Skriva út

Vinnugluggin

Vinnugluggin er sjálvgreiðslan hjá TAKS til tey vinnurekandi. Her avgreiða tey toll, mvg og onnur taksviðurskifti, tá tað liggur fyri.

Soleiðis fært tú Vinnugluggan

Tú fært Vinnugluggan við at senda okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur “Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum”.

Avmynda ella skanna útfylta umsókn og maila hana til taks@taks.fo. Tú kanst eisini bræva hana til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka Vinnugluggan eins og 4.000 onnur vinnurekandi.

Eitt virki kann eisini stovna ein brúkaraumsitara á Vinnuglugganum

Brúkaraumsitarin kann síðan stovna og deaktivera aðrar brúkarar av glugganum hjá virkinum og siga, hvørjar funkur, teir skulu hava atgongd til.

Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkaraumsitari á Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna og send til somu adressur, sum omananfyri eru nevndar.

Soleiðis ritar tú inn á Vinnugluggan

Tú ritar inn á Vinnugluggan við Samleikanum. Tað er ein ókeypis app til telefon, teldil og teldu. Hon er ment av Talgildu Føroyum og kann nýtast av øllum, ið eru fylt 15 ár og hava føroyskt p-tal.

Heinta Samleikan undir snarslóðum her á síðuni

Vel ímillum App Store og Google Play. Undir snarslóðum er eisini videovegleiðing um, hvussu tú kemur víðari, tá ið tú hevur heintað Samleikan.

Meira at vita um Samleikan?

Ring til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.​

Vita eisini Hjálp við Samleikanum á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Hetta kann avgreiðast á Vinnuglugganum

Viðurskifti, sum kunnu avgreiðast á Vinnuglugganum, eru:

  • Mvg-uppgerðir
  • Tollrokningar
  • Tollingaráheitanir

Tú sært eisini:

  • Kontuavrit
  • Kontuyvirlit
  • Lønaryvirlit
  • Virkisupplýsingar
  • Skrásetingarprógv
  • Brúkarar og rættindi

Hetta skal avgreiðast á Vinnuglugganum

Viðurskifti, sum skulu avgreiðast á Vinnuglugganum, eru:

  • Roknskapur
  • Vinningsbýtisuppgerð
  • Partafelagssjálvuppgáva
  • Kapitalvinningssjálvuppgáva

Hetta kann ikki avgreiðast á annan hátt.

Um skjølini

  • Roknskapur: Skal latast inn saman við sjálvuppgávuni.
  • Vinningsbýtisuppgerð: Skal bert latast inn, um felagið hevur útlutað vinning. Tá skal uppgerðin latast inn í seinasta lagi 14 dagar eftir, at avgerð er tikin um útlutan.
  • Partafelagssjálvuppgáva: Skal altíð latast inn.
  • Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.

Tá ið innlatið er, kemur váttan fyri innlatingini á skíggjan. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í glugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki longur at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.

Um ársfrásøgn

Ársfrásøgn hevur skulað verið avgreidd á Vinnuglugganum, men skal nú latast inn til Skráseting Føroya via sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum. Tú kanst rita inn á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Ársfrásøgn.

Brúk fyri hjálp til Vinnugluggan?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Tørvar tær hjálp til Samleikan, skalt tú tó ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.​

Vita eisini Hjálp við Samleikanum á heimasíðuni hjá Samleikanum.