Fjølmiðlar
Spurningar frá fjølmiðlum verða svaraðir av stjóra okkara, Eyðuni Mørkøre. Samband fæst við Eyðun á eym@taks.fo. Ringjast kann eisini til skrivaran á 35 27 31 ella til kundatænastuna á 35 26 00.
Eyðun Mørkøre, stjóri
Høvuðsskrivstovan á Smyrilsvegi 20 í Havn
Inngongdin til høvuðsskrivstovuna
Tolleftirlit
Búmerki hjá TAKS er blað og stelkur. Blaðið umboðar trivnað og menning, stelkurin umboðar samskifti, bæði innanhýsis og millum stovn og borgara.
Blaðið er gylt og dimmgrønt á liti. Litirnir umboða virðiligheit, myndugleika og fakligan stoltleika, og í hesum litum vilja vit eisini røkja okkara uppgávur. Skriftin er rund og mild, samstundis sum hon hevur tyngd.
Soleiðis lýsir búmerkið ein stovn í menning, sum samskiftir og hevur myndugleika, og sum er virðiligur, álítandi og fyrikomandi.
Heinta búmerki
Navnið TAKS rennur úr tí at vera til taks – í okkara føri at vera til taks hjá borgarum og fyritøkum. Samstundis inniheldur tað forbókstavirnar í tolli, avgjøldum, kolvetni og skatti, sum eru nøkur av høvuðsstarvsøkjunum hjá stovninum.
Navnið bleiv til í innanhýsis kapping á stovninum í sambandi við samleikaskifti okkara í 2008. Tað sat við fyrsta skot, og beinanvegin hómaðust møguleikarnir. Navnið verður alt skrivað við stórum, TAKS.