Skriva út

Rundskriv nr. 1/2004

Tagnarskylda hjá skattaumsitingini eftir at fyrisitingarlógin er sett í gildi


Yvirlit yvir reglur viðvíkjandi tagnarskyldu

1. Við løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisiting varð rættartrygd borgarans í einum fyrisitingarmáli bøtt munandi á fleiri ymiskum økjum, m.a. tá talan er um tagnarskyldu.

2. Innan skattaøkið er - umframt ta vanligu tagnarskylduna í § 152 í revsilógini – ein serlig regla um tagnarskyldu galdandi, tí eftir ásetingini í § 151 í skattalógini er skattaumsitingini bannað at siga óviðkomandi frá nøkrum av tí, sum hon fær at vita um inntøku- og ognarviðurskifti, vinnuviðurskifti ella viðurskifti, sum viðkoma heimalívinum hjá skattskyldugum ella ávísingarskyldugum, meðan hon røkir sítt starv eftir síðstnevndi lóg.
Ásetingin hevur higartil verið tulkað tálmandi. Aðrir myndugleikar hava soleiðis verið mettir at vera ”óviðkomandi” í sambandi við trúnaðarfrámerktar upplýsingar, um myndugleikin ikki hevur kunnað víst á serliga lógarheimild, sum loyvir honum at krevja upplýsingar frá skattaumsitingini.

3. Kapittul 8 í fyrisitingarlógini inniheldur lutvvíst ásetingina í § 26, sum fyrst og fremst útgreinar innihaldið av tí vanligu tagnarskylduni eftir § 152 í revsilógini, lutvíst ásetingarnar í §§ 27-31 um latan av upplýsingum til annan fyrisitingarmyndugleika.
Tann serliga reglan um tagnarskyldu í mun til fyrisitingarlógina

4. § 26 í fyrisitingarlógini uppreksar fleiri dømir um, hvat er fevnt at tí vanligu tagnarskylduni eftir § 152 í revsilógini. § 26, stk. 1, nr. 6 og 7 í fyrisitingarlógini tekur við upplýsingar, sum eisini eru fevndir av tí serligu tagnarskylduni hjá skattaumsitingini. Hetta er galdandi fyri upplýsingar um áhugamál hjá einstaklingum ella privatum feløgum ella felagsskapum, ella innanhýsis, herundir fíggjarlig, viðurskifti, ella upplýsingar um tøkniligar útbúningar ella mannagongdir ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti. § 26 í fyrisitingarlógini treytar tó forboðið móti latan av upplýsingum av, at tað er neyðugt fyri at verja serstøk fyrilit viðvíkjandi privatum áhugamálum.

Yvir fyri hesum stendur serliga tagnarskyldan hjá skattaumsitingini, sum sigur, at tagnarskyldan er treytaleys fyri upplýsingar, sum eru nevndir í fyrisitingarlógini.

Tá skattaumsitingin illa kann gera eina slíka meting, vil serliga tagnarskyldan hjá skattaumsitingini verða varðveitt óbroytt í mun til privat og umsitingar, sum ikki eru at rokna sum fyrisitingarmyndugleikar. Hetta fær eisini týdning fyri spurningin um skjalainnlit, tí vanliga atgongdin hjá almenninginum til skjalainnlit er avmarkað av serstøkum ásetingum um tagnarskyldu, men ikki av vanligu tagnarskylduni eftir revsilógini, fyrisitingarlógini ella tænastumannalóggávuni, jbr. § 14 í løgtingslóg um alment innlit í fyrisitingina.
Latan av upplýsingum til aðrar fyrisitingarmyndugleikar eftir áheitan

5. Viðvíkjandi latan av loyniligum upplýsingum til aðrar fyrisitingarmyndugleikar eftir áheitan sigur § 27, stk. 1 í fyrisitingarlógini, at upplýsingar um heilt privat viðurskifti ikki kunnu latast øðrum fyrisitingarmyndugleika, um sæð verður burtur frá undantakinum í § 27, stk. 2. Som dømi um heilt privat viðurskifti verða nevndir upplýsingar um ættarslag, trúgv og húðalit, um politisk, felagsskaplig, kynslig og revsiverd viðurskifti eins og upplýsingar um heilsuviðurskifti, stórar almannatrupulleikar og misnýtslu av njótingarevnum. Fíggjarligir og vinnuligir upplýsingar koma ikki í sama bólk sum upplýsingar um heilt privat viðurskifti, men koma harafturímóti undir § 27, stk. 3. Eftir § 27, stk. 3 kunnu aðrir trúðarupplýsingar enn upplýsingar um tey heilt privatu viðurskiftini latast víðari til ein annan fyrisitingarmyndugleika, tá tað má metast, at upplýsingin er av stórum týdningi fyri virksemið hjá myndugleikanum ella fyri eina avgerð, sum myndugleikin skal taka.

Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya metir ikki, at tað longur er neyðugt varðveita ta undir pkt. 2 nevndu tálmandi tulkingina, eftir at fyrisitingarlógin er sett í gildi. Stýrið metir við øðrum orðum, at fyribrigdið ”óviðkomandi” í § 151 í skattalógini um aðrar fyrisitingarmyndugleikar eigur at tulkast í samsvari við eyðkennini í § 27, stk. 3 í fyrisitingarlógini.

Skipanin verður hereftir, at um økisskrivstova hjá Toll- og Skattstovu Føroya metir, at fyrisitingarmyndugleikin hevur stóran tørv á upplýsingunum, verða upplýsingarnar latnar eftir tí leiðbeining, sum er lýst undir pkt. 7.

Metir skattaumsitingin ikki, at fyrisitingarmyndugleikin hevur stóran tørv á upplýsingunum, skal fyrisitingarmyndugleikin kunnast um kærumøguleikan eftir pkt. 6.

Kærumøguleiki

6. Metir skattaumsitingin ikki, at tær upplýsingar, sum ein fyrisitingarmyndugleiki hevur biðið um, eru av stórum týdningi fyri virksemi hjá myndugleikanum ella fyri eina avgerð, sum myndugleikin skal taka, jbr. § 27, stk. 3 í fyrisitingarlógini, kann myndugleikin kæra avgerðina hjá økisskrivstovuni beinleiðis til Lógardeildina í Stýrinum fyri Toll- og Skattstovu Føroya.

Framferðarháttur

7. Um skattaupplýsingar frá sjálvuppgávutilfari skulu latast øðrum fyrisitingarmyndugleika, skulu upplýsingarnar ikki latast við, at originalar sjálvuppgávur ella original fylgjuskjøl verða latin myndugleikanum. Um upplýsingarnar einans eru tøkar sum originalar sjálvuppgávur og/ella original fylgjuskjøl, kann avtala gerast við myndugleikan um, hvussu upplýsingarnar skulu latast, t.d. sum avrit av sjálvuppgávum ella øðrum upplýsingum.

Sjálvuppgáva og annað tilfar kann innihalda upplýsingar um heilt privat viðurskifti, t.d. uppihaldspening, almannahjálp ella stuðul til trúðarsamfelag, sum ikki mugu latast øðrum myndugleika, jbr. § 27, stk. 1 í fyrisitingarlógini. Sjálvuppgáva v.m. kann harumframt innihalda upplýsingar um triðjamann, sum ikki eru av týdningi fyri annan myndugleika, og sum tí ikki kunnu latast øðrum. Tað kunnu vera upplýsingar um fíggjarlig ella privat viðurskifti hjá ognara, skuldara og luthava. Skattaumsitingin má tí tryggja sær, at tilfar, sum verður útflýggjað, ikki inniheldur slíkar upplýsingar, ella at tað ikki er gjørligt at lesa slíkar upplýsingar.

Originalar sjálvuppgávur ella original fylgjuskjøl mugu einans latast til øðrum skattamyndugleikum og - í skattamálum – til advokatin, sum umboðar skattamyndugleikan, løgregluna, ákæruvaldið og dómstólarnar.

8. Rundskrivið kemur í gildi 22. apríl 2004.

Eldri rundskriv o.líkn., sum umrøða somu spurningar, sum hetta rundskriv umrøður, verða samstundis sett úr gildi.

Tórshavn, 18. mai 2004
TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ

Óli Heinesen / Birta Biskopstø

Snarslóðir