Skriva út

Boða trygt frá rúsevnasmugling

Hevur tú vitan ella mistanka um smugling av rúsevni, kanst tú trygt boða tolleftirlitinum hjá TAKS frá. Ring, smsa ella skriva til okkara á 287 287 ella á rusevni@taks.fo.

Tænastan er opin 24/7.

Tað verður okkara millum

Vit upplýsa einki fyri nøkrum, og tú skalt ikki gera meira. Vit taka okkum av málinum.

Tú kanst eisini senda okkum eitt anonymt bræv

Bara eini stutt boð, sum tú skrivar á ein lepa og leggur í ein brævbjálva.

Uttaná skrivar tú:
Tolleftirlit
Boks 2151

Koyr brævið í ein av bláu postkassunum hjá Posta

Hann pjøvist ikki at vera ein í tínum øki. Gev gætur, at er hann í Suðuroy, verður Tvøroyri stemplað á bjálvan. Er hann aðrastaðni, verður Tórshavn stemplað á.

Tú kanst eisini koyra brævið í postkassan hjá TAKS

Tá er ikki neyðugt við frímerki alla at skriva nakað uttaná, tí brævið kemur í rættar hendur kortini. Postkassin hjá TAKS er við høvuðsdyr okkara á Smyrilsvegi 20 í Havn.


Postkassin hjá TAKS er við høvuðsdyr okkara á Smyrilsvegi 20 í Havn.