Lurta

Pensjonistar

Sum pensjonistur kanst tú fáa ymiskar ágóðar til lívsins uppihald. Niðanfyri kanst tú lesa um nakrar av hesum ágóðum, og um hvussu teir verða skattaðir. Hygg eisini undir leinkjum.

Eftirløn

Eftirløn er løn, sum tú sparir saman og fært útgoldna, tá ið tú fært fólkapensjónsaldur.

Hvussu stórt er útgjaldið?

Tað veldst um, hvussu nógv tú hevur goldið inn. Í 2014, tá eftirlønarlógin kom í gildi, var minsta inngjald 1% av lønarinntøkuni og vaks so eitt prosent um árið, til tað í 2026 bleiv 12%.

Eftirløn og skattur

Eftirløn verður skattað við inngjald. Skatturin er 40% og verður goldin sjálvvirkandi um skattaskipanina hjá TAKS. Gev gætur, at fyri 1. januar 2012 varð eftirlønin skattað við útgjald. Tann eftirløn, sum er samanspard áðrenn henda dag, verður framvegis skattað við útgjald. Eftirlønarskatturin fer allur til landið, einki fer til kommunurnar.

Gev eisini gætur, at føroyskar eftirlønir, ið verða rindaðar til eftirlønarveitarar uttanlands, verða ikki skattaðar í Føroyum. 

Um ein sjálvur og ikki arbeiðsgevarin rindar til eftirlønaruppsparing, verða frádráttur fyri inngjald og avrokning av eftirlønarskatti uppgjørd árið eftir sum partur av skattauppgerðini.

Fólkapensjonistar og eftirløn

Fólkapensjonistar rinda ikki til eftirløn, tí sambært lóg kunnu vit ikki spara saman til eftirløn, tá ið vit fáa fólkapensjón. Vit kunnu tó sjálvandi spara saman privat.

Gev eisini gætur, at ert tú sum fólkapensjonistur í løntum arbeiði, skal arbeiðsgevarin rinda bæði løn og eftirløn sum vanliga arbeiðsløn. Einki skal rindast sum eftirløn. Verður ein partur rindaður sum eftirløn kortini, verður hetta sjálvvirkandi steðgað av skattaskipanini, og arbeiðsgevarin fær boð um, hvussu lønin eigur at verða útgoldin.

Fólkapensjón

Fólkapensjón er mánaðarlig upphædd, sum tú kanst søkja um at fáa frá Almannaverkinum, tá ið tú hevur nátt pensjónsaldur. Skipanin kom av fyrstantíð í 1922 og æt tá ellisrenta. Í 1956 kom navnið fólkapensjón. Verandi skipan hevur verið í gildi síðan 6. mai 2016 og verður stýrd av løgtingslóg um almannapensjónir.

Hvussu stórt er útgjaldið?

Fólkapensjónin er samansett av einari grundupphædd og einari viðbót. Støddirnar á grundupphæddini og viðbótini eru ásettar í § 3 í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.

Fólkapensjón og skattur

Grundupphæddin er skattafrí. Viðbótin er skattskyldig og minkar eisini, um tú hevur aðra inntøku, eitt nú arbeiðsinntøku, leiguinntøku, inntøku frá partabrøvum o.ø. 

Kringvarpsgjald

Hevur tú rokkið fólkapensjónsaldur, minkar mánaðarliga kringvarpsgjaldið úr 170 niður í 70 kr. Gjaldið byrjar mánaðin eftir, at tú hevur rokkið fólkapensjónsaldri.

Fólkapensjónsaldurin er:

  • 67 ár fyri tey, sum eru fødd fyri 1. juli 1957,
  • 67½ ár fyri tey, sum eru fødd millum 1. juli 1957 og 31. desember 1962,
  • 68 ár fyri tey, sum eru fødd eftir 31. desember 1962.

Gjaldið verður tikið sjálvvirkandi av pensjónini ella aðrari skattafríari veiting, áðrenn hon kemur á kontu. Fært tú ikki pening gjøgnum skattaskipanina, fært tú rokning sendandi hvønn mánað.

Pensjonistafrádráttur

Pensjonistafrádráttur er skattafrádráttur til fólkapensjonistar.

Hvussu stórur er frádrátturin?

Frádrátturin er upp til 6.000 krónur um árið. Til og við 2023 varð roknað helvt um helvt yvir landsskattin og kommunuskattin – síðan 2024 alt yvir landsskattin.

Hvat skalt tú gera fyri at fáa frádráttin?

Tú skalt einki gera. Ert tú fólkapensjonistur, verður frádrátturin latin sjálvvirkandi yvir skattaskipanina.

Arbeiðsmarknaðareftirløn

Arbeiðsmarknaðareftirløn er mánaðarlig upphædd, sum tú fært frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, tá ið tú hevur nátt pensjónsaldur. Skipanin hevur verið í gildi síðan 7. mai 1991 og verður stýrd av løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

Inngjaldið er ein lógarásettur prosentpartur av skattskyldigu inntøku tíni, í løtuni 3%. Sama part rinda eisini allir arbeiðsgevarar av hvørjari løn, sum teir flyta starvsfólkum. Á lønarseðli tínum verður gjaldið kallað AM-gjald.

Hvussu stórt er útgjaldið?

Útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum er 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt ár, sum tú hevur búð í Føroyum, meðan tú vart millum 15 og 67 ár, tó í mesta lagi í 40 ár. Í 2025 er full arbeiðsmarknaðareftirløn 6.455 kr. um mánaðin.

Arbeiðsmarknaðareftirløn og skattur

Útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verður skattað sum vanlig A-inntøka.

Búsitandi í Danmark við eftirlønarsamansparing í Føroyum

Býrt tú í Danmark og hevur eftirlønarsamansparing í Føroyum, hevur tú skyldu til at upplýsa um samansparingina fyri donsku skattamyndugleikunum. Tú upplýsir um hana við at skriva upphæddina á donsku sjálvuppgávuna.

Umframt at tú hevur egna upplýsingarskyldu, upplýsir TAKS eisini fyri donsku skattamyndugleikunum um eftirlønarsamansparing tína. Tað gera vit sambært altjóða skattaavtalum.

Tá ið donsku skattamyndugleikarnir fáa upplýsingar frá TAKS um teg, senda teir boð til tín um hetta. Vanliga verður tað gjørt við brævi, har tú verður biðin um at kanna, um upplýsingarnar frá TAKS eru rættar.

Soleiðis sært tú, hvørjar upplýsingar, ið TAKS hevur latið

Til at síggja, hvørjar upplýsingar, ið TAKS hevur latið donsku skattamyndugleikunum, er lættast at nýta Borgaragluggan. Rita inn, vel løn, síðan eftirløn og so tíðarskeið. Upphæddin stendur nú niðast á listanum, sum kemur fram. Veitst tú, at hetta er rætta eftirlønarsamansparing tín, set tá upphæddina á donsku sjálvuppgávuna.

Um tú skalt gera rættingar

Veitst tú, at upphæddin á Borgaraglugganum ikki vísir røttu eftirlønarsamansparing tína, ella ivast tú í tølunum, tá hevur tú skyldu til at rætta hana.

Vend tær tá til eftirlønarveitara tín, sum hevur latið TAKS upplýsingarnar og fá hann at rætta tær. Váttan um rættaðar upplýsingar má eisini fáast beinleiðis frá eftirlønarveitaranum og skal sendast til donsku skattamyndugleikarnar. TAKS sendir ikki slíkar upplýsingar av nýggjum.

Set síðan rættaðu upphæddina á donsku sjálvuppgávuna.

Spurningar?

Vita undir leinkjum her á síðuni

Kanska svarið liggur har.

Vit vegleiða eisini fegin

  • Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
  • Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.