Skriva út

P-tal

P-tal er stytting fyri persóntal og verður brúkt av myndugleikunum til at eyðmerkja hvønn einstakan borgara í m.a. skattaviðurskiftum. Fyri at fáa løn gjøgnum føroysku skattaskipanina, skalt tú hava p-tal.

Vanligt p-tal

Ert tú føddur í Føroyum, verður eitt vanligt p-tal tillutað tær, tá ið tú fært navn. Hetta tal verður brúkt, tá ið tú síðan fært løn.

Kemur tú til Føroya at arbeiða í meira enn 180 dagar í eitt ár, fært tú eisini eitt vanligt p-tal. Tá verður tú nevniliga roknaður sum tilflytari og skalt flyta bústað higar. Tú fært p-talið útflýggjað, tá ið tú meldar adressuflytingina til bústaðarkommununa. Hevur tú onkran trupulleika við tí vanliga p-talinum, skalt tú somuleiðis venda tær til bústaðarkommununa.

Fyribils p-tal

Kemur tú til Føroya at arbeiða í 180 dagar ella minni í eitt ár, skalt tú hava eitt fyribils p-tal, eisini kallað eitt pseudo p-tal. Tað fært tú við at senda eina umsókn til TAKS. Tú kanst biðja arbeiðsgevara tín gera tað fyri teg. Finn umsóknina undir snarslóðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um fyribils p-tal". Á blaðsíðu 2 í umsóknini er vegleiðing at útfylla hana.

Tá ið TAKS hevur fingið umsóknina, fært tú eitt fyribils p-tal og kanst fáa løn útgoldna. Minst tí til at senda umsóknina í góðari tíð, t.e. helst 14 dagar áðrenn lønin skal flytast.

Hevur tú fingið eitt fyribils p-tal, verður tað verandi í skipanini, og næstu ferð, tú kemur higar at arbeiða, skalt tú bara virkja tað aftur. Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Skrivar tú, sig so í brævinum, hvussu leingi, tú skalt arbeiða í Føroyum í hesum umfari.

P-tøl í øðrum londum

Nógv lond brúka talskipanir til at eyðmerkja borgarar sínar í skattaviðurskiftum. Yvirskipað verður sagt TIN-nummar (TIN stendur fyri Tax Identification Number), men londini brúka ymisk heiti. Kennitala í Íslandi, Personnummer í Svøríki, CPR-nummer í Danmark, Fødselsnummer í Noregi o.s.fr.

Vel Tax Identification Numbers undir snarslóðum og síggj heitini, sum onnur lond nýta, og hvussu skipanirnar eru uppbygdar.

TIN-nummar er tað sama sum p-tal

Útlendskir arbeiðsgevarar ella myndugleikar t.d. pensiónskassar, biða ofta um at fáa títt TIN-nummar. Tá skalt tú upplýsa títt p-tal.

TIN-nummar (TIN stendur fyri Tax Identification Number),og verður brúkt av myndugleikunum til at eyðmerkja hvønn einstakan borgara í m.a. skattaviðurskiftum.

Meira um p-talið

P-tal er stytting fyri persóntal og verður brúkt av myndugleikunum til at eyðmerkja hvønn einstakan borgara í m.a. skattaviðurskiftum.

Øll, sum eru fødd í Føroyum ella flyta higar, fáa eitt p-tal. Tað er Landsfólkayvirlitið, sum við heimild frá Innlendismálaráðnum stendur fyri skipanini.

P-talið er níggju tøl. Seks tey fyrstu eru føðingardagurin, trý tey seinastu eru persónlig tøl, sum bara borgarin kennir. Av hesum er síðsta talið ólíkatal hjá monnum og líkatal hjá kvinnum.