Skriva út

Mvg og leigubilar

Selur fyritøka ein bil, sum hon hevur leigað út, kann hon fáa upp til 60.000 krónur í mvg-frádrátti, um hon heldur treytirnar og kann skjalprógva tað.

Treytir

Treytirnar fyri mvg-frádráttinum eru ásettar í § 10, stk. 2, í mvg-lógini og eru uppsettar niðanfyri. Fyri at hava rætt til frádrátt, skalt tú halda treyt 1-3 ella treyt 4.

Treyt 1-3

1. Akfarið skal hava havt minst tíggju ymiskar leigarar, og
2. tað skal hava koyrt minst 8.500 kilometrar, og
3. tað skal hava verið skrásett sum leiguakfar í minst seks mánaðir her á landi.

Treyt 4

4. Akfarið skal hava verið skrásett sum leiguakfar í minst trý ár her á landi.

Skjalprógv

Skjalprógv skulu vera soleiðis, at TAKS greitt kann síggja á teimum, um treytirnar fyri frádráttinum eru hildnar.

Tað er skylda seljarans at tryggja, at skjalprógvini nøkta henda tørv

Niðanfyri eru viðkomandi minstukrøv og vegleiðingar til einstøku treytirnar.

Treyt 1: Á leigufaktura, leigusáttmála ella tílíkum skjali skulu standa navn á leigara og nummarpláta á akfari.

Treyt 2: Á sølufaktura, keypssáttmála ella tílíkum skjali skulu standa navn á keypara, nummarpláta á akfari og tal á koyrdum kilometrum við avhendan. Á sølufaktura mugu ikki standa mvg-upphædd ella aðrar upplýsingar, ið nýtast kunnu til at rokna mvg-upphæddina.

Treyt 3 og 4: Fyri at tryggja, at akfarið verður skrásett sum leiguakfar av fyrstan tíð, mæla vit til at heita á Akstovuna um at syrgja fyri hesum.