Lurta

Flytigóðs

Tá tú flytur til Føroya, kanst tú søkja um at fáa flytigóðsið við tær toll- og avgjaldsfrítt.

Søk á Borgaraglugganum

Tað er skjótt gjørt

Tú kanst eisini søkja manuelt

  • Heinta skjalið Flytigóðsváttan undir oyðubløðum her á síðuni
  • Fyll út og send
    • til TAKS á Mínboks
    • ella til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn
  • Saman við manuellu umsóknini skalt tú senda flytiváttan frá kommununi, tú flytur til. Váttanina fært tú frá kommununi.
Treytir fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi av flytigóðsi

Almennar treytir

  • Tú skalt hava búð uttanlands í minst eitt ár.
  • Tú skalt hava latið útlendska bústaðin frá tær.
  • Tú skalt hava átt lutirnar í minst seks mánaðir, áðrenn tú flytur.
  • Tú ella húski títt skulu hava brúkt lutirnar hesa tíðina og eisini gera tað eftir flyting.

Ískoytistreytir fyri innflutning av báti og motorakfari

  • Tú skalt vera minst 18 ár.
  • Tú kanst í mesta lagi flyta inn eitt motorakfar og ein bát.
  • Skiftir motorakfarið ella báturin eigara fyrsta árið eftir innflutningin, galda vanligar toll- og avgjaldsreglur. Fyri motorakfarið verður árið roknað frá skrásetingardegnum í Føroyum.

Gev gætur

  • Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av flytigóðsi er ikki galdandi fyri mat, rúsdrekka og tubbak.
  • Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi fellur burtur eitt ár eftir flyting.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.