Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 13 frá 1994

um meirvirðisgjald hjá kommununum


Á fíggjarlógini fyri 1993 er hædd tikin fyri teimum meirútreiðslum, sum stovnarnir hjá landinum fáa, nú meirvirðisgjaldsskipanin er komin í gildi.

Landsstýrið hevur tí avgjørt, at kommunurnar skulu "neutraliserast" viðvíkjandi meirvirðisútreiðslunum. Hetta er so gjørt við omanfyri nevndu kunngerð.

Endamálið við hesi kunngerð er eisini at stimbra tað privata vinnulívið á tann hátt, at kommunan fær 75% av mvg-num afturgoldið, tá ið hon keypir vørur og tænastur frá øðrum.

Henda kunngerð fevnir kommunur, kommunal virki og stovnar.

Somu prinsipp eru galdandi fyri umsiting av hesi kunngerð, sum fyri umsitingini av allari mvg-skipanini eru. Hetta skal alla tíðina havast fyri eyga. Hetta førir so við sær, at kommunal virki og stovnar kunnu sundurgreinast í 3 bólkar:

1. Kommunalt virksemi
2. Blandað virksemi
3. Vinnuligt virksemi

1. Kommunalt virksemi

Her er talan um tað virksemi hjá kommununi, sum ikki hevur nakað vinnuligt endamál, og er soleiðis háttað, at tað reelt ikki er í kapping við onnur.

Hetta virksemi er aloftast nevnt í § 2, 3. stk. í mvg-lógini, sum m.a. umfatar:

- heilsurøkt
- almanna umsorgan
- undirvísing í skúla og aðra undirvísing
- mentunarligt og listarligt virksemi
- ítrótt
- fólkaflutning
- ferðamannastovuvirksemi

T.d. eru kommunalir skúlatannlæknar í hesum bólkinum. Virksemið hjá teimum hevur ikki vinnuligt endamál, men viðvíkur bert tí almennu heilsurøktini. Hetta er ein útreiðsla hjá kommununi, og eingin fíggjarligur vinningur stendst av hesum.

2. Blandað virksemi

Her er talan um stovnar hjá kommununi, sum bæði reka vinnuligt og kommunalt virksemi. Hesum viðvíkjandi er reglugerð um blandaða nýtslu í kunngerð nr. 21 um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum. Sum dømi kann nevndast, framleiðing av asfalti og skervi, har ein partur av framleiddu vøruni verður brúkt av kommununi sjálvari, og ein partur verður seldur til onnur.

3. Vinnuligt virksemi

Her verður hugsað um virksemi, sum er 100% vinnuligt, og hetta virksemi hevur ongan fyrimun av at koma undir omanfyri nevndu skipan. Umframt hetta eru virkir skrásetingarskyldug, sambært § 5 í lógini um meirvirðisgjald, um tey hav eina árliga sølu av vørum og tænastum, ið er 20.000 kr. ella meira.

Ymiskt annað

Toll- og Skattstova Føroya hevði kunnandi fund við kommunufelagið hin 20. mai 1993, viðvíkjandi omanfyri nevndu kunngerð.

Ymiskir spurningar vóru viðgjørdir, og her eru so teir mest umráðandi.

1. Spurningur var, um teir ymsu stovnarnir í kommunum hvør í sær skuldu senda umsókn um endurgjald av tí goldna meirvirðisgjaldinum.

T&S heitti á kommunurnar bert at senda eina umsókn pr. kommunu við sundurgreining av teimum ymsu stovnunum (rakstrarstøð).

2. Spurt varð, um kommunurnar kundu søkja eina ferð um árið.

T&S svaraði, at umsóknirnar skulu sendast inn hvønn ársfjórðing. Tó kunnu kommunur, sum ikki hava ajourført roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing 1993, regulgera (javna) hann yvir næsta ársfjórðing.

3. Ein kommuna nevndi, at teir brúka tann framgangsháttin, at teir draga 75% frá meirvirðisgjaldinum úr teimum ymsu rakstrarkontunum, soleiðis at tey 25%, sum ikki verða endurgoldin, standa eftir á rakstrarstaðnum. Hetta gevur bókhaldinum hjá kommununi eina rættari mynd yvir, hvussu støðan er í roknskapinum. Tey 75% upproknast so til 100%, áðrenn tey verða skrivað á umsóknarblaðið.

Hesin framgangsháttur er í lagi.

4. Spurningur um streym frá einum felagsmálara, sum stendur á kaiini.

Streymurin verður brúktur til vinnuligt (meirvirðisgjaldsskyldugt) endamál, nevniliga útleigu av havnarøki. Harumframt verður streymur frá sama málara brúktur til vanligt gøtuljós.

Her skal gerast ein lutfalslig uppbýting, soleiðis at tann streymur, sum verður brúktur til mvg-skyldugan rakstur, verður frádrigin í mvg-roknskapinum hjá kommununi. Síðani fær kommunan endurrindað 75% av restini av upphæddini.

Sama ger seg galdandi í samband við skúlar, ítróttahallir o.a. Her skal altíð uppbýtast lutfalsliga millum mvg-skyldugan og mvg-frían rakstur.

5. Spurt varð, hvørji krøv vóru sett til faktura, um nóg gott skjalprógv skuldi vera.

Krøvini til faktura í hesum sambandi eru nevnd í § 11 í kunngerð nr. 22. frá 27. januar 1993 um minstukrøv til bókhald og roknskap.