Skriva út

Kunngerð nr. 147 frá 18. desember 2015

um krøv til skattliga ársroknskapin

Sum broytt við kunngerð nr. 12 frá 07.02.2018

1) Við heimild í § 103, stk. 1 og § 149 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 28. desember 1992, løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013 verður ásett:

§ 1. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri skattskyldug, sum hava roknskaparskyldu.
Stk. 2. TAKS kann sleppa smáum einstaklingavirkjum undan at nýta teir í § 2 nevndu standardroknskapir, tá ið hetta ikki stendur mát við lítla virksemi teirra.

§ 2. Tann ársroknskapur, ið skal latast TAKS, skal vera settur upp sambært teimum standardroknskapnum, sum finnast á heimasíðuni hjá TAKS.
Stk. 2. Bókhaldið skal leggjast soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna fylgjast til tær skattligu uppgerðirnar. Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
Stk. 3. Skattligar broytingar til ársroknskapin skulu gerast soleiðis, at tað er gjørligt at staðfesta sambandið við skattauppgerðina fyri undanfarna ár.

§ 3. Hóast ásetingina í § 2, stk. 1 skulu skattskyldug sambært kolvetnisskattalógini og vinnurekandi deyðsbúgv ikki lata inn sanbært skjølunum í hesi kunngerð.

§ 4. Eftir áheitan skal tann roknskaparskyldugi lata TAKS útgreiningar til einstøku teigarnar í fylgiskjølunum.

§ 5. Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar, ið við heimild í § 2 í kunngerð um talgildan roknskap hava valt ikki at lata inn í XBRLsniði, síggja burtur frá krøvunum um skattaroknskap sambært hesi kunngerð

§ 5 a. 1) Brot á §§ 2 og 4 verður revsað við sekt.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2016.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 109 frá 14. desember 2014 úr gildi.

Notir
1) Sum broytt við kunngerð nr. 12 frá 7. februar 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg.: 09.02.2018)

Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015

Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Útgivið: 23. desember 2015