur orsøk til at vita, at ein njótunartilskilaður í eini Tryggingaravtalu við kontantvirði ella eini Annuitetsavtalu er ein Persónur, sum tað verður fráboðað um, um tær upplýsingar, sum eru innsavnaðar av tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum og knýttar til tann njótunartilskilaða rúma ábendingum um heimstað í útlandinum, Danmark ella Grønlandi sum nevnt í §§ 62-67.
Stk. 3. Um ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur hevur aktuella vitan um ella orsøk til at halda, at ein njótunartilskilaður er ein Persónur, sum tað skal fráboðast um, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin fylgja mannagongdunum í §§ 62-67.

§ 97. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur kann viðgera eina Fíggjarliga kontu, sum er limaparturin í eini Samlagstrygging við kontantvirði, ella eini Samlagsannuitetsavtalu, sum eina Fíggjarliga kontu, sum ikki er ein Fráboðanarskyldug konta, til tann dag, ein upphædd skal rindast til arbeiðstakaran, próvánaran ella njótunartilskilaða, um Fíggjarliga kontan, sum er limaparturin í eini Samlagstrygging við kontantvirði ella eini Samlagsannuitetsavtala,
lýkur hesi krøv:

  1. Samlagstrygging við kontantvirði ella Samlagsannuitetsavtalan er flýggjað út til ein arbeiðsgevara og fevnir um 25 ella fleiri arbeiðstakarar, próvánarar,
  2. Arbeiðstakararnir, próvánararnir hava rætt til at fáa eitt kontraktvirði viðvíkjandi teirra parti og til at velja njótunartilskilaðu til ta veiting, sum skal rindast við deyða arbeiðstakarans.
  3. Tann samlaða upphæddin, sum skal rindast arbeiðstakaranum, próvánaranum ella njótunartilskilaða fer ikki upp um 6,83 mió. kr.

Stk. 2. Máliskan: Bólkatryggingaravtala við kontantvirði, merkir ein Tryggingaravtala við kontantvirði, sum

  1. rindar dekning til einstaklingar, sum eru knýttir hvør at øðrum umvegis ein arbeiðsgevara, yrkisfelag, fakfelag ella annað samtak ella bólk,og
  2. krevur inn tryggingargjald fyri hvønn lim í bólkinum ella av einum flokki innanfyri bólkin, um er ásett uttan mun til heilsustøðuna hjá hvørjum einstøkum, um sæð verður burtur frá atlitunum til aldur, kyn og roykivanar.

Stk. 3. Máliskan: Bólkaannuitetsavtala, merkir ein Annuitetsavtala, har kravánararnir eru einstaklingar, sum eru knýttir hvør at øðrum umvegis ein arbeiðsgevara, ykisfelag, fakfelag ella annað samtak ella bólk.

§ 98. 5) Fyri at kunna áseta samlaðu salduna ella virðið av teimum Fíggjarligu kontunum, sum eru ogn hjá einum likamligum persóni, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skyldugur til leggja saman allar Fíggjarligar kontur sum verða førdar í tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum ella eini Tilknýttari eind, men bert í tann mun KT-skipanirnar í Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambinda viðkomandi Fíggjarligu kontur til eina dátukyknu sum t.d. kontunummar ella Skattgjaldaranummar og loyva, at kontusaldur ella kontuvirðir verða løgd saman.
Stk. 2. Hvørjum ánara av eini Fíggjarligari kontu, sum er felagsogn, skal tillutast alla salduna ella virðið av teirra felags fíggjarligu kontuni, tá sammanleggingarskyldurnar í hesum parti verða nýttar.

§ 99. Fyri at kunna áseta ta samlaðu salduna ella virði av Fíggjarligu kontum, sum eru ogn hjá eini Eind, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skyldugur til at taka atlit til allar fíggjarligar kontur, sum verða førdar í tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum ella eini Tilknýttari eind, men bert í tann mun KTskipanirnar í Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambinda viðkomandi Fíggjarligu kontur til eina dátukyknu sum t.d. kontunummar ella Skattgjaldaranummar og loyva, at kontusaldur ella kontuvirðir verða løgd saman.
Stk. 2. Hvørjum ánara av eini Fíggjarligari kontu, sum er felagsogn, skal tillutast alla salduna ella virðið av teirra felags fíggjarligu kontuni, tá sammanleggingarskyldurnar í hesum parti verða nýttar.

§ 100. Við atliti at eini Fíggjarligari kontu, sum ein kundaábyrgdari veit ella hevur orsøk til at halda er beinleiðis ella óbeinleiðis ogn, undir ræði av ella stovnað av sama persóni, burtursæð frá, tá hetta er í samband við trúnaðarstarv, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur eisini skyldugur til leggja saman allar slíkar kontur fyri at kunna áseta samlaðu salduna ella virði á Fíggjarligu kontuni, sum er ogn hjá einum persóni, fyri at kunna gera av, um ein Fíggjarlig konta er ein Hávirðiskonta.

§ 101. Upphæddir fevna eisini um samsvarandi upphæddir í øðrum gjaldoyra. Allar upphæddir í donskum krónum skulu skiljast sum fevnandi um samsvarandi upphæddir í øðrum gjaldoyra við nýtslu av einum almannakunngjørdum spotkursi, sum er ásettur tann síðsta dagin í álmanakkaárinum frammanundan tí ári, Fráboðandi fíggjarligi stovnurin ásetir salduna ella virðið.
Stk. 2. Sum alternativ til upphæddirnar í donskum krónum kunnu Fíggjarligir stovnar velja at nýta hesar upphæddir í USD, og stk. 1 kann nýtast samsvarandi, tá upphæddir í øðrum gjaldoyra verða umroknaðar til USD:

  1. Ístaðin fyri kr. 341.000 kunnu nýtst 50.000 USD.
  2. Ístaðin fyri 1,71 mió. kr. kunnu nýtast 250.000 USD.
  3. Ístaðin fyri 6,83 mió. kr. kunnu nýtast kunnu nýtast 1 mió. USD.

Kapittul 9
Frágreiðing

§ 102. Við fyrivarni fyri §§ 103-105 skal hvør Fráboðandi fíggjarligur stovnur boða TAKS frá hesum upplýsingum við atliti til hvørja einstaka Fráboðanarskylduga kontu í slíkum Fráboðanarskyldugum fíggjarligum stovnum:

  1. Navn, adressu, rættardømi ella rættardømir, har viðkomandi verður mettir at vera heimahoyrandi, føroyskt p-tal ella v-tal og útlendskt Skattgjaldaranummar ella útlendsk Skattgjaldaranummur umframt føðidag og føðistað, við atliti at einum likamligum persóni, fyri hvønn Persón, sum tað skal fráboðast um, og sum er ein Kontueigari, og við atliti at eini Eind, sum er Kontueigari, og sum eftir eygleiðing av mannagongdunum fyri hóskandi umhugsni í samsvari við kapittul 6-8 verður eyðmerkt at hava ein ella fleiri Persónar við ræði, sum eru Persónar, sum tað skal gevast fráboðan um við atliti at navni, adressu, rættardømi ella rættardømum, viðkomandi verður mettir at vera heimahoyrandi í, møguliga annað rættardømi ella onnur rættardømir, hann er heimahoyrandi í, føroyskt p-tal ella v-tal og útlendskt Skattgjaldaranummar ella útlendsk Skattgjaldaranummur fyri Eindina og navn, adressu, rættardømi ella rættardømir, viðkomandi verður mettur at vera heimahoyrandi í, og føroyskt p-tal ella v-tal og útlendskt Skattgjaldaranummar ella útlendsk Skattgjaldaranummur umframt føðidag og føðistað fyri hvønn Persón, sum tað skal fráboðast um.
  2. Kontunummar ella tað sum svarar til tað, tá eitt kontunummar ikki er til.
  3. Navnið hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum og hansara v-tal.
  4. Saldan ella virðið á kontuni, herundir við atliti at Tryggingaravtalu við kontantvirði ella Annuitetsavtalu, Kontantvirðið ella afturkeypsvirðið við ársenda viðkomandi álmanakkaár, ella um kontan er strikað hetta ár, ella einum sovorðnum tíðarskeiði, tá kontan varð strikað.
  5. Við atliti at eini Fyrisitingarkontu:
    a) samlaða bruttuupphæddin av rentum, samlaða bruttuupphæddin av vinningsbýtum og samlaða bruttuupphæddin av aðrari inntøku genererað við atliti til tær ognir, sum standa á kontuni, í hvørjum eistøkum føri goldið til ella afturatskrivað kontuni ella við atliti at kontuni í álmanakkaárinum og
    b) samlaða bruttuavkastið við sølu ella við at loysa út Fíggjarligar ognir, sum eru goldnar til ella afturatskrivaðar kontuni í álmanakkaárinum, har fráboðandi fíggjarligi stovnurin, hevur virkað sum vørslumaður, meklari, umsitari, ella á annan hátt sum fulltrúi fyri Kontueigaran.
  6. Við atliti at eini Innskotskontu, tann samlaða bruttuupphæddin av rentum goldnar til ella afturskrivaðar kontuni í álmanakkaárinum.
  7. Við atliti at eini kontu sum ikki er lýst í nr. 5 ella 6, tann samlaða bruttuupphæddin goldin til ella afturatskrivað Kontueigaranum við atliti til kontuna í álmanakkaárinum ella viðkomandi fráboðanartíðarskeiði, Fráboðandi fíggjarligi stovnurin er gjaldsskyldugur ella góðskrivingarskyldugur, herundir samlaða upphæddin av møguligum útloysingarupphæddum goldnar til Kontueigaran í álmanakkaárinum.

Stk. 2. 1) Um ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur, sum skal skrásetast eftir § 54 í einum álmanakkaári ikki hevur nakra Fráboðanar skylduga kontu, verður hetta fráboðað TAKS.
Stk. 3. Tær fráboðaðu upplýsingarnar skulu eyðmerkja tað gjaldoyra, sum einstaka upphæddin er í.

§ 103. 4) Uttan mun til § 102, stk. 1, nr. 1 við atliti at eini Fráboðanarskyldugari kontu, sum er ein Konta, sum longu er til, krevst ikki fráboðan um skattgjaldaranummar, skattgjaldaranummur ella føðidag, um skattgjaldaranummarið, skattgjaldaranumrini ella føðidagurin ikki eru í málsskjølunum hjá Fráboðandi fíggjarliga stovninum og annars ikki skulu savnast av slíkum Fráboðandi fíggjarligum stovni sambært føroyskari lóggávu.
Stk. 2. Ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur er kortini skyldugur til at gera eina roynd at innheinta Skattgjaldaranummar ella Skattgjaldaranummur og føðidagin fyri Kontur sum longu eru til við ársenda av øðrum álmanakkaárinum eftir tað ár, tá Konturnar sum longu eru til verða eyðmerktar sum Fráboðanarskyldugar kontur.

§ 104. Uttan mun til § 102, stk. 1, nr. 1, skal Skattgjaldaranummar ikki fráboðast, um viðkomandi Luttakandi rættardømi, har viðkomandi persónur er heimahoyrandi, ikki hevur givið út eitt Skattgjaldaranummar.

§ 105. Uttan mun til § 102, stk. 1, nr. 1, skal føðistað ikki fráboðast, uttan so at

  1. Fráboðandi fíggjarligi stovnurin á øðrum grundarlag er skyldugur til at innheinta og fráboða tað sambært føroyskari lóggávu, og
  2. tað er atkomiligt í raveindar leitiligu dátunum, sum eru í varðveitslu hjá tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum.

§ 106. 1) 5) Persónar, sum fráboðast skal um, ella Eindir við Persónum við ræði, sum fráboðast skal um, skulu fyri tí fráboðanarskylduga upplýsa tær í § 102, stk. 1, nr. 1 nevndu upplýsingar, sbr. tó §104.
Stk. 2. 1) Í fyrsta umfari verður p-talið upplýst. Hevur viðkomandi ikki p-tal, verður v-talið upplýst.
Stk. 3. 1) Fyri feløg, grunnar, felagsskapir, deyðsbúgv og líknandi, sum hvørki hava p-tal ella v-tal, verður annaðhvørt latið p-talið hjá formanninum ella hjá øðrum persóni, sum hevur rætt at virka vegna Eindina ella Persónin, sum fráboðan skal latast um.
Stk. 4. 5) Kann tað ikki greiðast, tá ein Fráboðanarskyldug fíggarlig konta verður stovnað, hvønn fráboðanin skal viðvíkja, verða tær í stk. 1-3 nevndu upplýsingar latnar um tann, sum tann fráboðanarskyldugi hevur stovnað rættarviðurskiftini við. Tá tað er greitt, hvønn fráboðanin skal viðvíkja, verða  eyðmerkisupplýsingarnar latnar um hendan.
Stk. 5. Tann, sum fráboðan skal latast um, skal kunna fráboðanarskylduga um broyting í teimum latnu eyðmerkingsupplýsingunum innan ein mánað eftir, at broytingarnar eru farnar fram.
Stk. 6. Tá eyðmerkingsupplýsingar verða latnar, skal nøktandi samleikaprógv vísast.

§ 107. Fráboðan skal latast í seinasta lagi tann 1. mai í árinum eftir tað álmanakkaár, sum fráboðanin viðvíkur. Er tann 1. mai ein leygardagur, sunnudagur ella halgidagur, er freist næsti gerandisdagur.

Kapittul 10
Uttanumvik
§ 108. Um gerðir ella undanlát verða framd, hvørs endamál einans ella í høvuðsheitum er, at ein konta ikki verður eyðmerkt sum ein Fráboðanarskyldug konta, ella at ikki røtt fráboðan fer fram um eina kontu, herundir at tað ikki fer fram røtt fráboðan viðvíkjandi einum Persóni, sum tað skal fráboðast um, skal tað við nýtslu av mannagongdunum til eyðmerking av Fráboðanarskyldugum kontum og við fráboðan farast fram, sum um hesar gerðir ella undanlát ikki vóru framd.

Kapittul 10 a 3)
Tvingsilsbøtur
§ 108 a. Um tað ikki verður fráboðað rættstundis sambært § 54 kann TAKS geva boð um hetta innan eina nærri ásetta freist, umframt at dagligar tvingsilsbøtur skulu rindast frá freistdegnum at rokna og inntil boðini verða fylgd.

Kapittul 10 b 3)
Revsireglur
§ 108 b. Við sekt verður revsaður tann fráboðanarskyldugi Fíggjarligi stovnurin, sum tilætlað ella av grovum ósketni ikki rættstundis fremur mannagongdirnar  fyri hóskandi umhugsni sambært § 60, stk. 3, ella kapitlunum 4-8, letur vera við at útinna sína fráboðanarskyldu sambært § 102 ella gevur skeivar, villleiðandi
ella ófullfíggjaðar upplýsingar.
Stk. 2. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni gevur skeivar, villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar í eini eginváttan, um ikki hægri revsing er uppiborin sambært revsilógini.

Kapittul 10 c 3)
Tulking, gildiskoma o.a.
§ 108 c. Henda kunngerð skal tulkast í samsvari við OECD standardin um automatiskt umbýti av upplýsingum um fíggjarkontur í skattaviðurskiftum, Standard for Automatic Exchange of Financial Account Information in Tax Matters, sum eisini fevnir um viðmerkingarnar til standardin.

§ 109. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Fráboðan eftir kapittul 9 skal fremjast fyri álmanakkaárið 2016 og seinni álmanakkaár.
Stk. 3. Fyri fíggjarligar stovnar, sum eru fráboðanarskyldugir viðvíkjandi álmanakkaárinum 2016, vil fráboðan til skrásetingar verða rættstundis uttan mun til § 54, stk. 1, um fráboðanin verður latin í seinasta lagi 31. desember 2016.


Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2016

Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Útgivið: 19. februar 2016


Skjal 1 1) 2) 3) 4) 5)

Hesi lond verða mett sum Luttakandi rættardømir frá 2020 at rokna:

  1. Albania
  2. Andorra
  3. Anguilla
  4. Antigua & Barbuda
  5. Argentina
  6. Aruba
  7. Australia
  8. Azerbaijan
  9. Bahamas
  10. Bahrain
  11. Barbados
  12. Belgia
  13. Belize
  14. Bermuda
  15. Brasilia
  16. Bretland
  17. British Virgin Islands
  18. Brunei Drussalam
  19. Bulgaria
  20. Cayman Islands
  21. Cook Islands
  22. Costa Rica
  23. Curacao
  24. Danmark
  25. Dominica
  26. Ecuador
  27. Estland
  28. Eysturríki
  29. Finnland
  30. Frakland
  31. Ghana
  32. Gibraltar
  33. Grenada
  34. Grikkaland
  35. Grønland
  36. Guernsey
  37. Holland
  38. Hong Kong
  39. India
  40. Indonesia
  41. Italia
  42. Írland
  43. Ísland
  44. Isle of Man
  45. Ísrael
  46. Jamaica
  47. Japan
  48. Jersey
  49. Kanada
  50. Kasakhstan
  51. Kekkia
  52. Kenya
  53. Kili
  54. Kina
  55. Kolumbia
  56. Korea
  57. Kroatia
  58. Kuwait
  59. Kypros
  60. Letland
  61. Libanon
  62. Liberia
  63. Liechtenstein
  64. Litava
  65. Luxembourg
  66. Macau
  67. Malaysia
  68. Maldivoyggjar
  69. Malta
  70. Marokko
  71. Marshall Islands
  72. Mauritius
  73. Mesiko
  74. Moldova
  75. Monaco
  76. Montserrat
  77. Nauru
  78. New Caledonia
  79. New Zealand
  80. Nigeria
  81. Niue
  82. Noreg
  83. Oman
  84. Pakistan
  85. Panama
  86. Peru
  87. Portugal
  88. Póland
  89. Qatar
  90. Rumenia
  91. Russland
  92. Saint Kitts & Nevis
  93. Saint Lucia
  94. Saint Vincent and the Grenadines
  95. Sameindu Arabisku Emiratini
  96. Samoa
  97. San Marino
  98. Saudi Abrabia
  99. Schweiz
  100. Seychelles
  101. Singapore
  102. Sint Maarten
  103. Slovakia
  104. Slovenia
  105. Spania
  106. Suður Afrika
  107. Svøríki
  108. Turkaland
  109. Turk sand Caicos Islands
  110. Týskland
  111. Ungarn
  112. Uruguaq
  113. Vanuatu

Landsstýrismaðurin kunngerð á hvørjum ári ein dagførdan listan yvir Luttakandi rættardømir.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg.: 31.03.2017)

2) Broytt við kunngerð nr. 161 frá 6. desember 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. (Útg.: 19.12.2018)

3) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 1. juli 2019, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó so at skjal 1 hevur virknað frá 1. apríl 2019. (Útgivið: 03.07.2019)

4) Broytt við kunngerð nr. 24 frá 24. mars 2021, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 25.03.2021)

5) Broytt við kunngerð nr. 93 frá 17. mai 2022, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 18.05.2022)