Skriva út

Útisiglarar

Ert tú útisiglari, eru ymisk skattaviðurskifti hjá tær at seta teg inní. Tú finnur tað mesta niðanfyri.

DIS

Millum Føroyar og Danmark er galdandi, at inntøka frá Donsku altjóða skipaskránni (DIS) bert kann verða skattað í Danmark. Inntøkan verður tikin við í útrokningargrundarlagið í Føroyum, og persónurin fær í Føroyum frádrátt fyri allan skattin, ið fellur á inntøkuna (exemptionlinking) eftir § 25, stk. 1, í sáttmálanum.

Inntøka og frádráttur

Persónur, ið hevur inntøku undir DIS, skal ikki gjalda skatt av inntøkuni í Føroyum. Tó skal hann gjalda 3% í arbeiðsmarknaðareftirlønargjaldi av skattskyldigari inntøku. Hann hevur eisini rætt til samdøgursfrádrátt eftir § 33, 12 í skattalógini. Frádrátturin er fyri meirútreiðslur til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og vanlukkutrygging. Treytin fyri at fáa samdøgursfrádrátt er, at arbeiðið er í 2 mánaðir uttan slit ella 100 samdøgur í einum 12 mánaða tíðarskeiði. Les meira um samdøgursfrádrátt í partinum niðanfyri.

Rentustuðul

Um persónur, ið siglir undir DIS, fær rentustuðul í Føroyum, skal hann lata TAKS eina váttan um, at hann ikki fær kompensatión í DIS-inntøkuni. Váttanin skal latast inn fyrst í tí ári, ið stuðulin verður latin fyri.

Eftirløn

Føroyska eftirlønarlógin ásetir, at borgarar, ið ikki hava nátt fólkapensiónsaldri, skulu spara saman til eftirløn, og at øll eftirlønargjøld skulu fara til góðkendan eftirlønarveitara í Føroyum.

Føroyingar, ið arbeiða uttanlands og hava útlendska eftirlønarskipan

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands og hava útlendska eftirlønarskipan, kunnu verða undantiknir at rinda til eftirløn av inntøku, ið er vunnin uttanlands. Søkjast skal um undantøkuna, og ávísar treytir eru fyri henni.

Treytirnar eru:

  • at tað kann váttast, at starvsviðurskiftini eru soleiðis háttað, at løntakarin ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, men er bundin at ávísum eftirlønarveitara. Sum dømi kann nevnast, at tey, sum sigla hjá Mærsk, eru bundin at eftirlønarskipan í PFA,
  • at útlendski arbeiðsgevarin váttar ella setanarbræv vísir, at starvssáttmálin áleggur at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og tí kann ikki rindast eftirløn til ein føroyskan eftirlønarveitara,
  • at arbeiðið er útint uttan fyri Føroyar. Arbeiði umborð á skipi og øðrum útbúnaði, sum av og á kemur í føroyska havn, verður roknað sum útint uttan fyri Føroyar, og
  • at útlendska eftirlønarskipanin verður mett at vera nøktandi.

Eftirlønarinngjaldið skal eisini vera nøktandi

Tað merkir, at inngjaldsupphæddin vera í minsta lagi vera tað, sum ásett er í lóg, og tað skal einans verða rindað til lívrentu, lutaeftirløn ella tílíka skipan, sum hevur leypandi útgjøld.

Onnur inntøka

Hevur persónur aðra inntøku enn hana, ið er undantikin, verður henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sambært eftirlønarlógini. Tað merkir, at eftirlønargjald skal rindast av hesari til føroyskan eftirlønarveitara.

Umsókn um undantøku

Umsókn um undantøku at rinda til føroyska eftirlønarskipan skal sendast TAKS í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at lívrentan er inngoldin til eftirlønarveitara. Hon kann sendast sum persónlig umsókn, men ein arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari kann eisini senda eina felags umsókn fyri fleiri arbeiðstakarar.

Gev gætur, at sama um talan er um persónliga ella felags umsókn, skulu saman við umsóknini sendast fylgjandi upplýsingar fyri hvønn einstakan persón:

  • Setanarbræv ella váttan frá arbeiðsgevara, sum vísir, at arbeiðstakarin í starvssetan síni er bundin at eftrirlønarskipan til ávísan útlendskan arbeiðsgevara.
  • Avrit av sjálvum eftirlønarsáttmálanum, har arbeiðstakarin rindar til, t.e. avrit av policuni.
  • Teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjaldið fyri árið frammanundan, og saldoupplýsingar.

Gev eisini gætur, at tað er altíð tann einstaki skattgjaldarin, sum heftir fyri tær upplýsingarnar, sum verða latnar TAKS, og ongantíð arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin. Tískil er umráðandi, at verða kunnað/ur um síni egnu eftirlønarviðurskifti. Umsóknin um undantøku skal bert gerast eina ferð.

Umsóknarbløðini eru at finna undir oyðubløðum her á síðuni. Tørvar tær vegleiðing í sambandi við skjølini, ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo.

Sjálvuppgávan og eftirlønargjaldið

Hevur tú eftirlønarskipan, sum TAKS hevur góðkent at vera í samsvari við eftirlønarlógina, verður einki eftirlønargjald kravt. Hvørt ár skalt tú tó lata okkum ársyvirlit yvir eftirlønargjald, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn. Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er vanliga 1. mai.

Hevur tú ikki góðkenda eftirlønarskipan, skalt tú gjalda ásetta eftirlønargjaldið. Rokning verður send tær stutt eftir 1. oktober. Gjaldið fellur til gjaldingar 1. november.

Tá eftirlønargjaldið er goldið, verður skatturin trektur frá. Restin (nettogjaldið) verður flutt á eftirlønarkontu tína. Samstundis verður frádráttur fyri inngjaldið skrásettur í skattaskipanini. Tað merkir, at ein fær frádrátt í skattinum fyri tað árið, eftirlønin er goldin.

Tann, sum hevur skyldu til at rinda eftirlønargjald í Føroyum av uttanlandsinntøku, undantikin § 1, stk. 9, verður góðskrivaður í eftirlønarskattinum fyri inntøkuskatt, sum viðkomandi hevur goldið av eftirlønargjaldinum uttanlands.

Í 2023 er kravda eftirlønargjaldið 9% av lønini. Tað veksur 1% um árið, inntil tað er komið upp á 12%.

Skiftisskipan

Persónur, sum í starvi sínum fyri arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum er fevndur av eftirlønarskipan hjá donskum eftirlønarveitara, kann vera undantikin lógini og halda áfram við at rinda til donsku eftirlønarskipanina sambært serligum treytum í eini skiftisskipan.

Ein treyt fyri hesum undantaki er, at einki verður rindað til kapitaleftirløn, og at tað verður rindað í minsta lagi tað, sum er ásett vanligum borgarum at rinda, men tó ongantíð minni enn 10 prosent av føstu árslønini.

Landsstýrið ásetir neyvari reglurnar á hesum øki.

Tilflyting til Føroya og eftirlønarskylda

Persónur, sum hevur avmarkaða skattskyldu í Føroyum, hevur ikki skyldu at rinda eftirløn her; men fær hann seinni fulla skattskyldu, tekur eftirlønarskyldan við. Hon verður galdandi frá tí degi, at avmarkaða skattskyldan heldur uppat, og fulla skattskyldan byrjar.

Rentur og annar vinningur í eini eftirlønarsamansparing eru hvørki skatta- ella avgjaldsskyldig.

Kunna teg meira um eftirløn sum heild undir snarslóðum.

Sosial trygd

Sosial trygd er gjald, sum er samansett av barsilsgjaldi, ALS-gjaldi o.ø., og sum er kravt inn í londum, ið eru fevnd av norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd.

Gjøld sum verða goldin til eitt annað land enn Føroyar, og sum eru fevnd av norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd, verða tald við sum skattur. Tað merkir, at á sjálvuppgávuni skulu inngjøld til slíkar veitingar gevast upp í teiginum, Sosial trygd.

Gev gætur, at frá 1. januar 2024 verður Sosial trygd ikki longur tald við sum ein skattur, goldin í Norðurlondum, sambært broytingarlóg nr. 143 frá 20. desember 2023 í skattalógini.

Sambært Nordisk konvention om social sikring/EØS-forordning 1408/71 ber til at søkja um at sleppa undan hesum gjøldum við teirri treyt, at ein er sosialt tryggjaður í heimlandinum. Ynskir persónur ikki at gjalda til sosiala trygd í arbeiðslandinum, skal hann venda sær til Almannaverkið.

Samdøgursfrádráttur

Persónar, ið sigla við fiskiskipum í Norðurlondum, og persónar, sum hava inntøku undir DIS, hava rætt til samdøgursfrádrátt. Tað er ein kompensatión, ið verður latin aftur fyri meirútreiðslur, sum standast av at skula arbeiða uttanlands, t.d. útreiðslur til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukkutrygging.

Treytin fyri at fáa samdøgursfrádrátt er, at arbeiðið er í 2 mánaðir uttan slit ella 100 samdøgur í einum 12 mánaða tíðarskeiði. Fram til 31. desember 2023 er samdøgursfrádrátturin 300 kr. um samdøgrið og verður drigin frá inntøkuni.

Frá 1. januar 2024 verður samdøgursfrádrátturin stigvíst minkaður
Fyri 2024 er samdøgursfrádrátturin 240 kr. um samdøgrið, fyri 2025 er hann 180 kr. og fyri 2026 og frameftir 120 kr.

Fiskiskip

Fiskiveiðuinntøka er skattskyldig inntøka eftir §25a í skattalógini. Inntøkan verður viðgjørd eftir § 15, stk. 4b í norðurlendska sáttmálanum.

Føroyingar við norðurlendskum fiskiskipum

Føroyingar við norðurlendskum fiskiskipum skulu gjalda allan skattin í Føroyum. Áðrenn loyst verður, skulu teir lata landinum, har skipið hoyrir heima, eina váttan um skattskyldu í Føroyum. Síðan sleppa teir undan at gjalda skatt í arbeiðslandinum. Váttanin fæst við at venda sær til TAKS.

Føroyingar við grønlendskum fiskiskipum

Føroyingar við grønlendskum fiskiskipum skulu geva inntøkuna upp í Føroyum, men gjalda bert skatt í Grønlandi av inntøkuni. Í Føroyum verður bert kravt gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, 3% av skattskyldigu inntøkuni.

Føroyingar við øðrum útlendskum fiskiskipum

Føroyingar, sum sigla við øðrum útlendskum fiskiskipum enn norðurlendskum og grønlendskum, skulu skattast í Føroyum av inntøkuni, men um so er, at skattur er goldin uttanlands, verður frádráttur givin í føroyska skattinum fyri goldnan skatt, tó í mesta lagi tann skatt, sum fellur á inntøkuna.

Inntøka og frádráttur

Inntøka frá øðrum londum enn Norðurlondum hevur rætt til frádrátt eftir § 25 b í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni, tó í mesta lagi kr. 120.000. Av restini verða latin 35% í skatti og arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigu inntøkuni.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 er frádrátturin í mesta lagi kr. 96.000 
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.

Harumframt hava persónar, ið sigla við fiskiskipum í Norðurlondum, rætt til samdøgursfrádrátt. Frádrátturin  er fyri meirútreiðslur til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og vanlukkutrygging. Treytin fyri at fáa samdøgursfrádrátt er, at arbeiðið er í 2 mánaðir uttan slit ella 100 samdøgur í einum 12 mánaða tíðarskeiði. Les meira um samdøgurfrádrátt í partinium omanfyri.

Frá 1. januar 2024 verður eisini samdøgursfrádrátturin stigvíst minkaður
Fyri 2024 er samdøgursfrádrátturin 240 kr. um samdøgrið, fyri 2025 er hann 180 kr. og fyri 2026 og frameftir 120 kr.

Serskilt v-tal til persónar

Tann, sum er við fiskiskipi, kann søkja um serskilt v-tal fyri at skatta inntøkuna í fyribilsárinum. Skipanin virkar á tann hátt, at tá flytur viðkomandi løn sína gjøgnum lønarportalin, so hvørt hon kemur á kontu.

Tá ið lønin fer um skipanina, eftirheldur TAKS skatt, arbeiðsmarknaðareftirlønargjald og heilsutrygdargjald. Gjald til ALS og barsilsgrunn verður ikki trekt. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at skráseta seg hjá hesum grunnum.​

Neyvari frágreiðing verður givin, tá skrásetingarskjalið til serskilt v-tal til persónar er innlatið og góðkent. Tú finnur skjalið undir oyðubløðum her á síðuni. Tað eitur Skrásetingarskjal til serskilt v-tal, persónar.

Veitingarskip

Veitingarskip verða mett sum skip í oljuvinnu, um tey eru í norðurlendskum sjógvi. Er skipið í sjógvi hjá tí Norðurlandi, har tað er skrásett, er frádráttur í Føroyum fyri tann skatt, sum fellur á inntøkuna eftir § 25, stk. 2, c, (exemption).

Er skipið í sjógvi hjá øðrum Norðurlandi, er frádráttur fyri goldnan skatt eftir § 25, stk. 2, b, (kredit).

Dømi

Føroyingur við norskum skipi rindar skatt í Noregi, um skipið er inni á norskum øki eftir § 21, stk. 7 í tvískattaavtaluni, og fær frádrátt fyri allan skattin í Føroyum, (exemption-linking).

Er skipið í sjóøki hjá øðrum norðurlandi, verður bert givin frádráttur fyri goldnan skatt, (kredit-linking). Hetta merkir, at um skatturin í landinum, har skipið hoyrir heima, er minni enn tann føroyski, verður rokning skrivað upp á munin í Føroyum.

Veitingarskip uttan fyri norðurlendskt sjóøki

Veitingarskip uttan fyri norðurlendskt sjóøki eru at rokna sum skip í altjóða ferðslu og koma undir § 15, stk. 3. Føroyingar, sum sigla við hesum skipum, gjalda skatt í flagglandinum – tað er í tí landi, har skipið er skrásett. Inntøkan kemur í fyrsta umfari eisini til skattingar í Føroyum, men tá skattur er goldin í øðrum norðurlandi, verður frádráttur givin í føroyska skattinum, tó í mesta lagi tann skatt, sum fellur á inntøkuna. Hetta merkir, at um skatturin í landinum, har skipið hoyrir heima, er minni enn tann føroyski, verður rokning skrivað upp á munin í Føroyum.

Skip í oljuvinnu

Skip í oljuvinnu

(Herundir  eisini annar oljuútbúnaður í sambandi við forkanning, rannsókn og útvinning av kolvetni).

Føroyingar, ið arbeiða á norðurlendskum skipum ella øðrum oljuútbúnaði í norðurlendskum øki, gjalda skatt í arbeiðslandinum. Inntøkan kemur í fyrsta umfari til skattingar í Føroyum, men er skattur goldin í øðrum norðurlandi, verður frádráttur givin í føroyska skattinum eftir reglunum í tvískattaavtaluni, alt eftir hvar skipið hevur sítt virksemi.

Er skipið í sjóøki hjá tí landi, har skipið er skrásett, verður frádráttur givin í Føroyum fyri tann skatt, sum fellur á inntøkuna eftir § 25, stk. 2, c, (exemption).

Er skipið í sjóøki hjá øðrum norðurlandi, verður frádráttur givin fyri goldnan skatt eftir § 25, stk. 2, b, (kredit).

Er skipið uttan fyri norðurlendskt øki, hava hini Norðurlondini ikki heimild at skatta, og tí skal ein bert gjalda skatt í Føroyum, (uttan linking).

Dømi

Føroyingur á norskum skipi rindar skatt í Noregi, um skipið er í norskum øki eftir § 21, stk. 7 í tvískattaavtaluni, og fær frádrátt fyri allan skattin í Føroyum, (exemption-linking).

Er skipið í øki hjá øðrum norðurlandi, verður bert givin frádráttur fyri goldnan skatt, (kredit-linking). Hetta merkir, at um skatturin í viðkomandi landi er minni enn tann føroyski, fær ein rokning upp á munin í Føroyum.

Er skipið uttan fyri norðurlendskt øki, hava Norðurlondini ikki heimild at skatta, og skal ein bert gjalda skatt í Føroyum.

Inntøka og frádráttur

Inntøkan hevur rætt til frádrátt eftir § 25 b í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni, tó mesta lagi kr. 120.000 (til og við 2023). Av restini verða 35% goldin í skatti umframt eitt arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigari inntøku.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 í mesta lagi kr. 96.000.
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.

Ferðaskip og farmaskip

Ferðaskip og farmaskip í altjóða sigling

Føroyingar við norðurlendskum skipum gjalda skatt í flagglandinum – tað er í tí landi, har skipið er skrásett. Inntøkan kemur eisini til skattingar í Føroyum. Um skattur er goldin í øðrum norðurlandi, verður frádráttur givin í føroyska skattinum fyri goldnan skatt, tó í mesta lagi tann skatt, sum fellur á inntøkuna. Hetta merkir, at um skatturin í flagglandinum er minni enn tann føroyski, verður rokning skrivað upp á munin í Føroyum.

Skip undir øðrum flaggi enn norðurlendskum

Føroyingar, sum sigla við skipum hjá norðurlendskum reiðaríum, sum ikki eru undir norðurlendskum flaggi, gjalda ikki skatt til viðkomandi norðurland. Um skattur er goldin í flagglandinum, verður frádráttur givin í Føroyum, annars rindar ein skatt í Føroyum. Tó er undantak við skipum í norðurlendskum sjógvi. Tá er skipið ikki í altjóða sigling, og eigur hitt norðurlandið skattin eftir 15. stk.1 í tvískattaavtaluni. Í Føroyum verður frádráttur givin fyri allan skattin, ið fellur á inntøkuna eftir § 25 stk. 2, c í sáttmálanum millum Norðurlond.

Grønlendsk skip

Við grønlendskum skipum er øðrvísi. Sáttmálin við Grønland sigur, at føroyingar við grønlendskum skipum gjalda skatt í Grønlandi, um reiðaríið er grønlendskt. Tá verður eingin skattur at gjalda í Føroyum, bert arbeiðsmarknaðargjald á 3%.

Inntøka og frádráttur

Inntøkan hevur rætt til frádrátt eftir § 25 b í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni, tó mesta lagi kr. 120.000 (til og við 2023). Av restini verða latin 35% í skatti og eitt arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigari inntøku.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 í mesta lagi kr. 96.000.
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.

Skip við blandaðum virksemi

Nøkur skip eru bæði veitingarskip og hava annað staðbundið virksemi í oljuvinnuni, akkersarbeiði, rørleggingar o.a. uttan fyri Norðurlond. Føroyar hava rættin til at skatta, um talan er um staðbundið virksemi uttan fyri Norðurlond. Um Føroyar skulu hava sín part av skattinum, má inntøkan verða uppdeild og fráboðað útlendsku skattamyndugleikunum hvør sær.

Um reiðaríið boðar myndugleikunum í heimlandinum frá, hvussu stórur partur av inntøkuni er innan fyri ávikavist veiting og annað virksemi, kann inntøkan koma til skattingar í landinum, sum hevur rætt til hennara.

Tá inntøkan verður uppgivin í Føroyum, skal hon útgreinast hvør sær. Um so er, at skattur er goldin í øðrum landi av inntøku, sum bert Føroyar hava rætt til at skatta, verður áheitan send til viðkomandi land um at fáa skattin fluttan til Føroya.

Skip undir øðrum flaggi enn norðurlendskum

Føroyingar, sum sigla við skipum hjá norðurlendskum reiðaríi, men har skipið ikki er undir norðurlendskum flaggi, gjalda ikki skatt til norðurlandið, um skipið ikki er innan fyri økið hjá tí landinum. Um skattur er goldin í flagglandinum, verður frádráttur givin í Føroyum. Annars verður skattur goldin til Føroya.

Inntøka og frádráttur

Inntøkan hevur rætt til frádrátt eftir § 25 b í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni, tó mesta lagi kr. 120.000 (til og við 2023). Av restini verða goldin 35% í skatti umframt eitt arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigari inntøku.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 í mesta lagi kr. 96.000.
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.

Onnur skip – t.e. brunnbátar, vindmylluskip o.tíl.

Føroyingar, ið eru við skipum í sjóøki hjá øðrum landi, gjalda skatt til tað norðurlandið og fáa frádrátt í Føroym fyri tann skatt, sum fellur á inntøkuna.

Føroyingar, ið eru við skipum í sjóøki uttan fyri norðurlendskt øki, gjalda skatt í Føroyum. Er skattur goldin í arbeiðslandinum, verður frádráttur givin fyri goldnan skatt, tó í mesta lagi tann skatt, sum fellur á inntøkuna.

Hetta merkir, at um skatturin í arbeiðslandinum er minni enn tann føroyski, verður rokning skrivað upp á munin í Føroyum.

Inntøka og frádáttur

Inntøkan hevur rætt til frádrátt eftir § 25 b í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni, tó mesta lagi kr. 120.000 (til og við 2023). Av restini verða 35% goldin í skatti umframt eitt arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigari inntøku.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 í mesta lagi kr. 96.000.
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.

Finnur tú ikki svarið upp á tín útisiglaraspurning?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.