Skriva út
08. mai 2024

Um peningaflytingar í sambandi við mvg-uppgerðina hesa ferð

Fríggjadagin, 10. mai, er síðsta freist at lata inn mvg-uppgerðina fyri 1. ársfjórðing 2024. Í ár fellur dagurin á ein frídag hjá KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum, og dagin fyri er Kristi himmalsferðardagur. Hetta hevur við sær, at peningaflytingar, sum gjørdar verða hesar báðar dagar, fara ikki ígjøgnum fyrr enn mánadagin, 13. mai.

13. mai telur tí sum rættstundis gjaldsdagur

Tað er, at mvg-uppgerðin kann latast inn sum vant, men at renta og annað í sambandi við vantandi ella ov seina innlating verður ikki roknað fyrr enn eftir 13. mai.

TAKS

Leinki

At lata inn mvg-uppgerð