Skriva út

At lata inn mvg-uppgerð

Feløg, sum eru mvg-skyldig, skulu lata inn mvg-uppgerð eina ferð hvønn ársfjórðing. Innlatingarfreistin og gjaldsfreistin er ein mánaður og 10 dagar eftir, at eitt mvg-tíðarskeið er endað. Tó er freistin fyri 2. ársfjórðing 24. august.

Soleiðis letur tú mvg-uppgerðina inn

Mvg-uppgerðin kann latast inn upp á tveir mátar.

  1. Tú kanst lata hana inn á Vinnuglugganum, har uppgerðin liggur klár at fylla út og senda talgilt og ókeypis. Ert tú ikki brúkari av Vinnuglugganum, vel “Um Vinnugluggan” undir snarslóðum og les um tænastuna, og hvussu tú verður brúkari.
  2. Tú kanst eisini lata inn manuelt. Tað kostar eitt ómaksgjald á 250 kr. Heinta tá mvg-uppgerðina her á síðuni undir snarslóðum, fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til mvg@taks.fo.
Innlatingarfreistir

Freistirnar at lata inn mvg-uppgerðir eru hesar:

  • Fyri 1. ársfjórðing (januar-februar-mars) er freistin 10. mai
  • Fyri 2. ársfjórðing (apríl-mai-juni) er freistin 24. august
  • Fyri 3. ársfjórðing (juli-august-september) er freistin 10. november
  • Fyri 4. ársfjórðing (oktober-november-desember) er freistin 10. februar árið eftir

Fellur á vikuskifti ella halgidag, er freistin fyrstkomandi gerandisdag.

Innlatingarfreistir hjá virkjum, ið hava negativt mvg

Virki, ið javnan hava negativt mvg, kunnu søkja um at lata mvg-uppgerð inn eina ferð um mánaðin ella eina ferð um vikuna.

Mánaðarligu innlatingarfreistirnar eru hin 10. tveir mánaðir eftir avrokningarmánaðin. Fellur á vikuskifti ella halgidag, er freistin fyrstkomandi gerandisdag.

Vikuligu innlatingarfreistirnar eru sjeynda mánadagin eftir avrokningarvikuna. Fellur á halgidag, er freistin fyrstkomandi gerandisdag.

Soleiðis verður mvg gjørt upp

Tá ið ein vøra ella tænasta verður seld, skal mvg uppkrevjast. Verður vøran ella tænastan útflutt, skal einki mvg uppkrevjast. Hinvegin er eisini mvg á vørum, ið felagið hevur keypt ella innflutt.

Við endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði, tey eru 4 um árið, ger felagið upp, hvussu nógv, ið er keypt, og hvussu stórur partur av hesum er mvg. Felagið ger eisini upp, hvussu nógv, ið er selt, býtt sundur á innanlands sølu og útflutning, og hvussu stórur partur av hesum er mvg. Við at draga tølini frá hvørjum øðrum fæst so at vita, um felagið hevur keypt fyri meir, enn tað hevur selt fyri, ella um tað hevur selt fyri meir, enn tað hevur keypt fyri.

Er sølu-mvg'ið størri enn keyps-mvg'ið, skal felagið rinda hetta í landskassan. Hinvegin fær felagið mvg'ið endurgoldið úr landskassanum, um keyps-mvg'ið er størri enn sølu-mvg'ið í einum avgjaldstíðarskeiði.

Feløg við negativari avgjaldsupphædd

Feløg, sum regluliga hava negativt mvg, t.e. eiga pening til góðar hjá landskassanum, kunnu søkja um at fáa sítt tilgóðahavandi útgoldið eina ferð um mánaðin ella eina ferð um vikuna.

Hevur eitt felag negativt mvg, skal upphæddin útgjaldast í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at mvg-uppgerðin er móttikin ella innlisin á Vinnugluggan.

Um mvg-uppgerðin verður ov seint innlatin

Verður mvg-uppgerðin ov seint innlatin, verður gjaldið fyri viðkomandi mvg-tíðarskeið hækkað 1%, tó í minsta lagi 300 kr. og í mesta lagi 1.000 kr. Er gjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, verður roknað renta á 0,7% um mánaðin.

Um mvg-uppgerðin ikki verður innlatin

Verður mvg-uppgerðin ikki innlatin, verður avgjaldið fyribilsásett út frá einari meting. Leggjast skal afturat, at sjálvt um einki virksemi hevur verið í einum ársfjórðingi, skal mvg-uppgerðin latast inn kortini, annars verður avgjaldið fyribilsásett.