Skriva út

Eftirløn til tænastumenn

Sambært eftirlønarlógini eru tænastumannasett undantikin skylduni at rinda til eftirløn, tí tænastumannaskipanin frammanundan hevur innbygda eftirløn. Hetta merkir, at tá ið tænastumaður fær løn, verður einki tikið burturav til eftirløn, soleiðis sum gjørt verður við aðrar lønir.

Hvat merkir tað fyri teg sum arbeiðsgevara?

Ítøkiliga merkir tað, at hevur tú tænastumann í starvi, skal einki av lønini flytast sum eftirløn.

Summir tænastumenn fáa eyka eftirløn

Henda eykaløn kann eisini fara ígjøgnum skipanina. Tað er tó krav, at hon verður goldin til føroyskan eftirlønarveitara. Rindar tú sum arbeiðsgevari slíka eyka eftirløn til tænastumann, skalt tú á lønarlistanum seta hana í teigin fyri eftirløn.

Eyka eftirløn til danskan eftirlønarveitara

Eyka eftirløn, ið verður rindað til danskan eftirlønarveitara, kann bert rindast av skattaðum peningi. Sum arbeiðsgevari hevur tú tá tveir møguleikar:

  1. Antin kanst tú rinda eyka eftirlønina sum vanliga løn til skattingar, og so biðja tænastumannin sjálvan rinda eyka eftirlønina til danska eftirlønarveitaran.
  2. Ella tú kanst flyta eyka eftirlønina beinleiðis til danska eftirlønarveitaran. Tá skalt tú á lønarlistanum seta fulla lønarupphædd í teigin “A-inntøka” og so draga eyka eftirlønina frá í teiginum “Forvunnin upphædd”. Tá verður eyka eftirlønin skattað, og so kanst tú sum arbeiðsgevari flyta hana til danska eftirlønarveitaran sum vanliga flyting.

Dømi

Tú skalt rinda tænastumanni 40.000 kr. í løn. Av teimum skulu 2.500 kr. rindast sum eyka eftirløn til danskan eftirlønarveitara. Teigarnir í lønarlistanum skulu tá útfyllast soleiðis:

  • A-inntøka: 40.000 kr.
  • Forvunnin upphædd: 37.500 kr.
  • Eftirlønargjald: 0 kr.