Skriva út

Lesandi

Sum lesandi hevur tú ymiskar møguleikar at fáa stuðul undir lesnaðinum. Niðanfyri er viðkomandi kunning. Hygg eisini undir snarslóðum.

Fríkort

Í Føroyum kunnu øll tjena upp í 30.000 kr. skattafrítt um árið. Síðst í februar verður lønin farna árið uppgjørd, og tjenti tú 30.000 kr. ella minni, verður trekti skatturin afturgoldin. Við fríkorti sleppur tú undan at bíða og fært peningin beinanvegin.

Er inntøkan hægri enn 30.000 kr., rindar tú bara skatt av tí, sum fer uppum. Gev gætur, at tá gerst fríkortið samstundis óvirkið, og søkjast skal av nýggjum.

Soleiðis søkir tú um fríkort

Ert tú lesandi í Føroyum, søkir tú um fríkort við at skriva til okkara á taks@taks.fo.

Ert tú lesandi uttanlands, er tað ein treyt fyri at fáa fríkort, at tú hevur varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum. So fært tú fríkortið sjálvvirkandi. Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum finnur tú undir oyðubløðum. Les eisini meira um evnið niðanfyri.

Gev gætur: Fríkort er ikki galdandi fyri hýrur á FAS-skipum

Fríkortið er ikki galdandi fyri øll starvspláss. Tú fært t.d. ikki fríkort, um tú ert við skipi, sum er skrásett undir FAS-skipanini. Hýra frá hesum skipum verður skattað við føstum skattaprosenti á 35%, sama hvussu nógvan pening, tú tjenar. Nevnast kann, at M/F Norrøna er skrásett í FAS.

Eftirløn

Øll, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, skulu sambært eftirlønarlógini rinda ein prosentpart av skattskyldigu inntøku síni til eftirløn. Hetta er eisini galdandi fyri lesandi. Lógin ásetir eisini eitt minstamark fyri støddini á gjaldinum. Í 2024 er tað 10% av skattskyldigu inntøkuni, og síðan veksur tað 1% um árið, til tað er 12%. Til ber tó at hækka gjaldið skjótari, og summi flyta longu fulla upphædd, 12%.

Lesandi uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, hava ikki skyldu at spara saman til egna eftirløn av inntøku, sum er vunnin uttanlands. Men lesandi uttanlands, sum í tíðarskeiðum arbeiða og vinna sær pening í Føroyum, eitt nú í summar- ella jólafrítíðini, skulu rinda eftirløn av inntøkuni, ið er forvunnin í Føroyum. Í tí sambandi verður eisini eitt krav at stovna eftirlønarkontu í Føroyum.

Lesandi í Føroyum, ið hava aðra inntøku enn lestrarstuðul, rinda til eftirløn av inntøkuni. Hetta merkir, at eftirløn skal rindast av allari inntøku, sum tey lesandi hava aftur at lestrarstuðli sínum. Lestrarstuðulin er ikki fevndur av kravinum um eftirløn.

Eftirlønaravtalu hjá føroyskum eftirlønarveitara

Kemur ein heim til Føroya at arbeiða í eitt tíðarbil, skal ein hava eina eftirlønaravtalu hjá einum føroyskum eftirlønarveitara. Hevur ein ikki eina tílíka, skal hon stovnast. Við avtaluni fær ein eina eftirlønarkonto, sum skal upplýsast fyri arbeiðsgevaranum, og sum arbeiðsgevarin síðan rindar eftirlønina á.

Ein arbeiðsgevari kann ikki rinda einum starvsfólki løn uttan samstundis eisini at rinda til eftirløn. Verður eingin eftirløn goldin í sambandi við vanligu lønarflytingina, so verður tann vanliga lønarflytingin sjálvvirkandi steðgað av TAKS.

Tá ið rindað verður á eftirlønarkontu, verður eftirlønarskattur sjálvvirkandi goldin. Eftirlønarskatturin er 40% av eftirlønargjaldinum.

Part av eftirlønini útgoldna

Í summum starvssáttmálum er ásett, at starvsfólk, sum bert arbeiða í eitt styttri tíðarskeið, kunnu fáa eftirlønina útgoldna sum vanliga løn, heldur enn til eina eftirlønarsamansparing. Hetta er tó bert galdandi fyri tey, sum fáa meira rindað í eftirløn, enn tað minsta markið sum lógin ásetir. Hesi kunnu fáa tað, sum er omanfyri minsta mark, goldið út sum vanliga løn. Í hesum førum verður eftirlønin skattað sum vanlig arbeiðsløn og ikki sum eftirløn.

Les meira um eftirløn í valmyndini ovast á síðuni undir Borgari > Eftirløn.

Flytigóðs

Tá ið tú flytur heim til Føroya eftir loknan lestur, kanst tú fáa flytigóðsið við tær toll- og avgjaldsfrítt, um tú lýkur treytirnar fyri hesum.

Tú skalt í fyrsta lagi hava búð uttanlands í minst 1 ár, og tú skalt hava latið útlendska bústaðin frá tær. Harumframt skulu lutirnir vera ogn hjá tær ella húski tínum og skulu hava verið tað í minsta lagi 6 mánaðir, áðrenn komið verður til Føroya. Lutirnir skulu eisini hava verið brúktir av tær ella húski tínum og skulu framvegis fara at verða brúktir av tær ella húski tínum eftir heimkomu. Gev gætur, at matvørur, tubbaksvørur og rúsdrekka kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs.

Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi er galdandi eitt ár eftir, at flutt er.

Bilurin og báturin

Tú kanst eisini fáa bilin og bátin heim við tær toll- og avgjaldsfrítt. Treytin er, at teir skulu brúkast til egna nýtslu, og at tú hevur fylt 18 ár. Skifta bilurin ella báturin eigara innan eitt ár frá innflutningsdegnum, (fyri bilin frá skrásetingardegnum her í landinum), galda toll- og onnur avgjøld eftir vanligum innflutningsreglum. Hvør perónur yvir 18 ár kann flyta inn ein bil og ein bát.

Gev gætur: Henda flytigóðsreglan frítekur ikki akfør fyri at skula rinda skrásetingargjald o.a. eftir løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum. Akstovan umsitur tað skrásetingargjaldið.

Skjalprógv og oyðublað

Fyri at brúka regluna um toll- og avgjaldsfrítt flytigóðs, skalt tú kunna vísa eina flytiváttan frá kommununi, ið tú flytur til. Tú skalt eisini fylla út og skriva undir eina flytigóðsváttan frá TAKS. Hana finnur tú undir oyðubløðum.

Skattskylda

Fert tú uttanlands at lesa, fært tú automatiskt fulla skattskyldu í lestrarlandinum og skalt geva skattamyndugleikunum har kunning um allar inntøkur tínar, bæði í lestrarlandinum og í Føroyum.

Tú kanst eisini velja at varðveita fullu skattskylduna í Føroyum. Tá hevur tú fulla skattskyldu í tveimum londum ella dupulta skattskyldu, sum vit eisini siga.

Hvørjir eru fyrimunirnir?

Við fullari skattskyldu í Føroyum fært tú somu skattafyrimunir sum heimalesandi, t.d. tá ið tú kemur heim at arbeiða í feriunum. Tú rindar ikki skatt av teimum fyrstu 30.000 kr. og bert kommunuskatt av teimum næstu 35.000 kr. Av tí, sum fer uppum, rindar tú skatt eftir galdandi skattastiga í Føroyum. 

Søkir tú ikki um fulla skattskyldu í Føroyum, hevur tú ikki rætt til botnfrádráttin. Í staðin hevur tú avmarkaða skattskyldu og rindar tá fast 42% av allari inntøku, sum tú fært her. Við avmarkaðari skattskyldu hevur tú ikki skyldu til at geva TAKS kunning um skattaviðurskifti tíni í lestrarlandinum.

Dupult skattskylda hevur við sær, at lesur tú í øðrum útlandi enn Danmark, so skalt tú geva skattamyndugleikunum í bæði lestrarlandinum og í Føroyum kunning um øll skattaviðurskifti tíni

Myndugleikarnir í lestrarlandinum skulu soleiðis kunnast um inntøkur tínar í Føroyum, og TAKS skal kunnast um inntøkur tínar í lestrarlandinum.

Gev gætur, at dupult skattskylda merkir ikki, at tú skalt rinda dupultan skatt; bert at skattamyndugleikarnir skulu kunnast um inntøkur tínar. Londini flyta síðan skattin sínámillum eftir avtalum, sum tey hava gjørt hvørt við annað.

Føroysk lesandi í Danmark skulu ikki geva upp inntøku sína í Føroyum, tí her er serlig avtala galdandi.

Dupult skattkattskylda merkir ikki, at tú kanst fáa fullan botnfrádrátt í báðum londum

Hevur lestrarlandið t.d. ein botnfrádrátt á 100.000 krónur, og tú hevur tjent 65.000 í Føroyum, so eru 35.000 krónur eftir av botnfrádráttinum í lestrarlandinum.

Eingin skattur verður roknaður av SU

Peningur, ið tú fært frá Statens Uddannelsesstøtte, verður ikki roknaður upp í tær 30.000 kr., sum tú kanst tjena skattafrítt, tí SU er skattafrítt í Føroyum.

Hvør hevur rætt til fulla skattskyldu?

Fyri at kunna varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal ein hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Harumframt skal ein vísa fram lestrarkort ella aðra váttan frá skúlanum.

Hvussu søkir ein um at varðveita fulla skattskyldu?

Tað gert tú talgilt á Borgaraglugganum.

  • Far til gluggan
  • Rita inn
  • Vel Oyðubløð > Skattur > Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
  • Fyll út og send

Fyri at kunna søkja, skalt tú hava havt fastan bústað í Føroyum í minst fýra ár og skalt kunna vísa fram lestrarkort ella aðra lestrarváttan frá skúlanum.

Tað er ikki neyðugt at søkja hvørt ár, men henda broytingar í útbúgvingini, ella gevst tú at lesa, skal TAKS hava boð um tað.

Ferðastuðul

Lesandi uttanlands og lærlingar í Føroyum hava møguleika at søkja um ferðastuðul.

Lærlingar í Føroyum

Lærlingar í Føroyum hava rætt til ferðastuðul millum bústað og arbeiðsstað og millum bústað og skúla í Føroyum, um meira enn 20 km eru at ferðast aftur og fram. Saman við umsóknini skal leggjast váttan frá skúlanum um, at ein hevur verið til undirvísing í skúlanum.

Lesandi uttanlands

Lesandi uttanlands kunnu søkja um ferðastuðul at ferðast heim til Føroya. Studni umsitur skipanina. Leinki til heimasíðu stovnsins er undir snarslóðum.

Lesandi í Føroyum

Lesandi í Føroyum hava ikki rætt til ferðastuðul millum bústað og útbúgvingarstovn. Tey hava tó møguleika at søkja um skúlakort frá Strandfaraskipum landsins. Leinki til heimasíðu teirra er undir snarslóðum.

Søkt verður á Vanganum

  1. Rita inn og vel Tænastuveitarar > TAKS > Ferðastuðul
  2. Fyll út og send inn
Rentustuðul

Tekur tú lán í sambandi við lesturin, kanst tú fáa stuðul til at rinda renturnar av láninum. Rentustuðul til lestrarlán, um tað eitur.

Fyri at fáa rentustuðul til lestrarlán skalt tú:

  • Vera fult skattskyldigur í Føroyum
  • Hava gjørt útbúgvingina lidna
  • Ikki hava drigið renturnar frá í útbúgvingarlandinum

Stødd og útgjald

Rentustuðulin til lestrarlán er 35 % av tí, sum tú rindar í rentu av láninum. Tað er einki hámark fyri støddina á rentuni. Stuðulin verður settur á kontu tína eina ferð um mánaðin.

Tá ið ein tekur lán frá útlendskum lánveitara

Tekur tú lán frá útlendskum lánveitara, skalt tú hvørt ár í januar senda TAKS upplýsingar um metta rentu fyri árið. Við árslok sendir tú yvirlit yvir rentuna, soleiðis sum hon vísti seg at blíva. Verða upplýsingarnar um metta rentu ikki sendar hvørt ár í januar, verður rentustuðulin steðgaður.

Søkt verður á Vanganum

  1. Rita inn og vel Tænastuveitarar > TAKS > Rentustuðul til lestrarlán
  2. Fyll út og send inn

Tá ið tú søkir fyrstu ferð, skalt tú saman við umsóknini leggja ársyvirlit yvir rentuna í útbúgvingarárinum og gjaldstalvuna frá lánveitaranum. Gjaldstalvan er yvirlitið, sum tú fært frá lánveitaranum yvir samlaða lánið.

Kringvarpsgjald

Sum lesandi uttanlands rindar tú ikki kringvarpsgjald í Føroyum. Tað kann tó vera, at tú fært rokning sendandi, um tú ert skrásettur at búgva her sambært Landsfólkayvirlitinum. Tá skalt tú venda tær til Kringvarpið og boða frá, at tú ert lesandi uttanlands. Kringvarpið tekur síðan støðu til, um tú skalt verða frítikin fyri at rinda og boðar í tí føri TAKS frá, at rokning ikki skal sendast.

Føroyafrádráttur

Føroyafrádráttur er skattafrádráttur, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

Fyri at fáa føroyafrádrátt, skal ein lúka hesar treytir:

  • Ein skal hava búð í Føroyum, áðrenn ein flutti til Danmarkar
  • Uppihaldið í Danmark skal vera í fyribils lestrarørindum
  • Ein skal ikki hava kompetansugevandi útbúgving frammanundan
  • Ein skal ikki hava uppihildið seg í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lestur byrjar

Upp í 6 mánaða tíðarskeiðið verður ikki roknað tann tíð, sum verður nýtt í sambandi við fyrireikandi skeið, sum útbúgvingarstovnur treytar fyri at kunna byrja lesnaðin. Henda tíð kann tó vara í mesta lagi 1 ár.

Søkja hjún inn á útbúgvingarstovn, og bert annað verður upptikið, so verður 6 mánaða reglan tikin úr gildi, hvat viðvíkir hinum hjúnafelaganum, tó í mesta lagi í 2 ár.

Gev gætur, at føroyafrádráttur kann bert brúkast til arbeiðsinntøku, og ein rindar vanligan skatt av SU. Ein hevur rætt til føroyafrádrátt, so leingi ein er lesandi, tó í mesta lagi ásettu lestrartíð + 2 ár.

Upphædd

Upphæddin á føroyafrádráttinum broytist frá ári til ár. Lesur ein bert part av árinum, verður frádrátturin lutfalsliga minni. Flytir ein t.d. til Danmarkar 1. september og byrjar at lesa tá, verður frádrátturin 4/12 av fullu upphæddini.

8 prosent skulu gjaldast í AMB (Arbejdsmarkedsbidrag) av allari arbeiðsinntøkuni.

Umsókn

Tá søkjast skal um føroyafrádrátt, skal ein venda sær til uttanlandsdeildina á skattasentrinum, har ein býr. Har skal ein boða frá:

  • at ein er føroyingur undir útbúgving
  • at ein hevur inntøku, sum ein søkir føroyafrádrátt av
  • at ein ætlar sær heim til Føroya eftir loknan lestur

Tað er týdningarmikið at kunna vísa lestrarkort, lærusáttmála ella annað skjalprógv fyri, at ein er lesandi. Søkjast skal um føroyafrádrátt á hvørjum ári.

Bústaðarbroyting

Tá ið ein flytur úr Føroyum, nýtist einum ikki at boða TAKS frá. Bústaðarbroytingin verður sjálvvirkandi fráboðað okkum um fólkayvirlitið í tilflytingarkommununi. Flytur ein frá einum bústaði uttanlands til ein annan, kann tað harafturímóti vera skilagott at boða TAKS frá hesum. Eigur ein til dømis frítíðarløn til góðar í Føroyum, kunnu trupulleikar standast av, at TAKS ikki hevur fingið upplýst nýggja bústaðin.

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo.

Finnur tú ikki svarið upp á tín lestrarspurning?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.