Skriva út

Borgaragluggin

Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð. Við honum hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7.

Man ritar inn á Borgaragluggan við Samleikanum

Samleikin er ein innritanarskipan til tænastur hjá bankum, kommunum og almennum stovnum, til dømis til Borgaragluggan hjá TAKS. Bara tú kanst brúka tín Samleikla, og bara tú sært tínar upplýsingar. Man fær Samleikan, um man hevur fylt 15 og hevur føroyskt p-tal.

Hevur tú Samleikan?

> Rita inn á Borgaragluggan

Hevur tú ikki Samleikan?

> Fá tær Samleikan (Letur upp heimasíðuna hjá Samleikanum)

Á Borgaraglugganum kann man avgreiða nógv

Til dømis:

  • sjálvuppgávu
  • rentustuðul til lestrarlán
  • rentustuðul til bústaðarlán
  • stuðul til dupult húsarhald
  • kapitalvinningssjálvuppgávu
  • broyta skattauppgerðir trý ár aftur í tíð
  • broyta kontunummarið til frítíðarløn og avlopsskatt

Man sær eisini nógvar týdningarmiklar upplýsingar, eitt nú:

  • eftirløn
  • frítíðarløn
  • lønaryvirlit
  • grundupplýsingar
  • eldri skattauppgerðir
  • yvirlit yvir ogn og skuld

Borgaragluggin riggar best í Chrome, Edge og Firefox

Vit mæla til at nýta ein av hesum browsarum, tá ið ritað verður inn.

Skal onkur orðna okkurt fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at brúka Borgaragluggan í tínum navni. Ger tað á Borgaraglugganum undir grundupplýsingar/fulltrúir ella heinta fulltrúina niðanfyri, fyll út og send okkum.

Tú kanst velja, um fulltrúin skal galda í eitt, tvey ella trý ár

Velur tú fleiri ár, sleppur tú undan at endurnýggja fulltrúina á hvørjum ári.

Brúk fyri hjálp til Borgaragluggan?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Brúk fyri hjálp til Samleikan?

Vita samleikin.fo/hjálp. Tú kanst eisini ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.​

Til ber ikki at biðja TAKS um hjálp til Samleikan.