Skriva út

Løgtingslóg nr. 57 frá 22. apríl 2003 um at veita trygd og at bjóða á tvingilssølu í samband við innkrevjingarmál


§ 1. Í teimum førum, innkrevjingin hjá Toll- og Skattstovu Føroya metir, at tað kann minka um tapsvandan hjá landskassanum, hevur Toll- og Skattstova Føroya heimild at bjóða á tvingsilssølu og at veita trygd, ið verður kravd í sambandi við konkursáheitanir, og trygd í sambandi við sakarmál, ið búgv føra.
Stk. 2. Møguligt tap sambært stk. 1 skal takast við á ta høvuðskontu, har kravið er bókað.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at