Flytur tú til Føroya úr Norðurlandi, kanst tú søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini beinanvegin. Tá skalt tú, áðrenn farloyvið byrjar, senda Barsilsskipanini avrit av lønarseðlum tínum, so at útgjaldið kann roknast út. Tú skalt eisini hava havt A-inntøku, sum barsilspeningurin kann roknast eftir. Studningur telur í hesum sambandi sum A-inntøka.
Fært tú dagpening ella annað gjald úr Norðurlandi fyri inntøkumiss og varðveitir útgjaldið í Føroyum, fært tú ikki barsilsgjald ímeðan. Váttan frá fráflytingarkommununi um, at tú ikki hevur rætt til pening frá teimum, skal sendast Barsilsskipanini.
Hevur tú havt A-inntøku úr Føroyum seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar, kann henda inntøkan roknast upp í útgjaldið. Hon skal ikki skjalprógvast. Barsilsskipanin fær upplýsingar um hana frá TAKS.
Flytur tú til Føroya úr øðrum landi enn Norðurlandi, kanst tú ikki søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini beinanvegin. Tá mást tú fyrst upptjena eitt grundarlag fyri at rokna barsilspeningin eftir.